19. mars 2026
RÍKISFELAGSSKAPURIN INNIBER FLEKSIBILITET OG TRYGGLEIKA
Ríkisfelagsskapurin gevur okkum persónliga eina rúgvu av møguleikum at virka og mennast, sum vit dagliga ikki geva okkum far um, tí tað er ein sjálvfylgja í okkara hugaheimi.
Nevnast kunnu t.d.:
FRÆLSI
- Á øllum økjum at virka og liva, har vit vilja í Ríkinum, undir somu treytum sum danir og grønlendingar
MØGULEIKAR
- At útbúgva okkum umvegis donsku útbúgvingarskipanina, bæði í Danmark og kring allan heimin, við SU í rygginum
- At endurútbúgva okkum innan mong økir, harímillum eisini handverksligar útbúgvingar
- At arbeiða, hvar vit hava hug i Evropa við reyða passinum
-Serligar skipanir fyri okkara lesandi sum onnur ikki hava – t.d. R-frádráttin og raðfesting til lestaríbúðir.
Um politiski viljin er til staðar i Føroyum so er eisini møguligt :
-At íverkseta tvískattaavtalur okkum tørva við protokoll,- tað vildi lætt munandi um hjá vinnuni , serliga maritimu vinnuni.
- At fáa sett handilsavtalur i gildið fyri Føroyar eisini, sum partur av ríkisfelagskapinum.
-Um vit i framtíðini eftir samráðingar velja ES limaskap, so er hesin eisini møguligur at íverkseta við protokol.
TRYGGLEIKI
- Stór trygd, at vit i heilsuhøpi hava einastandandi atgongd til donsku heilsuskipanina, servitanina og hjálpina, sum har er og sum mangir 1000 føroyingar njóta gott av.
- Stórur tryggleiki, at vit sum partur av Ríkinum verjupolitiskt eru umfatað av donsku verjuavtaluni við NATO, verjusamgonguni. Serliga við tí, sum er hent seinastu árini á trygdarpolitiska økinum og rembingum og kríggið i Evropa og aðrastaðni, er umráðandi, av vit eru tætt knýtt at Danmark og Evropa sum heild.
Vit skulu verja og tryggja eitt mennandi samstarv millum okkara lond - tað borgar Sambandsflokkurin á Christiansborg fyri.
Set X við Johan Dahl
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið