Sambandsflokkurin http://www.samband.fo/sambandfo/ Sambandsflokkurin stendur seg væl http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2358
Sambandsflokkurin stendur seg væl

Ein nýggj veljarakanning er almannakunngjørd í Dimmalætting.
Kanningin sigur m.a., at um val var nú, so hevði samgongan mist ein lim í mun til valið í 2008. Afturgongdin hevði tó einans verið úr 60,4% niður í 60%.

Sambandsflokkurin hevði framvegis staðið seg sera væl, um enn ikki so væl sum til eina samsvarandi kanning í apríl í ár.

Til seinasta val fekk flokkurin 21,0% av atkvøðunum. Nýggja kanningin gevur heili 26,1%. Framgongd upp á 5,1% og ein tinglim aftrat. Og tað, hóast flokkurin situr við landsins leiðslu í sera truplum tíðum.

Hóast andstøðuflokkarnir dagliga rópa hart og siga seg vita allar góðar loysnir, so kvinka teir ikki meira enn úr 38,9% í 40% og fáa bert ein tinglim aftrat.

Sambært kanningini hevði samgongan havt 19 tingfólk í mun til 20, og andstøðan 14 í mun til 13 við seinasta val.

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Sambandsflokkurin/B+SANBAND+SLOGAN_RGB (Medium).jpg Tíðindiskriv 8. september 2010 Aðalstjórn Tjóðveldisfloksins serverar ósonn tøl http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2357
Í farnu viku sást ein grein í bløðunum, sum sjálv aðalstjórnin í Tjóðveldi hevði skrivað. Hesi hábarsligu aðalsfólkini boðaðu í greinini frá, at tey høvdu sitið á fundi (á hægsta stigi, gangi eg út frá) og viðgjørt ”landsins støðu”.

Ikki heilt óvæntað, var niðurstøðan av fundinum, at her stendur illa til. Landið liggur í stjórnarloysi og hvør dagur sum gongur, er til skaða fyri land og fólk, váttar sjálv aðalstjórnarforkvinnan.

Eg skal viðganga, at eg hevði verið ógvuliga skakkur, um niðurstøðan á einum slíkum fundi hevði verið, at tað stóð væl til í Føroyum. Ta niðurstøðuna hevði tann háttvirda aðalstjórnin ikki kunnað brúkt til nakað sum helst, og ein tílík niðurstøða hevði tí neyvan verið almannakunngjørd. Tí skal fráboðanin sjálvsagt takast við einum vissum fyrivarni.

Men eitt er at gera niðurstøður, nakað annað er at undirbyggja ella prógva tað, sum stendur í niðurstøðuni, og har fer aðalstjórnin fullkomiliga skeiv.

Tøl úr leysum lofti
Aðalstjórnin skrivar, at vit eiga ikki at geva blokkniðurskurðinum skyldina fyri landsins støðu, tí føroyska bruttotjóðarúrtøkan er nærum tvífaldað, og landskassans inntøkur eru vaksnar við knappari milliard síðani blokkniðurskurðin.

Bæði tølini eru púrasta skeiv. Bruttotjóðarúrtøkan var 9.612 mió. krónur í 2001, og hon var 11.784 mió. krónur í 2009, so her má talan vera um okkurt nýtt slag av tvífalding.

Tað er heldur ikki í nánd av sannleikanum, tá sagt verður, at landskassans inntøkur eru vaksnar við knappari milliard síðani 2001. Í 2001 vóru inntøkurnar 3.800 mió. krónur og í 2009 vóru tær 3.895 mió. krónur.

Fáur lýgur meira enn helvtina, men her var so talan um eina tíggjufalding av sannleikanum.

Inntøkurnar mugu fylgja útreiðslunum
Eitt er at Tjóðveldi roynir at pynta tølini fyri inntøkurnar, men hvussu er so vorið við útreiðslunum? Heldur aðalstjórn Tjóðveldisfloksins veruliga, at um inntøkurnar bara standa í stað, so er alt gott, tí útreiðslurnar standa eisini í stað? Lat meg vísa á eitt dømi um tað øvugta:

Játtanin til almanna og heilsumál er økt við 300 mió. krónum bara síðani 2008. Hvat hevur Tjóðveldi sagt um tað? Jú vit fáa støðugt at vita, at ”sosiali radarin” hjá sitandi samgongu er slóktur. Játtanin er við øðrum orðum vaksin alt ov lítið eftir teirra tykki.

300 mió. krónur eftir tveimum árum, svarar til 150 mió. krónur um árið í meðal. Eftir tíggju árum tosa vit um eina øking á 1.500 mió. krónur, bara fyri almanna og heilsumál (við slóktum sosialum radara). Eg gangi út frá, at ein tendraður radari kostar munandi meira. Og kortini heldur flokkurin, at tað er ríkiligt, um inntøkur landskassans økjast við 1.000 mió. krónum eftir 10 árum. Hugsar Tjóðveldi als ikki um yvirskot ella undirskot?

Millum 500 og 1.000 krónur um vikuna
Aðalstjórnin roynir eisini at bagatellisera skaðan av blokkniðurskurðurðinum. Tey skriva: ”At blokkniðurskurðurin fyri 10 árum síðan fær skyldina fyri landsins støðu lýsir tað fullkomna hjálparloysi, sum stjórnarflokkarnir hava komið sær í.”

Boðskapurin frá aðalstjórnini er við øðrum orðum: ”Gloymi nú blokkniðurskurðin, tí tað er so langt síðani, hann var gjørdur”.

Men blokkniðurskurðurin er ikki bara nakað sum hendi fyri 10 árum síðani. Hann hendir hvønn einasta dag. Hann hevur kostað eina millión krónur í dag og hann kostaði eisini eina millión í gjár og hann fer aftur at kosta eina millión í morgin. Harumframt kemur fastfrystingin av blokkinum, so vit kunnu róliga rokna við, at hvør einasta meðalstóra familjan í landinum fer at missa millum 500 og 1.000 krónur, bara hesa vikuna, orsaka av blokkniðurskurðinum. Og soleiðis hava allar 447 vikurnar verið, líka síðani 1. januar 2002. Og hvat hava Føroyingar fingið fyri allar hesar pengarnar? - Einki!

Uppá ein máta skilji eg væl, hví aðalstjórn Tjóðveldisfloksins vil hava, at føroyingar bara skulu gloyma henda veruleikan.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Helgi Abrahamsen.JPG Tíðindiskriv 7. september 2010 HEYSTFUNDURIN 2010 http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2344
HEYSTFUNDURIN  2010

Heystfundur Sambandsfloksins verður á Hotel Hafnia leygardagin  6. november .

