22. februar 2026

Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Broyting í mótrokning av pensjónum)

Uppskot til

 

Løgtingslóg

um

broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Broyting í mótrokning av pensjónum)

 

 

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við § 5 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:

 

  1. Í § 19 verður sum nýtt stk. 3 sett: “Stk. 3. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri persónar, ið ikki hava aðra pensjónsuppsparing enn pensjón sambært hesi lóg.” Stk. 3-9 verða eftir hetta stk. 4-10.
  2. Í § 20, stk. 1 verða áðrenn nr. 1 sum nýggj nr. sett: “1) arbeiðsinntøka, 2) endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, 3) dagpeningur vegna sjúku sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku,” Nr. 1-2 verða eftir hetta nr. 4-5.
  3. Í § 20 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Stk. 1, nr. 1-3 eru ikki galdandi, tá inntøkugrundarlag verður roknað sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar.” Stk. 2-8 verða eftir hetta stk. 3-9.

 

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

1.1 Orsakir til uppskotið

 

Almennar viðmerkingar

Fleiri av okkara eldru borgarum hava bæði heilsu, hug, orku og møguleikar at halda fram við at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur, men verandi skipan við mótrokningni av arbeiðsinntøku omanfyri 61.900 kr. árliga eggjar ikki til hugin at framhaldandi arbeiða.

Tí vil Sambandsflokkurin við hesum lógaruppskotinum avtaka mótrókningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum og gera tað meira áhugavert fyri teir pensjónistar, sum hava heilsu, hug, orku og møguleikar til at arbeiða og taka eitt eyka tak - og verða longur á arbeiðsmarknaðinum.

Føroyska samfelagið er í løtuni í tí støðu og hevur verið tað seinastu árini, at arbeiðsmarknaðinum tørvar arbeiðsmegi innan fleiri ymisk arbeiðsøkir. Serliga innan vælferðarøkið, t.e. heilsu-, eldra- og heimarøkt, er stórur tørvur á fleiri hondum, og eisini bæði innan tænastu- og framleiðsluvinnuna, t.d. matstovur, hotell, fiska- og alivirkir og byggjarí. Upplýsast kann, at arbeiðsloysið seinastu árini hevur ligið niðanfyri 1,0 prosent, svarandi til eini 250 fulltíðararbeiðsleys.

Eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag. Allar pensjónsinntøkur skulu framvegis verða mótroknaðar, og vil hetta sum frá líður verða ein stórur partur av samlaðu inntøkuni hjá pensjónistum. Síðan tað bleiv tvungið at spara upp til egna pensjón í 2014, er samlaða pensjónsuppsparingin økt munandi, og hetta verður enn størri frameftir. Samstundis sum størri partur skal gjaldast inn í pensjón, hava fleiri og fleiri spart upp í longri áramál. Hetta vil síggjast aftur sum ein munandi uppsparing komandi árini. Hetta er við til at tryggja langtíðarhaldføri av framtíðar pensjónsútgjøldum, tá tey, ið hava verið á arbeiðsmarknaðinum við fullari uppsparing, verða fult mótroknað.

1.2 Galdandi lóggáva

Tað eru framdar ymiskar broytingar í verandi lóggávu, sum eru við til at eggja pensjónistum at átaka sær eitt lønandi arbeiði, men tað eru enn nakrar óhepnar forðingar, sum halda pensjónistum frá hesum, tí arbeiðsinntøkan verður mótroknað í pensjónini.

Tá fólkapensjónistar hava inntøkur afturat pensjónini – t.d. arbeiðsinntøkur ella privatar pensjónir, lækkar fólkapensjónin eftir einum ávísum hátti. Hetta kallast mótrokning.
Í almannapensjónslógini § 19, stk. 1 er tað soleiðis orðað “Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 20% av inntøkugrundarlagnum”. Tað merkir, at um fólkapensjónistur hevur inntøku á 100 kr., lækkar viðbótin við 20 kr. Mótrokning virkar sum ein øktur marginalskattur. Hevur ein fólkapensjónistur inntøku, rindar hann marginalskatt av inntøkuni, men harumframt missir hann ein part av pensjónini. Marginalskattur og tað, sum hann missir av pensjónini, verður tilsamans í viðmerkingunum til hetta lógaruppskotið kallað fyri effektivur marginalskattur. Fólkapensjónistar kunnu býtast í 5 ymiskar bólkar:

 

 

 

 

