09. mars 2026
Míni hjartamál hava altíð verið at tryggja góðar og tryggar karmar fyri børn og ung, so tey fáa bestu fortreytirnar at vaksa og mennast. Framtíð okkara byggir á tey ungu, og tí mugu vit tryggja teimum ein sterkan og tryggan gerandisdag.
Samstundis liggur mær nógv á hjartað at verja og virða tey undangongu fólkini, sum hava bygt okkara samfelag upp. Okkara eldru hava lagt grundarlagið undir tað samfelag, vit kenna í dag, og teimum eiga vit at møta við virðing, tryggleika og góðum korum.
Eisini vil eg arbeiða fyri betri korum hjá teimum vanligu arbeiðarunum – teimum, sum hvønn dag fara til arbeiðis og gera sítt fyri at halda Føroyum koyrandi. Teirra arbeiði er ein týðandi partur av grundarlagnum undir okkara vælferðarsamfelagi.
Vit mugu hava eitt samfelag, har øll kenna seg trygg – bæði familjur, arbeiðsfólk og okkara eldru. Tað krevur ábyrgd, støðufesti og politiskan vilja at lurta eftir fólkinum.
Tí vil eg serliga arbeiða fyri:
– veruligari viðgerðartrygd í heilsuverkinum
– sterkari og betri rehabilitering
– at fáa mótrokningina hjá pensjónistum tikna burtur
Eg vóni, at tit vilja fylgja við og taka kjakið saman við mær um, hvussu vit best menna Føroyar víðari.
X við Martin Drangberg
X við Sambandið