25. mars 2026

Føroyingar vilja sambandið við Danmark

Føroyingar vilja sambandið við Danmark

 

Eftir valúrslitið á fólkatingsvalinum í gjárkvøldið stendur púra greitt, at føroyingar ikki eru tilreiðar at slíta sambandið við Danmark.

 

Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning í gerandisdegnum hjá fólki. Vanliga fólkið merkir, at góða sambandið við Danmark tryggjar okkum vælferð, bæði í heilsuverki og í okkara búskapi.

 

Vit eiga ikki at spæla hasarad við vælferðini, og tað vil Føroya fólk heldur ikki.

 

Heimurin er ótryggur, og tí er tað ábyrgdarleyst at tosa um at loysa frá Danmark. Vit hava brúk fyri tryggleika framum tann ótryggleika at liggja einsamøll í Norðurhøvum.

 

Á fólkatingsvalinum hevur veljarin valt samanhald heldur enn at spaðja.

 

 

Vel tryggu loysnina

Vel Sambandsflokkin