28. februar 2022

Kom við á landsfund hjá Sambandsflokkinum!

Sambandsfólk kunnu gleða seg til eina fjølbroytta og spennandi skrá á árliga landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Formansrøða, víðkað politiskt orðaskifti, gestarøðari frá Vinstra og sofaprát er millum annað á skránni. Um kvøldið er ársveitsla

Sambandsflokkurin skipar fyri landsfundi leygardagin 12. mars, kl. 08.30-16.00 - í Tórshavn, á Hotel Hafnia.

Skráin fyri dagin er fjølbroytt, og sambandsfólk sleppa veruliga til orðanna í einum víðkaðum politiskum orðaskifti.

Formaður, Bárður á Steig Nielsen, setur fundin og leggur við formansrøðu síni upp til politiskt orðaskifti, har veljarafeløg, ungmannafelag og sambandsfólk sleppa til orðanna.

Landsstýrisfólkini taka eisini lut í orðaskiftinum.

Eftir steðgin á middegi, fer gestarøðarin, Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, at siga nøkur orð, og skipað verður síðani fyri sofapráti millum teir báðar formennirnar. Evnið er: Ríkisfelagsskapurin og umheimurin. Ein orðstýrari skipar kjakið, og høvið verður at seta spurningar.

“Landsfundurin er eitt gylt høvið hjá limum at koma til orðanna. Við einum sterkum baklandi og opnum orðaskifti eru vit veruliga ein sterkur flokkur. Hetta politiska orðaskiftið síggi eg sum formaður altíð fram til”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

Eftir steðgin seinnapartin heldur politiska orðaskiftið fram.

At enda tekur formaðurin samanum.

Eftir landsfundin verður ársveitsla. Veitslan verður somuleiðis hildin á Hotel Hafnia kl. 19. Upplýsingar um tilmelding til ársveitsluna er at finna her

Øll sambandsáhugað eru vælkomin til fund og í veitslu.

Eru spurningar viðvíkjandi fundinum ella árveitsluni ber til at venda sær til floksskrivstovuna á teldupost samband@olivant.fo ella á tlf. 312492.

Skráin fyri landsfundin sæst her

Sambandsflokkurin