26. mars 2026
Góðu Suðuroyingar
Ongantíð sum nú, er tað so umráðandi at standa saman um alt tað góða, okur hava her suðuri.
Nógv er sagt og lovað seinastu vikurnar. Tó er eitt mál, ið er framum øll onnur fyri okum her suðuri: Suðuroyartunnilin.
Størsta uppgávan er at arbeiða fyri, at Suðuroyggin fylgir við restini av landinum, so okur suðuroyingar fáa somu javnbjóðis møguleikar, sum restin av Føroya fólki. At okur fáa somu sømdir og møguleikar sum hini økini í landinum - tað verið seg borgarar og vinnulív. Tí er tað ongantíð so umráðandi sum nú, at okur velja suðuroyingar á ting - suðuroyingar, ið standa saman og saman vilja arbeiða fyri oynni. Bert soleiðis tryggja okur okum, at samtykt verður at fara undir tunnilin, tá hann kemur aftur í Løgtingið.
Meðan okur bíða, mugu batar gerast á Suðuroyarleiðini m.a. við einari ferju afturat, ið kann avlasta Smyril og avloysa hann, tá hann er í dokk. Eisini skulu fleiri tyrlutúrar til og ein smidligari bíleggingarskipan til tyrluna, so at suðringar ikki skulu sita á náttartíð og bíleggja ferðaseðlar fyri at tryggja sær pláss.
Karmar mugu skapast, so at ung fólk velja at búseta seg í Suðuroynni, eisini áðrenn tunnilin er liðugur. Her eru m.a. bústaðarviðurskiftini ein týðandi partur, bæði tá tað kemur til at finna, byggja og fíggja bústað.
Lættari atgongd til útbúgving og møguleika at arbeiða úr Suðuroynni, eru eisini fortreytir fyri, at fólk støðast her. Okur, sum samfelag, mugu umskipa okum, so at okur ikki eru bundin at einum staði, tá tað kemur til útbúgving og arbeiði. Okur mugu hugsa talgildar møguleikar til okra oyggjasamfelag, støðga urbanisering og stimbra oyggjasamfelagið. Tað skal bera til at lesa fjarlestur á Setrinum. Á teimum økjum, har tað er møguligt, skulu fólk her suðuri kunna arbeiða heimanífrá ella í hølum til endamálið.
Neyðugt er at standa saman um tað, okur hava á oynni og um Suðuroynna sum heild. Tað er ábyrgdin hjá suðuroyarpolitikkarum at verja borg, tí ongin ger tað fyri okum.
Veljið meg - eg eri til reiðar at standa saman við tykkum um Suðuroynna.
X við Jónleyg J. Bech
valevni fyri Sambandsflokkin