06. mai 2026

Asfaltering av Oyravegnum

Undirritaði staddur á sunnasta partið av Oyravegnum.

 

Asfaltering av Oyravegnum.

 

Eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52a fyrispurning um Oyravegin og ætlanir hansara hesum landsvegi viðvíkjandi.
Oyrarvegurin er ein landsvegur við nógvari dagligari ferðslu, har tung vinnuakfør koyra regluliga. Vegurin er í ringum standi, og tað er tískil ein átrokandi tørvur á ábótum á hesum vegastrekkinum.
Henda farleið hevur stóran týdning fyri vinnulívið í økinum, men somuleiðis fyri borgararnar á Norðoyri, ið nýta vegin dagliga. Norðoyri er ein vaksandi bygd við einum vaksandi tali av barnafamiljum. Í nærmastu framtíð verður talan um tveir dagsstovnar í bygdini, og longu nú eru nógvar barnafamiljur, ið dagliga seta síni børn av har.
Samanumtikið er talan um ein landsveg, sum hevur ógviliga tunga og nógva ferðslu.
Vón mín er tí, at hesin vegur verður raðfestur og endurnýggjaður í nærmastu framtíð. livst so spyrst.
 
Á Løgtingi, 4. mai 2026
Hermann R. Samuelsen