1. Verandi pensjónistur - ógiftur

2. Verandi pensjónistur - giftur. Pensjónsupphæddin treytað av egnari inntøku

3. Verandi pensjónistur - giftur. Pensjónsupphæddin treytað av inntøkum hjá hjúnunum tilsamans

4. Komandi pensjónistur - ógiftur

5. Komandi pensjónistur – giftur

 

Eitt hugtak, sum hevur týdning víðari í lýsingini av hesum lógaruppskoti, er inntøkugrundarlag. Persónar, sum hava inntøku av ávísari upphædd afturat pensjónini, fáa lægri pensjón. Tað er inntøkugrundarlagið, sum avger pensjónsupphæddina. Inntøkugrundarlag kann vera arbeiðsinntøka, egin uppspard pensjón (tó ikki kapitalpensjón), rentuinntøka og aðrar inntøkur, sum verða skattaðar eftir kapitalvinningsskattalógini. Fólkapensjón, viðbót til ávísar pensjónistar og útgjald frá AMEG eru ikki partur av inntøkugrundarlagnum. Inntøkugrundarlag verður altíð uppgjørt sum ársinntøka.

 

Pensjónistar í arbeiði

 

 

1.3 Endamálið við uppskotinum

Lógaruppskotið skal vera við til at tryggja eitt enn hægri útboð av arbeiðsmegi, og at hetta kann fást lutfalsliga skjótt og lætt at virka. Tað hevur týdning, at ein slík skipan, sum lagt verður upp til her, byggir á, at tað altíð verður eitt frítt val hjá tí einstaka pensjónistinum - treytað av áhuga, heilsu, orku o.a.

1.4 Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum

Lógaruppskotið hevur við sær, at arbeiðsinntøka ikki longur skal mótroknast í pensjónini, t.e. mótroknast í grundupphæddini og viðbótini.

Við hesari broytingini verða verandi pensjónistar eggjaðir at arbeiða meira, enn teir gera í dag. Eisini er at vóna, at pensjónistar, sum í dag ikki hava eitt lønandi arbeiði, verða eggjaðir at átaka sær eitt arbeiði.

Talvan  niðanfyri  vísir  munin  á  verandi  skipan  við  mótrokning  og  nýggju  skipanini,  har arbeiðsinntøka ikki verður mótroknað. Um pensjónisturin hevur eina árliga arbeiðsinntøku á kr. 250.000, fær hann eftir nýggju skipanini útgoldið kr. 3.135 meir um mánaðin, kr. 28.271 í mun til kr.

 

Pensjónistur sum arbeiðir, stakur

 

 

Verandi

 Nýggj skipan

 Arbeiðsinntøka

250.000

250.000

 AMEG

 

77.460

77.460

 Viðbót

 

63.732

63.732

 Grundupphædd

55.584

55.584

 Frádrátt fyri arbeiðsinntøku

-37.620

 

Skattskyldug inntøka

355.192

355.192

 Landsskattur

42.488

42.488

 Kommunuskattur

65.038

65.038

 Skattur íalt

107.527

107.527

 

   

 

Ársinntøka

301.629

339.249

 Útgoldið pr. mðn.

25.136

28.271

 

 

Kapittul 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligu avleiðingar, sum standast av at avtaka mótrokningina, eru í svari upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-021/2024 mettar at verða umleið 40-50 mió. kr. árliga. Talan er um hægri útreiðslur fyri landskassan til pensjónir - upphæddir, sum verða reguleraðar niðureftir vegna arbeiðsinntøku. Hinvegin kann væntast, at um arbeiðsinntøkan hjá t.d. 400 pensjónistum hækkar frá kr. 61.900 upp til 200.000, so verður skattainntøkan umleið 20 mió. kr. hægri árliga. Herumframt kann roknast við at hægri inntøkuupphæddin hjá pensjónistum fer í umferð og gevur fleiri nýtsluinntøkur. Um pensjónistarnir fáa eina hægri inntøku á 55 mió. kr. og hægri pensjónir á 55 mió. kr. verða útgoldnar tá mótrokningin verður avtikin, og vit siga, at 30% kemur inn í mvg og ørðum umsetningsavgjøldum, gevur tað aðrar 27 mió. kr. meir í almennu kassarnar. Samanlagt gevur hetta kr. 47 mió. meir í almennu kassarnar, 20 mió. kr. meir í skatti og 27 mió. kr, meir í nýtsluinntøkum.

2.2. Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri landið við tað, at Almannaverkið skal tillaga sínar skipanir í mun til nýggja inntøkugrundarlagið. Lógaruppskotið hevur ikki umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur.

2.3. Avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur positivar avleiðingar fyri vinnuna og tað almenna í strembanini eftir at útvega meira arbeiðsmegi.

