24. mars 2026
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulív, eldralív!
Í fleiri ár havi eg umhugsað at bjóðað meg fram í politikki, og nú er løtan komin. Eg eiti Lív Reinert Nielsen, eri 43 ára gomul, og eg stilli upp fyri Sambandsflokkin.
Eg búgvi í Havn saman við manni mínum og okkara trimum børnum. Uppvaksin í Saltnesi hjá foreldrum mínum og trimum systkjum. Mær dámar væl at vera virkin, og eg trívist væl millum nógv fólk. Frítíðin fer fyri tað mesta til familju, vinir, fimleik og tónleik. Familjan er stór, og hevur altíð verið mær ein hollur stuðul í tí, eg havi fingist við.
Havi starvast sum lærari í Eysturskúlanum í Havn síðan 2007. Harafturat hava maður mín og eg havt egna fyritøku síðan 2008.
Míni grundleggjandi virði eru opinleiki, at vera høvisk og ærlig, hava virðing fyri mær sjálvari og øðrum, og at gera mær ómak í øllum lívsins viðurskiftum.
Eg eri góð við land okkara; fólk, náttúru, mál og mentan. Vit eiga nógv arbeiðssom, gløgg og dugnalig fólk, sum vilja landi okkara væl, og tað eri eg sera takksom fyri.
Míni hjartamál eru fleiri. Tað er so ómetaliga týdningarmikið, at vit geva okkum far um, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum – ØLLUM – í føroyska samfelagnum. Familjurnar skulu hava tað gott. Fólkaskúlin skal hava góðar umstøður. Vit skulu virðismeta tað stóra arbeiðið, sum ítróttafeløg, skótar og onnur gera fyri okkara børn og ungu. Vinnan má og skal hava tryggar og góðar karmar at virka í, og vit skulu taka okkum væl av teimum eldru í samfelagnum.
Eg ynski okkum øllum tað væl, og eg lovi at gera mær ómak!
Eg havi dirvið. Sambandsflokkurin hevur givið mær møguleikan. Vónandi veita tit mær álitið.
Gott val!
X við Lív
X við Sambandsflokkin