20. november 2021

Trýstið á landskassan og ognarskattur

Ognarskattur verður bara settur í verk vegna vantandi fíggjar- og búskaparstýring, ótálmað útreiðslutrýst, vantandi inntøkur frá verandi inntøkukeldum ella av neyð - og hartil mugu vit ikki koma

Fíggjarliga støðan hjá landskassanum

So er enn einaferð uppi at venda, hvørt vit skulu innføra ognarskatt í Føroyum.

Lat meg siga beinanvegin, at hvørki eg ella Sambandsflokkurin taka undir við at innføra ognarskatt.

Ognarskattur er ein skattur, sum í stóran mun er grundaður á eina sosialistiska hugsjón og fordeilingspolitikk.

Vit kunnu staðfesta, at trýstið á landskassan í løtuni er so ovur stórt, at vit í bestu tíðum við ongum arbeiðsloysi, hava hall ella lítið og onki avlop á fíggjarlógini. Eisini dúva vit í løtuni upp á eingangsinntøkur, sum egentliga bara pyntar upp á úrslitið hjá landskassanum - ein stokkutur hiti.

Heldur henda gongdin fram, og vitandi um, at flest allar útreiðslur fara at hækka meira og minni komandi árini og skjótari enn inntøkurnar, ja so fer landskassin heilt vist at koma í stórar fíggjarligar trupulleikar - herundir verður okkara vælferðarsamfelag sett undir trýst.

Verandi inntøkubygnaður

Í løtuni fær landskassin sínar inntøkur til at fíggja rakstur og íløgur frá fylgjandi inntøkukeldum: 

- Vanligur landsskattur/ lønarskattur

- FAS-skipanin

- Kolvetnisskattur, persónar 

- Felagsskattur

- Kolvetnisskattur, feløg

- Tilfeingis/loyvisskattur

- Kapitalvinningsskattur

- Skattur av vinningi frá sølu av veiðirættindum

- Avgjald av kapitaleftirlønum 

- Skattur av pensjónsinngjøldum 

- Arvaavgjald 

- Gjald til Heilsutrygd

- Gjald til barsilsskipan

- Meirvirðisgjald

- Tollavgjøld

- Punktgjøld 

- Lønarhæddaravgjald 

- Brennioljugjald 

- Loyvisgjald á alivinnu

- Avgjald á fiskatilfeingi

- Framleiðsluavgjøld

- Skrásetingargjald 

- Vegskattur (Vektgjald)

- Ferðaavgjald 

- Umhvørvisavgjald á smyrjiolju

- Ríkisveiting

- Aðrar inntøkur

 

Viðmerkjast kann at strekkja hesar inntøkur ikki til, alt annað líka, so má lántøka til ella takast av eingangsinntøkum.

Hesar inntøkur fylla sjálvandi meira og minni í samlaðu inntøkunum.

Verandi útreiðslubygnaður

Á útreiðslusíðuni er eitt ótal av útreiðslupostum og løgum, sum eg ikki skal nevna ella viðgera her, t.d. rakstrarútreiðslur til heilsu- og almannaøkið, lógarbundnar útreiðslur til almannaøkið, løgur innan nógv ymisk øki etc.

Nakrar av hesum útreiðslum, serliga rakstrarútreiðslur og lógarbundnar útreiðslur, eru truplar ella ómøguligar at lækka samstundis sum fleiri og nýggjar útreiðslur koma afturat til rakstur og lógarbundnar útreiðslur

Flestu almennu tænasturnar eru ókeypis, og tí vil eftirspurningurin vera óendaligur. Tað er her, at politiski myndugleikin má koma inn at raðfesta o.a.

Einfalt roknistykki

Tað skal ikki nøkur rakettvísindi til at síggja, at vilja vit betri og fleiri almennar tænastur og fleiri løgur, ja so skulu tilsvarandi inntøkur til, og í ringasta føri má eitt hall fíggjast við lánum ella eingangsinntøkum (so longi tær eru har).

Skulu verandi inntøkur til landskassan ikki nertast og ongar nýggjar inntøkukeldur setast inn, og vit heldur ikki vilja ikki tálma útreiðslunum, so hongur ikki saman - tað haldi eg einhvør sær.

Politiskur boðskapur

Verður ognarskattur settur í verk, so verður tað gjørt av vantandi fíggjar- og búskaparstýring, ótálmaðum útreiðslutrýsti, vantandi inntøkum frá verandi inntøkukeldum ella av neyð - og hartil mugu vit ikki koma.

Við verandi og framhaldandi trýstinum á útreiðslurnar hjá landskassanum og avmarkaðu inntøkunum, ja so er tað greitt, at inntøkur og útreiðslur ikki hanga saman og koma tað heldur ikki komandi árini - talan verður um eitt bygnaðarligt hall ella eina permanentað ójavnvág millum inntøkur og útreiðslur, sum skal fíggjast so ella so. Lántøka í longri tíðarskeið kann ikki góðtakast - og ongin lánistovnur fer at veita lán til slíkt ótrygt virksemi.

Í samgonguskjalinum stendur m.a.: “Langtíðarfíggjarætlanir, sum framtíðartryggja vælferðina, verða gjørdar bæði fyri rakstur og løgur.” Hetta er ikki gjørt.

Eisini stendur í samgonguskjalinum: “Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Fyri at tálma búskaparsveiggjum er neyðugt at føra ein konjunkturjavnandi fíggjar- og búskaparpolitikk, har spart verður upp í góðum tíðum og spaðað til í verri tíðum.”

Vit mugu tiverri eisini taka í egnan barm og staðfesta, at landsbúskapurin í løtuni ikki verður stýrdur við nóg góðari og fastari hond, soleiðis sum tað stendur í samgonguskjalinum - og tað fer ikki at ganga í longdini. Vælferðin verður við hesari gongdini sett í vanda og undir trýst.

Eg havi altið verið tilhengari av at kunna arbeiða breitt politiskt og finna haldførar langtíðarloysnir - og tað eiga vit eisini at gera við okkara landsbúskap.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin