16. mars 2026

Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at passa sín maka

Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at passa sín maka

 

Ein pensjonerað kona ringdi til mín í morgun. Hon greiddi mær frá, at maður hennara var blivin óhjálpin fyri fleiri árum síðani, men av tí at hon hevði arbeitt við sjúkum fólkum, kundi maðurin búgva heima, og neyðugt var ikki at fáa fólk uttanífrá at taka sær av honum. Hon kláraði alt sjálv.

Fyri hetta fekk hon eina samsýning, sum hon rindaði skatt av. Men umframt tað bleiv samsýningin eisini mótrokna í fólkapensjónini, og tí var lítið eftir.

Henda konan hevur spart samfelagnum milliónir, og tøkkin er, at pensjónin minkar, tí hon fær løn fyri tað góða arbeiðið sum hon ger. Hetta er ikki rímiligt.

Her halda vit í Sambandsflokkinum, at lønin eigur at verða skattað, men pensjónin eigur ikki at verða mótroknað.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin