06. mars 2026

Ivast tú í at stilla upp?

Vit vilja síggja fleiri kvinnur í politikki💪
Boðskapurin var greiður; vit mugu eggja fleiri kvinnum til at stilla upp! Tí tekur Sambandsflokkurin nú táttin upp💙
Vit vilja síggja fleiri kvinnur í politikki, og vit vilja gera nakað við tað! Vit kunnu ikki bíða eftir eini hugburðsbroyting, tí so fer tað at taka 200 ár.
Tískil hava vit gjørt av at savna kvinnur frá øllum flokkum:
📍á Hotel Hafnia
⏰leygardagin klokkan 13.00
til eitt tiltak, har kvinnur hava møguleika at hittast og deila upplivingar í politiska lívinum, uttan í mun til politiska sannføring.
Endamálið við tiltakinum er at eggja fleiri kvinnum at bjóða seg fram í politikki!
Vit hava samla eitt panel av royndum, sum óroyndum politikarum, ið koma at greiða frá teirra upplivingum í politikki. Harumframt verður framløga og eisini verður tíð til óformelt prát.
Vit vóna, at kvinnur sum kanska standa á vippuni og ivast um tær skulu bjóða seg fram, koma oman á Hafnia og vónandi blíva inspireraðar💙