17. mars 2026
Babba á Barsil
Tá vit tosa um javnstøðu, snýr tað seg um rættindi og møguleikar fyri bæði kynini. Kortini hava vit skipanir í Føroyum, har pápar ikki verða javnsettir við mammur.
Í Føroyum hava menn í dag bert fýra vikur oyramerktan barsil, ið skal brúkast, áðrenn barnið verður 1 ár. Mammur hava 18 vikur, ið eru oyramerktar, og av teimum eru 4 vikur áðrenn termin, og 14 vikur beint eftir, at barnið er føtt. Eg haldi ikki, at barsilin skal vera oyramerktur. Foreldur eru sjálvi før fyri at taka avgerð um, hvussu barsilin skal deilast sína millum.
Vit eru komin eitt gott fet á leiðini við at tryggja summum pápum deildan foreldramyndugleika. Men hetta er ikki galdandi fyri teir pápar, ið ikki eru giftir við mammuni og sum ikki hava búð saman við mammuni í 10 mánaðar, áðrenn barnið verður føtt. Tað merkir, at mamman skal góðkenna, at pápin verður skrásettur sum pápi, og at hann harvið fær deildan foreldramyndugleika. Tað er ein skipan, sum hoyrir eini aðrari tíð til.
Pápar eru foreldur á jøvnum føti við mammur. Teir eiga sama rætt til at taka ábyrgd og lut í teimum fyrstu týdningarmiklu mánaðunum hjá barninum.
Javnstøða snýr seg ikki um at seta kyn ella minnilutar upp ímóti hvørjum øðrum, men at øll hava somu rættindi og møguleikar. Tí er tað upp á tíðina, at vit eisini tryggja javnstøðu fyri pápar. Tað er ikki bert ein fyrimunur fyri páparnar, tað er eisini ein fyrimunur fyri familjuna og ikki minst fyri børnini.
X við Sunnvá Dahl Høgfeldt,
Valevni fyri Sambandsflokkin