 

2.4. Avleiðingar fyri umhvørvið

Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

2.5. Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

2.6. Avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Uppskotið hevur avleiðingar fyri pensjónistar, ið sambært uppskotinum ikki verða mótroknaðir í arbeiðsinntøku.

2.7. Millumtjóðasáttmálar á økinum

Uppskotið sampakkar við millumtjóðasáttmálar á økinum.

2.8. Tvørgangandi millumtjóðasáttmálar

Uppskotið samsvarar við tvørgangandi millumtjóðasáttmálar, sum eru viðkomandi fyri uppskotið.

2.9. Markaforðingar

Uppskotið elvir ikki til markaforðingar.

2.10. Revsing, fyrisitingarligar sektir, pantiheimildir ella onnur størri inntriv

Uppskotið hevur ikki ásetingar um revsing, panting og sektir og ger ikki onnur størri inntriv í rættindini hjá fólki.

2.11. Skattir og avgjøld

Tað eru ongar ásetingar um skattir og avgjøld í uppskotinum.

2.12. Gjøld

Tað eru ongar ásetingar um gjøld í uppskotinum.

2.13. Áleggur lógaruppskotið likamligum ella løgfrøðiligum persónum skyldur?

Uppskotið áleggur ikki likamligum ella løgfrøðiligum persónum skyldur.

2.14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein stovn undir landsstýrinum ella til kommunur?

Uppskotið leggur ikki heimildir til landsstýrismannin, ein stovn undir landinum ella til kommunur.

2.15. Gevur lógaruppskotið almennum myndugleikum atgongd til privata ogn?

Uppskotið gevur ikki almennum myndugleikum atgongd til privata ogn.

 2.16. Hevur lógaruppskotið aðrar avleiðingar?

Uppskotið hevur ikki aðrar avleiðingar.

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

Til nr. 1

Sambært broytingini verður ikki mótroknað í pensjón hjá pensjónistum, ið ikki hava aðra pensjónsuppsparing enn pensjón sambært lóg um almannapensjónir. Hetta hevur við sær, at teir pensjónistar, ið einans móttaka pensjón sambært hesi lóg, fáa fulla upphædd. Møgulig arbeiðsinntøka og onnur inntøka, so sum nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini og uppsparing eftir reglunum í eftirlønarlógini, hava onga ávirkan á pensjónina.

Til nr. 2

Sambært broytingini verður allýsingin av inntøkugrundarlagnum munandi broytt. Skattskylduga inntøkan, ið verður skilmarkað í § 20, stk. 1, verður broytt soleiðis, at frameftir verður arbeiðsinntøka og í hesum sambandi eisini endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sambært § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (sonevnda ansingarsamsýningin) og sjúkradagpeningur undantikin. Hetta merkir, at skattskylduga inntøkan frameftir ikki fevnir um arbeiðsinntøku, ansingarsamsýning, sjúkradagpening, sosialar pensjónir, sum nevndar í § 20, stk. 1, nr. 1 og arbeiðsmarknaðareftirløn sum nevnd í § 20, stk. 1, nr. 2.

Skattskylduga inntøkan fer tó framhaldandi at fevna um m.a. útgjald av egnari uppspardari pensjón. Hetta merkir, at pensjón hjá pensjónistum, ið fáa útgoldið pensjón frá egnari pensjónsuppsparing, eitt nú tænastumannaeftirløn, framvegis verður mótroknað við støði í hesum útgjaldi.

Við broytingini verður samlaða mótrokningin hjá teimum, ið verða mótroknaði í pensjón, lægri enn sambært galdandi reglum, tí frameftir verður ikki mótroknað við støði í arbeiðsinntøku.

Til nr. 3

Broytingin verður gjørd soleiðis, at inntøkugrundarlagið í sambandi við viðbót til ávísar pensjónistar ikki verður ávirkað. Sostatt eru galdandi reglur framvegis galdandi fyri útrokning av inntøkugrundarlagnum til viðbót til ávísar pensjónistar, t.v.s. at inntøkugrundarlagið er seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan undantikið sosialar pensjónir og arbeiðsmarknaðareftirløn soleiðis, sum hesar eru lýstar í § 20, stk. 1, nr. 4 og 5.

Til § 2

Gildiskomuáseting.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Á Løgtingi, 18. Februar 2026

 

 

Bárður á Steig Nielsen   Erhard Joensen  Johan Dahl   Eyðdis Hartmann Niclasen 

 

Helgi Abrahamsen          Magnus Rasmussen   Kaj Leo Holm Johannesen