Byrjað varður við morgundrekka kl. 9.30.

Skráin fyri fundin verður lyst seinni.

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Landsfundurin 2007 - 1 (Large).jpg Tíðindiskriv 6. september 2010 Jóhanna á almenna vitjan http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2355
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p>Jóhanna á almenna vitjan</o:p>

<o:p>Mánakvøldið 6. sept. kemur til Føroya at vitja íslendski forsætismálaráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir við fylgi.</o:p>

<o:p>Týsmorgunin verður farið út í Koltur, og seinnapartin verður vitjað í Norðurlandahúsinum, á Listasavni Føroya og á Føroya Fornminnissavni.</o:p>

<o:p>Týskvøldið er løgmaður vertur við ein døgurða í Kirkjubø.</o:p>

<o:p>Mikumorgunin hevur løgmaður boðið Jóhonnu Sigurðardóttir til morgunmat í Tinganesi saman við landsstýrisfólkunum. Aftaná verður fundur millum løgmann og íslendska forsætismálaráðharran.</o:p>

<o:p>Jóhanna Sigurðardóttir og fylgi fara av aftur landinum seinnapartin mikudagin.
</o:p>
http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Landsstýri/Tinganes og Bacalao 9. juni 2006 - 3 (Small).jpg Tíðindiskriv 6. september 2010 Búskaparvøkstur staðfestur http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2353
Tað er at frøast um, at vit kunnu staðfesta, at búskaparin aftur er í vøkstri eftir nøkur ár við afturgongd.

Landsbankin vísir á í sínari nýútkomnu frágreiðing, at ábendingar eru um, at okkara búskapur er við at venda í 2010 – frá afturgongd til framgongd. Mett verður, at BTÚ fer at vaksa við 3% í 2010 og við 5% í 2011. Somuleiðis er arbeiðsloysið farið at minka aftur. Hetta eru góð tíðindi, sum vit øll saman kunnu fegnast um.

Tað sær út til, at fíggjarpolitisku tiltøkini hava sín stóra part í broyttu gongdini. Við m.a. at lata hallið á løgtingsfíggjarlógini vera uml. 700 mió. kr. og hækking av ALS-gjaldinum, so hevur hetta stimbrað búskapin. Samstundis sum hildið hevur verið aftur í almennu útreiðslunum, og onnur vakstrartiltøk eru sett í verk.

Tað er eyðsæð, at vit ikki kunnu hava stórt hall fleiri ár á rað, og tað merkir, at vit í løtuni og tey næstu árini fara at minka hallið, so tað er burtur í 2015. Mest sannlíkt fer vøksturin í okkara búskapi, og í heimsbúskapinum, at verða lutfalsliga lágur næstu árini. Í flestu londum er bæði tann privata og tann almenna skuldin stór, og neyðugt er við spariætlanum fyri at fáa tamarhald á almenna hallinum og vaksandi almennu skuldini.

Hóast vit eru væl fyri í Føroyum í so máta, tí vit hava lítla og onga skuld, so er alneyðugt at vit styrkja og brynja okkara búskap til komandi ár. Okkara størsta avbjóðing er at skapa langtíðarvøkstur í okkara búskapi, so vit sleppa undan alt ov stórum sveiggjum, sum hava óheppin árin á okkara samfelag og okkara almennu tænstur.

Fyri at røkka hesum er m.a. neyðugt, at fáa bilbugt við yvirkapasitetin og høga veiðutrystið á fiskistovnarnar kring Føroyar, at fremja produktivitetsfremjandi atgerðir, at halda aftur í almennu útreiðslunum og at betra um skattagrundarlagið.

Megna vit at gera hetta, so kunnu vit fáa ein góðan og sterkan búskap, sum er munandi betri brynjaður til at standa ímóti búskaparligum sveiggjum, sum koma við jøvnum millumbilum. Tað fer m.a. at geva okkum gott grundarlag fyri at tryggja og útbyggja okkara vælferðartænstur.

Tað eru ongar lættar loysnir, men tung tøk eru tikin, og verða tikin, men staðfest er nú, at tað gongur rætta vegin. Latið okkum eisini fegnast um ta framgongd, sum er staðfest.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Kaj Leo.jpg Tíðindiskriv 6. september 2010 Hvussu gongur við Boðanesheiminum, Heðin ? http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2351
Borgarafundurin var 28/1-2009 Aftaná fundin var ein kjak- sending í sjónvarpinum, har Rósa Samuelsen, Heðin Mortensen og eg luttóku. Har varð millum annað sagt, at tað skuldi ikki ganga rúm tíð áðrenn eitt røktarheim stóð úti á Boðanesi, sum skuldi hava 64 búðpláss.
Nú skriva vit 5 september 2010. Heimið hevur longu fingið navn, men enn er spakin ikki settur í til at byrja byggingina.
Vit síggja við jøvnum millumbili, at skrivað verður í bløðini um tey gomlu, sum liva undir óvirðiligum umstøðum, tað hava vit sæð fleiri dømi um. Ein kona kærdi herfyri sína neyð. Maður hennara, sum er vorðin hjálparsleysur, er røktarsjúklingur, er endaður á sjúkrahúsinum í Klaksvík, sjálvtum tey altíð hevur búð í Havn. Pláss er ikki fyri honum á Landsjúkrahúsinum longur og einki røktarheim er at fara á. Hettar er ikki nakað eindømi. Støðan er einki broytt, enn liggja liðugtviðgjørd gomul fólk á Landsjúkrahúsinum alt ov leingi, tey eru røktarsjúklingar og hava ongastaðni at fara. Sama søgan, nú næstan 2 ár aftaná borgarafundin. Tummas í Garði úttalaði seg um tað sama, segði at Landsjúkrahúsið ikki hevði ábyrgdina av sjúklingum, tá tey vóru liðugtviðgjørd, tað var Tórshavnar kommuna sum mátti hava ábyrgd av sínum borgarum. So kemur svar í Dimmalætting 3. september, frá Heðin Mortensen , har hann sigur :Tað er ikki kommunan ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum, tað hevur landið." Kommunan hevur í lóggávu fingið heimild til at byggja ellis- og røktarheim, um landsstýrið góðkennir verkætlanina og játtar rakstur til heimini. Hettar merkir ikki, at kommunurnar hava ábyrgd av, at fólk, ið hava tørv á røkt fáa hana."
Hettar "skurrar" í mínum oyrum. Trupuleikin er, at kommunan hevur einki røktarheim at bjóða hesum somu fólkum, hví ? tí onkur hevur sovið í tímanum og ikki fylgt upp uppá hvussu stórur tørvurin er. Um tað er land ella kommuna er revnandi líka mikið. Tað virkar so óbúgvið at keglast í bløðunum um hvør hevur ábyrgdina, ístaðinfyri at TAKA ábyrgd og gera nakað við trupuleikan. Vit hava ØLL ábyrgd av at okkara gomlu verða virðiliga viðfarin, serliga politikararnir, vildi eg hildið.
Um man ikki kann finna útav at arbeiði yvirum mørk í Føroyum við 50.000 innbúgvarum, ja so er ikki ringt at skilja hví tað er kríggj úti í tí stóru verð. Vælsignan eigi tykkum, byrjið at arbeiða fyri at fólkið fær tað betur og grava hasa barnsligu stoltheitina niður

Jóna Mortensen

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Jóna Mortensen (Medium).jpg Tíðindiskriv 6. september 2010 Persónligt og skitið álop http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2350
Alment bræv til leiðsluna í kringvarpinum:

Frá Norðoya Sambandsfelag til leiðsluna í Kringvarpinum
Í august mánaða í ár ger eitt av starvsfólkunum, sum  er við til at mynda Kringvarpi tygara, eitt persóligt og skitið álop á formannin í Sambandsflokkinum, Føroya løgmann, Kaj Leo Johannesen.

Heini í Skorini, sum skrivar seg at vera  “MA í samfelagsfrøði og religión” hevur í stóru føroysku miðlunum eitt skitið álop á Føroya løgmann.  Vanliga fer slíkt aftur við borðinum, tí hugsanin er, at ein fær einki burtur úr at svara til slíkt.
Men eftir at hava umhugsað støðuna, hava vit valt at taka málið upp við leiðsluna í Kringvarpinum  - tá vit í framtíðini fara at hava trupult við at skilja – um stovnurin loyvir sama persóni at virka sum “neutralur” politiskur viðmerkjari, sjónvarpsvertur ella tíðindamaður.

Í greinini skrivar Heini í Skorini m.a.:
- ABC samgongan er ein Joke.
- hendan politiska organisman, sum á pappírinum mannar stjórn.....
- Píniligi ríkisfundurin í Skagen.... (Undirritaði: Sambandsflokkurin bakkar eftirfylgjandi løgmann upp, hóast harðligan ágang frá hinum flokkunum og serliga Tjóðveldinum)
- láturliga ABC seminarið við Gjógv......
- Fyribrigdið Kaj – ambisjónin er at okkurt – bara okkurt verður samtykt.......
- Hesin sonevndi politiski leiðarin.......
- Maðurin var ikki førur fyri at koma við nøkrum sum líktist einum ítøkiligum svari  (Undirritaði:  Her verður sipað til svar uppá spurning frá Sjúrð Skaale)
-  og tað sigur seg sjálvt, tí maðurin er útilokandi eitt útslit av tí, sum hendir rundan um hann....
-  ein løgmann sum er veikur , disorienteraður og politiskt ósannførandi....
-  ímyndin av einum anti-leiðara......
- ein yvirfladiskur kransakøkufigurur
-  eingin í politisku skipanini hevur virðing fyri manninum.....
Hetta eru bert nøkur av brotunum í greinini hjá Heina í Skorini og ikki at siga tygum, eru hesi orð søgd ílatin tjúkkar partapolitiskar brillur. Orðini eru síðani endurgivin í politiskum miðlum og brúkt víðja hvar móti Sambandsfólkum. Norðoya Sambandsfelag er eitt av feløgunum, sum politiskt hevur staðið fult og fast aftanfyri formannin, og í eini spjaðingartíð við stórum almennum sparingum, og stórum arbeiðsloysi, hevur Kaj Leo Johanesen verið sum ein drangur í brimi.
Ein politiskur leiðari eigur sjálvandi at tola nógv – eisini lortaspannir frá starvsfólkum í kringvarpinum. Men tað kann ikki vera rætt, at slík fólk eftirfylgjandi kunnu átaka sær “seriøsan” pall í Kringvarpinum.

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/John William.JPG Tíðindiskriv 2. september 2010 Útsettar sjúkraviðgerðir loysa ikki trupulleikan http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2349
Metir landsstýrismaðurin, at landskassin, samanlagt, kann spara pengar við at leingja um bíðilistarnar til sjúkraviðgerðir, og um landsstýrismaðurin ikki metir tað, ætlar hann so kortini at leingja bíðilistarnar, fyri at spara pengar á eini einstakari konto? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður hava at vita í einum munnligum fyrispurningi, sum verður settur Akseli Johannesen, landsstýrismanni, á tingfundinum í morgin.

Helgi Abrahamsen sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at í sambandi við, at Landssjúkrahúsinum manglar pengar, hevur verið boðað frá, at neyðugt verður møguliga at leingja bíðilistarnar til sjúkraviðgerðir.

“Um vit bara hyggja eftir sjúkrahúsinum burturav, ber uttan iva til at spara pengar við at leingja bíðilistarnar, men hyggja vit eftir samlaða rakstrinum hjá landskassanum, er talan í nógvum førum um at flyta útreiðslur frá heilsumálum yvir á almannamál, og talan kann tá lættliga gerast, samanlagt, um øktar útreiðslur,” sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir á, at tey, sum standa á bíðilistum fyri at fáa sjúkraviðgerð, fáa í nógvum førum pengar eftir dagpeningalógini. “Longur tey bíða eftir viðgerð, meira skulu tey hava, og einaferð skal viðgerðin fremjast kortini, og hon verður neyvan bíligari við tíðini,” sigur hann.

Helgi Abrahamsen sigur seg hava ilt við at fáa eyga á nakra samlaða sparing, hóast spart verður á hesi einu kontuni. “Vit tosa um ein og sama kassa, men fleiri konti. Vónandi verður meira hugt eftir samlaðu støðuni, heldur enn eftir einum løtuvinningi fyri eina ávísa konto,” sigur hann.

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Bygningar/landssjukrahusid.jpg Tíðindiskriv 31. august 2010 Sjúklingurin við Svartaperi http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2347
At Landssjúkrahúsið  ikki megnar at halda játtan og eina javna viðgerðargongd alt árið samstundis, hevur verið afturvendandi. Tað hevur havt sera óhepnar avleiðingar við sær fyri sjúklingar, avvarandi og starvsfólk. Støðan er órvirðilig og má halda uppat.

Støðan á LS óvirðilig
Í skrivandi stund eru vit vitni til somu syrgiligu afturvendandi søgu . Doyggjandi sjúklingar og avvarandi hava ikki umstøður, sum sømir seg slíkum. Illa sjúk fólk liggja á gongini. Skurðviðgerðir verða ikki framdar og kennast bíðitíðirnar ótolandi. Og starvsfólkini eru ovbyrjað orsakað av óregluligu viðurskiftunum, sum tíverri alt ov ofta valda, tá líður á árið og greitt er, at játtanir ikki fara at halda.

Hóast stjórar og landsstýrisfólk eru søgd úr starvi á LS seinnu árini, sita sjúklingar, tey avvarandi, og starvsfólkini framvegis við Svartaperi.

Støðan er óbroytt, óvirðilig og má halda uppat beinanveg!

Akutta støðan má loysast alt fyri eitt
Um tað var rætt at loysa stjóran á LS úr starvi, fari eg ikki inn á í hesum sambandi. Kortini kann sláast fast, at tað at sekkja ein stjóra í sjálvum sær ikki loysir akuttu ótolandi støðuna hjá sjúklingum, avvarandi og starvsfólki.

Landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen, má tí fara til verka alt fyri eitt, og finna eina virðiliga loysn, fyri tey, sum eru ringast fyri.

Framtíðar sjúkrahúsverkið í Føroyum
Eitt er akutta støðan, annað er at gera enda á afturvendandi trupulleikanum innan føroyska sjúkrahúsverkið.

• hvussu tryggja vit okkara sjúku viðgerð á minst sama støði, sum okkara grannar, alt árið?

• hvørjar skipanir skulu setast í verk, sum tryggja at nýtsla av nýggjum neyðugum framkomnum heilivági ikki kollsiglir restina av sjúkrahúsverkinum?

• Er fíggjarstýringin nóg neyv, hava vit rætta leiðslubygnaðin, keypa vit har tað er bíligast, hava vit gjørt okkum greitt hvørjar tænastur vit ynskja, at sjúkrahúsverkið skal veita og hvussu nógv eru vit sinnað at gjalda fyri tænasturnar?

Allir hesir og ivaleyst aðrir við, eru spurningar, sum politiska skipanin má taka støðu til. Tí tað er avgerandi neyðugt at fáa í lag eitt sjúkrahúsverk, hvørs fremsta mál er at seta sjúkling og avvarandi í miðdepilin alt árið.

Ikki fyrr enn tá kunnu leiðsla og starvsfólk innan sjúkrahúsverkið sigast at hava fingið nøktandi karmar at virka undir.

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjorn_Kalso.jpg Tíðindiskriv 30. august 2010 Gerard leggur fólki orð í munnin http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2345
Í firtni um lógaruppskot um at lækka talið av  tinglimum, leggur Gerard Lognberg mær orð í munnin í greinastubba.

Gerard skrivar: “Hann(Bjørn Kalsø) segði við Kringvarpið, at hetta at lækka tingmanningatalið, var ikki fyri at spara pening, tá dottu argumentini hjá manninum á gólvið.

Jú, helt hann fram, tað var betur at minka talið, tí tað vóru ikki so nógvar meiningar tá. Bjørn Kalsø, er tað tín hugsan bara at lukka nakrar munnar á tingi, so er tú ikki ein, sum vil demokrati”

Annaðhvørt hevur Gerard ikki lurtað nóg væl, ella verða orð løgd mær í munnin við vilja. Tí hesa stuttu rættleiðing:

Tað eg segði við Kringvarpið var, at spardi peningurin við at lækka talið á tinglimum ikki var einasta grundgevingin  fyri at leggja uppskotið fram.

Eg nevndi, at vit fóru at fáa eina effektivari og minni rúgvismikla politiska skipan, har arbeiðið á Løgtingi fór at verða lyft á eitt hægri støði. Lagt varð afturat, at vónandi fór broytingin at seyra gjøgnum alla almennu skipanina, soleiðis at vit samanlagt fóru at fáa eina effektivari, bíligari og minni rúgvusmikla umsiting í framtíðini. (Hetta átti at verið søtur tónleikur í oyrunum á Gerardi).

Somuleiðis nevndi eg, at við 25 tinglimum fór ikki at verða gingið fólkaræðinum ov nær, tí pláss fór, framvegis at verða fyri øllum meiningum á Løgtingi.

Restina av stubbanum hjá Gerardi havi eg ongar viðmerkingar til, tí har verður farið eftir manninum heldur enn bóltinum.

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjorn.jpg Tíðindiskriv 30. august 2010 Rís, rós og ráð http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2342
Makrelmálið kann býtast í tvinnar høvuðstættir: 1) Hvussu skipa vit fiskiskapin? 2) Hvussu tryggja vit okkum størri part av samlaðu makrelkvotuni?
Báðir tættirnir hava týdning og eiga at handfarast rætt.

Rís
Fyrsta spurningin um, hvussu vit skipa makrelfiskiskapin,  hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard,handfarið út av lagi vánaliga.

Fólkaflokkinum líkt hevur aðaltátturin í gongdini verið at lata fiskiloyvi til nýggjar aktørar, heldur enn at skapa verandi flota, sum hevur neyðugu fiskiorkuna, tryggar karmar at virka undir.

Tað hevur m.a. havt við sær, at skip við føroyskari manning nú liggja svínabundin, tí teirra kvota er uppi. Um somu tíð  eru skip við stórt sæð bara útlendingum umborð farin at fiska.

Fólkaflokkurin hevur í áravís ávarað ímóti at geva landinum heimild at selja fiskirættindi í tilfeingisbúð. Tí tað sambært teimum fer at elva til, at føroyskir fiskimenn fara at standa og hyggja at, meðan útlendskir fiskimenn fiska fiskin á grunninum.

Nú er Fólkaflokkurin umvegis eina gávubúð farin at fremja tað í verki, sum ávarað hevur verið ímóti. Hvar er logikkurin?

Tað, ið  her verður sagt, er ikki  kritikkur av nøkrum reiðaríi, reiðara ella fiskimanni – útlendskum ella føroyskum. Talan er um rís til landsstýrismannin fyri hansara út av lagi vánaligu handfaring av hesum táttinum í makrelmálinum.

Rós
Fyri hin táttin í málinum eigur landsstýrismaðurin, landsstýrið og samgongan rós uppiborið.

Tað var rætt at áseta egna makrelkvotu og fara í “kríggj” við hini strandalondini um makrelin. Í roynd og veru hava vit einki annað val, skulu vit gera okkum tankar um at fáa størri part av kvotuni.

Onkuntíð røkka sámráðingar ikki. Tá er neyðugt at spæla við vøddunum.

Spell kortini, at formaðurin í uttanlandsnevndini, John Johannesen, saman við Javnaðarflokkinum andøvdi ímóti ætlanini at áseta kvotu. Tað hevur seinkað gongdini í málinum óneyðuga nógv.

ES og Noreg hava sæð vandan, nú makrelurin gongur eystari og norðari enn vanligt hevur verið. Tí hava tey lagt trýst á Føroyar, við hóttanum um havnarstongsul og uppsøgn av fiskiveiðu- og handilsavtalum, hildu vit ikki fram við samstarvinum.

Íslendingar hava fiskað stórar nøgdir av makreli, hóast teir ikki hava verið partur í “gomlu” strandalandaavtaluni millum ES, Noreg og Føroyar.

Neyðugi grundvøllurin undir ítøkiligum samráðingum og víðari samstarvi, hevur tí ikki verið til staðar.

M.a. tí var tað rætt at slíta samstarvið og áseta egna kvotu.

Ráð
Íslendingar hava í ár ásett sær kvotu av makreli á 130.000 tons og hava higartil longu fiskað knøpp 100.000 tons.

Tá samráðingarnar um makrelin byrja aftur í heyst, fara íslendingar at sita við borðið saman við ES, Noreg og Føroyum, sum góðkendur strandalandapartur. Í tí sambandi eiga vit at samstarva við Ísland mótvegis ES og Noreg.

ES og Noreg nýta órímilig vápn mótvegis okkum, nú fiskimenn forða okkara skipum at landa í Skotlandi og norskar havnir eru stongdar. Tí er upplagt,  at Føroyar og Ísland eiga at standa saman, sum so mangan fyrr í fiskiveiðuhøpi.

Vit eiga kortini ikki at gloyma, at ein og hvør er sær sjálvum næstur. Ísland samráðist í løtuni við ES um limaskap og hevur somuleiðis ynski um at fáa so stóran part av samlaðu makrelkvotuni sum gjørligt.

Vandin fyri at sita eftir við minsta partinum av makrelkvotuni, tá avtornar, spøkir. Hini strandalondini eru langt síðan farin út um øll mørk í teirra krøvum, tá hugsað verður um okkara sámiligu avgerð um eginkvotu á 85.000 tons.

Samstarvs- og  samráðingarvilji er neyðugur, men nýta vit ikki allar snildir okkum sjálvum at frama, kunnu íslendingar fara at renna undan saman við hinum og fáa størri part av makrelkvotuni, tá avtornar.

Tí eru ráðini, at vit longu nú umhugsa at áseta okkum eina hægri makrelkvotu, sum ikki er minni enn tann Ísland hevur ásett sær. Mótstøðan frá hinum londunum verður neyvan størri enn tann sama kortini.

Okkara bestu vápn í stríðnum um makrelin eru prógvini um, at makrelurin er í føroyskum sjógvi, at hann gýtir her, og at vit kunnu fiska hann.

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjorn_Kalso.jpg Tíðindiskriv 25. august 2010 Nú má Hans Pauli Strøm halda uppat http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2341
Tað er syndarligt at síggja, tá fráfarnir landsstýrismenn seta sær sum fremsta mál, at seta eftirkomaran í sessinum í ringt ljós, men hetta fyribrigdið sær tíverri út til at hava rakt Hans Paula Strøm serliga meint. Hansara fremsta endamál í almenna kjakinum, er at finnast at øllum avgerðum hjá landsstýriskvinnuni Rósu Samuelsen. Seinasta dømi um hetta sóu vit í sambandi við ætlaðar sparingar á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri.

Søgan um eitt eldrasambýli
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi kommunan, har eg sjálvur búgvi (Sjóvar kommuna) eitt stórt arbeiði, fyri at fáa eitt eldrasambýli í bygdini. Eg var sjálvur ikki tingmaður tá, men av tí at eg var skrivari hjá einum politiskum flokki, vendu bygdaráðslimir sær ofta til mín, í eini roynd at koma á tal við landspolitikarar um hetta málið. Tað kom eisini so langt, at uppskot varð lagt fyri tingið, um nevndu ætlan.

Landsstýrismaður í almannamálum tá var Hans Pauli Strøm. Hann helt fast við, at tað bar ikki til at geva tilsøgn um stuðulslán til eina kommunu í Eysturoynni, tí sum eldraøki var øll Eysturoyggin at rokna sum eitt øki, og í hesum økinum var akutti tørvurin nøktaður. Tað hevði ongan týdning, sambært landsstýrismanninum, um tørvurin í eini einstakari kommunu ikki var nøktaður. Øll oyggin skuldi roknast sum eitt øki.

Máttu bíða, men fingu einki
Sjóvar kommuna noyddist tí at bíða til næstu útbjóðing av játtanum, men nú tann rundan var, fall eingin játtan til Eysturoynna, tí tørvurin sigst framvegis vera ov lítil.

Eg skilti- og skilji framvegis væl sjónarmiðið um, at játtanin skal falla har, sum tørvurin er størstur, men nú sær út til, at Hans Pauli Strøm hevur kúvent.

Eru ikki øll øki líka?
Suðuroyggin verður, eins og Eysturoyggin, roknað sum eitt eldraøki. Har er eitt ellis- og røktarheim og trý eldrasambýli. Um fáar mánaðir opnar eitt nýtt ellis- og røktarheim í Vági, har pláss verður fyri 24 búfólkum. Tá tað heimið er opnað, verður akutti tørvurin í Suðuroynni nøktaður – eisini um ætlaðu broytingarnar á Tvøroyri verða framdar.

Men Hans Pauli Strøm sigur nú, at hann kann als ikki góðtaka nakra broyting á Tvøroyri. Suðuroyggin skal við øðrum orðum hava aðrar treytir enn restin av landinum.

Eiga ikki at seta økini uppímóti hvørjum øðrum
Nú skal eg ansa eftir, hvat eg sigi um hetta, tí vit eiga sjálvsagt ikki at seta økini uppímóti hvørjum øðrum, og sjálvandi skal Suðuroynni verða unt góðar umstøður á eldraøkinum. Men vit tosa um at spara, tí at pengar mangla, og tá ber ikki til at pilka eitt øki burturúr.

