10. mars 2026

Ov langar bíðitíðir skaða bústaðarmarknaðin

Sum býráðslimur í Klaksvíkar kommunu og næstformaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini havi eg fingið gott innlit í hetta økið. Trupulleikin liggur framvegis í óendaliga longum bíðitíðum frá almennari síðu. Serliga er tað á Umhvørvisstovuni, at byggimál steðga upp.

Eg veit um dømi, har góðkenningar av nýggjum byggisamtyktum hava tikið tvey ár. Hetta er ein beinleiðis forðing fyri at útvega fleiri bústaðir og hevur stóran leiklut í, at útboðið av bústøðum er nógv lægri enn eftirspurningurin. Byggimálsviðgerðir taka alt ov langa tíð, og hetta má broytast.

Ein greið loysn er at uppraðfesta økið og seta fleiri byggimálsviðgerðar í starv. Tá kunnu fleiri byggimál verða viðgjørd samstundis, og bíðitíðin fer at styttast munandi. Skal bústaðarneyðin loysast, krevst at málsviðgerðin fylgir við tørvinum.

Tí mugu vit eisini tora at gera upp við ov seinar og tungar almennar skipanir. Støðan í dag er ótolandi og má broytast!

Góði veljari – vel ein Hermann.

X við B

Hermann R. Samuelsen

Valevni fyri Sambandsflokkin