15. mars 2026
Sum mamma at barni, ið ber brek, so kenni eg alt ov væl, hvussu stirvin skipanin kann vera.
Eg kenni til at renna meg í forðingar, tí ein paragraf sigur eitt og ein onnur eitt annað. Her skal eg royna at navigera ígjøgnum paragraffirnar, inntil eg finni eitt hol, sum eg sleppi inn ígjøgnum. Eg má sníkja meg inn í eina skipan, ið eigur at hjálpa mær.
Tá eg sá tilmælið um dagstovnalógina, varð eg milt sagt skuffað. Havi eg veruliga tosa fyri deyvum oyrum í meira enn 3 ár?
Nógv foreldur geva upp, tí kampurin ímóti skipanini er ov tungur. Man troyttast, og tað skilji eg ótrúliga væl, tí eg havi eisini verið har. Men sum ein, ið kennir skipanina, vil eg gera mun fyri tykkum, ið ikki gera.
Eg vil arbeiða hart fyri, at øll børn skulu sleppa at vera við og fáa teir bestu møguleikarnar í lívinum. Onki barn skal sita heima og vera uttanfyri felagsskapin.
Øll børn hava sama virðið.
X við Sonju
X við Sambandsflokkin