Ætlanin hjá Rósu Samuelsen er ikki at lata ellis- og røktarheimið á Tvøroyri aftur. Har verður eingin rikin á dyr, men har verður heldur eingin nýggjur tikin inn, so hvørt sum plássini tømast, tí tey sum koma afturat, skulu inn á nýggja heimið í Vági, og tørvurin í Suðuroynni verður nøktaður.

Um hetta er nóg mikið til at Hans Pauli Strøm vil seta samgonguna uppá spæl, so velji eg at trúgva, at okkurt heilt annað býr aftanfyri.

Stríð ímillum tvey kongaríki
Tað sum eg als ikki skilji við viðmerkingunum hjá Hans Paula Strøm er, at hann mælir til, at landið keypir eldrasambýlið í Vági og skipar tað sum deild undir ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, heldur enn at flyta fólk av Tvøroyri á ellis- og røktarheimið í Vági. Hetta virkar sum eitt meiningsleyst stríð ímillum tvey kongaríki, har endamálið er heilt eitt annað, enn at veita búfólkunum eina góða tænastu.

Helgi Abrahamsen
løgtingmaður
http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Helgi Abrahamsen i logtinginum 1.jpg Tíðindiskriv 24. august 2010 Makrelmálið – frá orðum til gerðir http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2340
Føroyar gjørdu í 1999 eina makrelavtalu við strandalondini, sum var í orðsins sanna týdningi ein sera vánalig avtala undir táverandi umstøðum, um vit hugsa um býtislykilin, og tað sum vit fingu í okkara part, men avtalan var gjørd og tað er dagsins veruleiki.

ES, Noreg og Føroyar hava øll hesi seinastu nógvu árini vitað, at parturin, sum fall okkum í lut, var á einum støði, sum vit ikki kunnu rættvísgera yvir fyri okkara fólki, men hevur verið ein missur á 100 tals mió. kr. á hvørjum ári. Men higartil, meðan árini hava gingið, hevur nógv verið tosað politiskt í krókunum um málið, men ongantíð er gerð sett aftan fyri orðini − okkum so líkt − og ikki fyrr enn í ár hava vit veruliga sett gerðir aftan fyri orðini, soleiðis, at eingin misskiljing skal vera um, at vit eiga rættin til størri makrelkvotu.

Tað mest undarliga er, at vit harta okkum sjálv fyri at hava kravt okkara rætt og sett gerðir aftan fyri orð. Er tað nakar, sum hevur roynt samráðingarleistin, eru tað vit føroyingar við landstýrismanninum í fiskivinnumálum á odda við mínum fulla stuðli í  allari tilgongdini. Tað er so lætt og ábyrgdarfjart at siga “ja, men vit hava ikki roynt nóg nógv” og so halda, at ES og Noreg fara at leggja seg fløt og geva okkum burtur av teirra kvotum.

Tað kemur næstan heldur ikki fram í føroyskum fjølmiðlum, at tað eru ikki Føroyar, sum ikki hava fiskað burðardygt, men harafturímóti bæði Noreg og ES við útblaking og við at fiska nógv størri kvotu enn ICES mælir til. Hví tora vit ikki at nevna tað oftari og fáa tað fram í staðin fyri alla tíðina at siga, at Føroyar ikki fiska burðardygt?

Skulu vit sita hendur í favn, meðan makrelurin í okkara øki etur alt sum rekst fyri, soleiðis, at aðrir stovnar eisini koma í vanda? Sannleikin um makrelin er tann, at tey nógvu seinastu árini eru millum 70 og 80 % av makrelinum fiskaður av føroyskum skipum og landaður til útlendingar at virðisøkja, eitt nú Noreg, Ísland, og Týskland. Er hetta rætti mátin? Sjálvandi er tað ikki tað! Vit skulu gera alt fyri, at allur uppisjóvarfiskur verður virðisøktur til matna, antin umborð ella á landi, tí hetta gevur størsta virði fyri bæði land og fólk.

Vit skulu sjálvandi taka tað í fullum álvara, at Noreg og ES bera fram ólógligar hóttanir móti okkum og Íslandi, men um tað er í lagi, at Føroyar og Ísland skulu stongjast av, um ES og Noreg ikki fáa sín vilja, so er eingin grund at samráðast víðari. So kunnu ES og Noreg bara einsamøll áseta allar kvotur í Norðuratlantshavi uttan at spyrja nakran eftir.

Latið okkum í framhaldandi góðum samstarvsanda fara aftur til samráðingarborðið og royna at fáa eina semju um makrelin fyri 2011. Hetta árið hevur givið okkum prógv á borðið, sum vísa, at vit eiga meira, enn vit hava fingið, og hevur givið okkara samfelag størri inntøkur av makrelinum í 100 mió. kr. klassanum. Alt annað líka ein sólskinssøga fyri Føroyar.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Kaj Leo á landsfundi 2002.jpg Tíðindiskriv 24. august 2010 Handfaringin av makrelfiskiskapinum http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2337
Handfaringin av makrelfiskiskapinum hvørki fuglur ella fiskur

Sambært feskastu uppgerðini yvir veiðu av makreli frá Fiskiveiðieftirlitinum, hava ídnaðarskipini fiskað sína kvotu. Ídnaðarskipini við føroyskari manning eru sostatt givin at fiska makrel.
Aðrir uppisjóvarskipabólkar mannaðir við føroyingum fara sambært somu uppgerð eisini at renna seg í loftið fyrsta dagin, um kvotan ikki verður hækkað.
Um somu tíð hevur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sent boð eftir trolarum úr Suðurkyrrahavi, sum so at siga bara eru mannaðir við útlendingum, at koma higar at fiska makrel.
Hetta verður gjørt, sjálvt um einki bendir á, at verandi skip ikki fara at klára at fiska ásettu makrelkvotuna og reiðiliga tað.
Tað merkir, at skip við føroyskari manning fara at verða løgd við bryggju, samstundis sum skip við fremmandari manning byrja at fiska.
Hví Fólkaflokkurin vil standa modell til slíkt er óskiljandi?
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjorn_Kalso 2.jpg Tíðindiskriv 23. august 2010 Heit luft http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2334
Hitt nógva prátið í ABC-samgonguni um at gera semjur í Løgtinginum, hevur lítið uppá seg, nú tað vísir seg, at ABC-samgongan ikki hevur rygg at gera semju um at skerja veiðutrýstið á føroysku fiskastovnarnar

Ein stórur møguleiki at geva fiskastovnum undir Føroyum betri umstøður at vaksa, er gloppin Løgtinginum av hondum. Hetta eru stovnarnir, vit øll skulu liva av.

