27. oktober 2026

Sunnvá er varaforseti í Norðurlandaráðnum

Til ársfund Norðurlandaráðsins, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki, er vorðið greitt, at Sunnvá Dahl Høgfeldt er vald til varaforseta fyri Norðurlandaráðið.

Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru umboðað við eini sterkari rødd í Norðurlandaráðnum, og tí eru vit errin av og stuðla fult uppundir, at Sunnvá skal røkja hendan sessin. Grønland røkir sessin fyrru helvt av 2027 og Sunnvá skal røkja sessin í seinnu helvt í 2027.

“Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Tí fari eg at halda fram við arbeiðinum hjá mínum forgangarum, og stríðast fyri fullgildigan limaskap fyri Føroyar í Norðurlandaráðnum,” sigur Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Vit ynskja Sunnvá hjartaliga tillukku við varaforseta sessinum, og ynskja henni somuleiðis góðan arbeiðshug!

 

Sambandsflokkurin