19. juni 2026

Starvslýsing

Starv sum miðlafólk hjá Sambandsflokkinum

Ert tú áhugað/ur í politikki, samfelagsviðurskiftum og einum fjølbroyttum starvi í politiska maskinrúminum í Løgtinginum?

So er starvið sum miðlafólk hjá Sambandsflokkinum júst nakað fyri teg!

Um starvið:

Vit bjóða tær eitt spennandi starv í einum mennandi umhvørvi, har tú fært serligt innlit í politisk viðurskifti.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um miðling og samskipan av politiska gerandisdegnum, umframt at framleiða video og grafikk.

Tú kemur at arbeiða tætt saman við politikkarunum og skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum, har tú fært serligt innlit í politisk viðurskifti og kemur at uppliva ein fjølbroyttan arbeiðsdag.

Starvið er tíðaravmarkað frá septembur 2026 til juli 2027.

Um teg:

Tað er ein fyrimunur, um tú ert áhugað/ur í politiskum viðurskiftum, hevur evni at klippa og framleiða video og grafikkir, og dugir væl at brúka sosialar miðlar.

Vit vænta, at tú ert:

-Væl skipað/ur

-Arbeiðir sjálvstøðugt

-Hevur góð samstarvsevni

-Hevur góðar skrivligar førleikar á føroyskum og donskum

-Dugir væl at brúka sosialar miðlar

Løn og setanarviðurskifti:

Løn verður sett eftir avtalu.
Starvsbyrjan er frá 1. septembur ella eftir nærri avtalu.

Umsókn:

Umsókn, CV, viðmæli og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Jógvan Jall í Dímun á jogvanjallurid@logting.fo í seinasta lagi 31. juli 2026. Skriva umsókn í evnisteigin.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Jall í Dímun á tlf.nr. +298 260582 ella á teldupost jogvanjallurid@logting.fo