Broytingaruppskotið, ið mælti til at skerja veiðutrýstið undir Føroyum nakað meira, enn landsstýrið hevði skotið upp, fall í einari sera teprari atkvøðugreiðslu. Bert ein atkvøða restaði í til at uppskotið varð samtykt, og tað er spell.

Løgtingslimir úr øllum flokkum á Tingi uttan tveimum vóru við til at seta uppskotið fram. Hetta vísir, at á Føroya Løgtingi finnast framvegis kvinnur og menn, ið tora og vilja vera vit til at taka stórar og týðandi avgerðir til frama fyri Føroya Land.

Heit luft
Hví restaði ein atkvøða í?

Eitt gott boð er, at í ABC-samgonguni, ið eg sjálvur eri partur av, mangla vit neyðuga dirvið at gera semjur tvørtur um samgongumark.

Hetta var annars júst tað, ið løgmaður boðaði frá fyri bert 20 døgum síðani, í ólavsøkurøðuni:

“Við góðum stevi í samgonguni og góðum samstarvi millum samgongu og andstøðu byggja vit land”, segði løgmaður.

Eftir dagsins verk í Tinginum kunnu vit hóskandi spyrja: hví bygdu vit ikki land? Hví gera vit ikki semjur millum samgongu og andstøðu um tey týðandi málini?

Niðurstøðan má vera, at orðini í løgmansrøðini hava lítið uppá seg. Tey munnu vera heit luft.

Niðurstøðan er eisini, at næstu ferð ABC-fólk fara at tala um at gera semjur í Løgtinginum, fer ongin at trúgva teimum. Trúðvirðið er fokið.

Byggja ikki land
Spurningurin er eisini, hví vit ikki skerdu veiðutrýstið í dag. Í ABC-samgonguskjalinum stendur annars:

“Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt búskaparligt avkast”.

Eisini hesi orð vístu seg at vera heit luft við avgerðini í Tinginum.

Kreppustøða í Føroyum
Brúk er fyri breiðum semjum tvørtur um samgongu- og floksmark, tí støðan í Føroyum er sera álvarslig. Í grundini eru Føroyar í kreppustøðu, men tað tykist, sum politiska stýrið í landinum, ikki hevur uppdagað tað.

Samstundis, sum hallið á fíggjarlógini nú er vorðið upp ímóti milliardini árliga, eru inntøkurnar minkaðar í stórum. Øll vita, at um veiðutrýstið ikki verður skert nú, fara inntøkurnar at minka upp aftur meira.

Vit í Løgtinginum hava ikki ráð til at standa og hyggja at, meðan Føroyar detta niður í eitt svart hol búskaparliga.

Tað er ov seint at skerja veiðutrýstið, tá seinasti fiskurin er fiskaður.

Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Edmund.jpg Tíðindiskriv 23. august 2010 Fiflast við fiskiloyvum http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2332
Makrelmálið er framvegis heitt! Hini londini leggja órímiligt  trýst á okkum og landsstýrismaðurin fiflast framvegis óneyðuga við fiskiloyvum.

Tað tók langa tíð at taka avgerð um at áseta makrelkvotu. Orsøkin var m.a. mótstøða frá formanninum í uttanlandsnevndini, John Johannesen, Javnaðarflokkinum í samgongu, andstøðuni og pørtum av vinnuni við.

Sínámillum bardagin millum veiðubólkar um, hvør skuldi fiska makrelin bøtti heldur ikki um støðuna.

Vandi var fyri, at makrelmálið datt á gólvið. Hetta vísti eg á í grein nevnd “Makrelguff ella tránað makrelsuppa” fyrr í summar. Tá mælti eg til at standa saman, taka støðu og lata verandi uppisjóvarskip sleppa at fiska.

Kvotan varð ásett, uppisjóvarskipini fóru at fiska, og fiskiskapur og søla hava gingið væl, hóast órímiligt trýst úr ES og Noreg við landingarforðingum og havnarstongsli.

Gudarnir munnu vita, hvør orsøkin er til gavumildni
Eftir øllum sólarmerkjum at døma megna føroysku uppisjóvarskipini at fiska sínar kvotur og reiðiliga tað. Tí er undrunarvert, at landsstýrismaðurin aftur er farin at fiflast við fiskiloyvum, nú boð, eftir øllum at døma, eru send risaskipum úr Suðurkyrrahavi at fiska makrel her.

Stál hava vit ov mikið av í flotanum! Tí munnu gudarnir vita, hvørjar grundgevingar,  landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur fyri sínum gávumildni  hesaferð?

Nóg mikið av stáli
Fiskiskapurin er so mikið góður, at kvoturnar hjá uppisjóvarskipunum skjótt verða uppfiskaðar, um fiskiskapurin heldur sær.

Aðrir skipabólkar, sum hava fingið kvotu tillutaða, hava ikki fiskað makrel enn. Tað kann hava við sær, at samlaða kvotan ikki verður uppfiskað.

Í samráðingarhøpi er eingin fyrimunur, um partar av kvotuni liggja eftir. Landsstýrismaðurin átti tí beinanveg at gjørt smidligar skipanir, soleiðis at uppisjóvarskipini kundu hildið fram við fiskiskapinum, heldur enn at fiflast við nýggjum fiskiloyvum til skip, sum ongantíð fyrr hava fingið lyfti um at sleppa í føroyskan sjógv at royna.

Er tað so, at orka manglar til at framleiða makrelin til matna, kundi tann spurningurin verið viðgjørdur.

Stálið til fiskiskapin hava vit. Tí er óneyðugt at taka fleiri skip í flotan at fiska nú.

Tá nýggj loyvi eru givin, ber ikki til at taka tey aftur. Ta søguna kenna øll!

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjørn Kalsø.JPG Tíðindiskriv 23. august 2010 Vinnunevndarformaður leyp frá egnum áliti http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2330
Tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í Løgtinginum, leyp vinnunevndarformaðurin, Katrin Dahl Jacobsen frá egnum áliti, tá hon atkvøddi fyri broytingaruppskoti, sum formaðurin í mentunarnevndini, Magni Laksafoss stóð á odda fyri. Slíkt man neyvan fyrr vera sætt í føroyskari fiskivinnusøgu.

