04. august 2026
Í 2030 var ætlanin at øll elframleiðsla á landi skuldi verða grøn. Tað var málið, sum politiskt bleiv sett, og tað er eitt mál, sum alt samfelagið hevði bundið seg til. Men mál eru einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at orkuútbyggingin í Føroyum verður framd sum ætlað – og at hon ikki verður seinkað av ósemju, óvissu ella tvídrátti.
Ætlanin er farin á glið, júst orsakað av seinast nevnda.
Hyggja vit at tølunum, síggja vit greitt, hví ferðin eigur at haldast, og hví tað er óforsvarligt ikki at halda ætlanina:
Í 2025 fór samlaða elframleiðslan á fyrsta sinni upp um 500 GWt – 506 GWt tilsamans. Av hesum komu 102 GWt úr vatnorku og 148 GWt úr vindorku – men framvegis heili 250 GWt úr olju. Nærum helvtin av elorkuni kemur sostatt enn frá innfluttari, dálkandi olju. Grøni framleiðsluparturin var bert 50,6% – undir tí 56%-málinum, sum Sev hevur bundið seg til mótvegis lánveitarunum, og felagið mátti tí rinda eykarentu. Elsølan vaks samstundis 5,6% – so gongdin er tann, at nýtslan veksur skjótari enn grøna framleiðslan.
Á framleiðslusíðuni skal tó sigast, at nógv er hent seinastu árini:
Tilsamans hava nýggju privatu lundirnar – Flatnahagi og Gellingarklettur – saman við ætlaðu lundini í Klivaløkshaga ein mátt upp á umleið 65 MW. Leggja vit ósettu Eiðis-lundina afturat, - sum burdi verið framd, koma vit upp um 80 MW. Tað er ein søgulig útbygging. Men hon er ikki nóg mikil – og partar av henni standa í stað.
Orkupolitiska ætlanin framskrivar vanligu elnýtsluna við 2% um árið – men tað er bert grundnýtslan. Tá upphiting og ferðsla á landi verða fult elektrifiseraðar, veksur samlaða elnýtslan frá góðum 300 GWt upp móti knøppum 600 GWt í 2030. Tørvurin á nýggjari, grønari framleiðslu er mettur til umleið 430 GWt – tað er nærum ein trífalding av tí grønu framleiðsluni, vit høvdu, tá ætlanin varð gjørd.
Og hetta er uttan at rokna við vøkstrinum í vinnuni. Alivinnan, fiskavirkini, datadeplar og onnur orkukrevjandi virksemi banka longu upp á hurðina og spyrja eftir grønum streymi. Hvør nýggj hitapumpa, hvør nýggjur elbilur og hvør nýggj framleiðslulinja leggur afturat tørvinum – hvønn einasta dag.
Seinkingarnar eru ikki ein teoretiskur vandi – tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri gera, at framleitt má verða við olju í staðin fyri við vindi, sum er væl bíligari. Og Eysturlund – stóra vindmylluætlan hjá EFFO og Bakkafrost, ið skuldi avloyst tungoljuna hjá Havsbrún – stendur føst í kærumálum hjá myndugleikunum og lógarforðingum i elveitingarlógini um netið frá myllunum til Havsbrún. Hvørt einasta ár, sum fer til spillis, hendir hetta:
Tey, ið halda, at Sev bara kann gera allar íløgurnar sjálvt, eiga at hyggja í nýggjastu ársfrásøgnina. Við árslok 2025 var langfreistaða nettoskuldin hjá Sev 1,87 mia. kr. – svarandi til 6,1 ferðir EBITDA, sum var 305,7 mió. kr. Innanhýsis markið hjá felagnum er 6,0 ferðir, og lánveitararnir loyva í mesta lagi 9,0 ferðir. Sev er sostatt longu farið upp um sítt egna mark, og úrslitið eftir skatt í 2025 var bert 6,9 mió. kr.
Umroknað merkir hetta, at "loftið" hjá lánveitarunum – 9 ferðir verandi EBITDA – liggur um 2,75 mia. kr. Tað gevur í mesta lagi pláss fyri knøppum 900 mió. kr. í nýggjari nettoskuld, og bert um inntøkurnar halda. Samstundis skal eginognarparturin, sum nú er 40%, í minsta lagi vera 35% sambært lánstreytunum, og í 2026 skulu 1,7 mia. kr. endurfíggjast, meðan íløgur fyri góðar 500 mió. kr. eru ætlaðar.
Orkupolitiska ætlanin metti íløgutørvin fram til 2030 til umleið 2 mia. kr. í framleiðslu og goymslu og 1,3 mia. kr. í elnetið. Tølini tosa sítt greiða mál: Sev kann ikki einsamalt bera hesa byrðu. Skal útbyggingin fara fram sum ætlað, mugu privatir aktørar sum Magn, Vindrøkt og aðrir vera við at gera íløgurnar – í opnari og sunnari kapping, so elprísurin verður lægstur møguligur fyri brúkaran.
Eg skilji væl, at vindmyllulundir vekja kenslur – eisini í Klivaløkshaga, har umráðandi fuglaøki eru í grannalagnum. Náttúruatlit skulu takast í álvara, og treytirnar í umhvørvisgóðkenningunum skulu haldast og eftirkannast. Men vit mugu eisini viðurkenna, at størsta hóttanin móti føroysku náttúruni er ikki ein vindmylla á einum fjallaryggi – tað er veðurlagsbroytingin, sum vit sjálvi geva okkara íkast til, hvørja ferð vit brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent.
Valið stendur ikki ímillum náttúru og orkuútbygging. Valið stendur ímillum eina skipaða, umhugsna útbygging nú – ella meira olju, meiri kostnað og eitt brotið lyfti í 2030.
Latið okkum halda ferðina. Latið okkum byggja út – sum ætlað og landsmyndugleikin, SEV og vinnan mugu ganga hond i hond og loysa hesa ovurhonds neyðugu avbjóðingina saman.