Samgongumeirilutin hevði gjørt semju
Undir viðgerðini í Vinnunevndini um fiskidagar, hevði samgongumeirilutin: eg sjálvur, Heðin Zakariassen, Bjarni Djurholm og Mikkjal Sørensen, saman við formanninum í nevndini, Katrini Dahl Jacobsen, gjørt avtalu um og skriva undir álit, sum legði upp til at skipa fiskiskapin hjá stóru lemmatrolarunum undir fiskidagaskipanini, at skerja fiskidagatalið hjá partrolarum og línubátum við 3 prosentum, umframt at taka 4000 dagar út úr skipanini í bólki 5.

Við aðru viðgerð varð álitið hjá meirilutanum samtykt. Uppskotini frá Tjóðveldi og Miðflokkinum um ógvusligar skerjingar í fiskidøgum vórðu samstundis feld.

Formaðurin í mentunarnevndini gjørdi bart
Við triðju viðgerð gjørdi “sambands- og samgongumaðurin” formaðurin í mentunarnevndini, Magni Laksafoss kortini bart. Saman við samgongumonnunum, John Johannesen, Hans Paula Strøm og Edmundi Joensen, stórum parti av Tjóðveldi og Miðflokkinum, legði formaður mentunarnevndarinnar broytingaruppskot fram, sum legði upp til nógv størri skerjingar í fiskidagatali enn framlagda meirilutaálitið.

Vinnunevndarformaðurin atkvøddi fyri broytingaruppskotinum
Hóast vinnunevndarformaðurin undir orðaskiftinum við triðju viðgerð vissaði sínar samstarvspartar um, at hon fór at halda fast við ta semju, hon hevði gjørt í nevndini, so leyp hon frá kortni. Tá atkvøðast skuldi, atkvøddi vinnunevndarformaðurin fyri broytingaruppskotinum frá formanninum í mentunarnevndini.

Hugsi at hetta man verða fyrstu ferð í føroyskari fiskivinnusøgu, at slíkur glantrileikur hevur tikið seg upp í samband við viðgerðina av fiskidøgum á Løgtingi.

Ilt at meta um samstarvsevnini frameftir
Fleiri stórmál eru framvegis óloyst, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa. Onkur av hesum málum skulu viðgerast í vinnunevndini. Andstøðan hevur somuleiðis stórmál liggjandi í nevndini, sum skulu viðgerðast.

Spurningurin er bara, hvussu tað man fara at gangast samgongumeirilutanum at samstarva í nevndini frameftir, nú vit í stórmáli hava upplivað ein nevndarformann, sum tosar í eyst og handlar í vest.

Livst so spyrst!

Bjørn Kalsø
løgtingsmaður

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Bjorn_Kalso.jpg Tíðindiskriv 22. august 2010 Eg skal venda hin kjálkan til http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2328
Samgonguni manglar politiskt dirvi til at gera eina skilagóða tvørpolitiska semju um fiskidagaskipanina, ið kann tæna Føroya landi

Í politikki kemur andstøðan vanliga við uppskotum, sum eru av meira populistiskum slag enn tey, sum ein samgonga er noydd at gjøgnumføra.

Undantøk eru tó, og eitt slíkt undantak sóu vit í Tinginum fríggjadagin við 2. viðgerð av fiskidagaskipanini og broytingum í henni.

Broyting ella status quo
Á tingfundinum høvdu allir andstøðuflokkarnir hvør sítt broytingaruppskot. Uppskot, ið løgdu upp til skerjingar í fiskiskapinum, og sum meir og minni tóku atlit til samfelagsins og harvið Føroya fólks áhugamál uppá langt sigt.

Tað er ikki populert: at taka burtur av fiskidøgum og skerja veiðuna. Serliga ikki hjá eini andstøðu, ið hevur møguleika at skáka sær undan og velja populismuna.

Samgongan harafturímóti vildi trumfa sítt árliga status quo uppskot ígjøgnum við 2. viðgerð. Smáar broytingar í fiskidagaskipanini, sum bara leingja pínuna hjá vinnuni og hjá øllum samfelagnum, ímóti allari kompetentari ráðgeving.

Úrslitið er sjálvsagt tað ringasta fyri samfelagð uppá langt sigt: hundraðtals milliónir verða mistar á hvørjum ári.

Møguleiki fyri semju
Undir viðgerðini í Tinginum henda dagin kom fram eitt uppskot um at beina málið aftur í nevnd. “Frálíkt”, hugsaði eg. Nú var møguleiki at fáa eitt betur uppskot burturúr, sum eitt stórur partur av Tinginum møguliga kundi samtykkja.

Eitt uppskot, sum vil nakað – ikki eitt av teim vanligu status quo-uppskotunum, ið einki broyta og onki flyta.

Løgmansrøðan er ikki kølnað, og har bjóðar løgmaður andstøðuni breitt samstarv. Her hevði verið upplagt, at løgmaður bjóðaði til eitt slíkt breitt samstarv. Tað er jú ikki á hvørjum sinnið, at ein andstøða hevur uppskot av hasum slagnum. Uppskot, sum veruliga taka ábyrgd av samfelagsins áhugamálum, og torir at gera tað, sum samgongur ár undan ári ikki hava havt dirvið til at gjørt.

Eg atkvøddi fyri at fáa málið aftur í nevnd, men tað fall. Nei, har var ongin vilji til nakra semju, so eigasørt. Málið skuldi trumfast ígjøgnum uttan at skeita til tey nógv betri og langsigtaðu uppskotini frá andstøðuni.

Eg atkvøddi síðani fyri broytingaruppskotinum hjá Tjóðveldi til samgonguuppskotið. Hví? Jú, tí hetta var eitt broytingaruppskot, sum ein og hvør samgonga átti at jublað fyri at fingið serverað upp í fangið.

Men nei, eisini tað uppskotið skuldi fellast, og tað fall.

Bukkuspann fyri “solospæl”
Tað einasta, ið eg fekk burturúr, var, at løgmaður í Degi og Viku hálvdi eina bukkuspann niður yvir høvdið á mær fyri at spæla “solospæl”.

Heilt erligt – eg hevði væntað mær meira av einum løgmanni, sum situr fyri borðendan, meðan land okkara hevur eitt undirskot upp ímóti einari milliard krónur um árið. Eitt status quo-uppskot dugur ikki.

Men eg skal venda hin kjálkan til. Málið, sum er á skrá týsdagin, er ikki samtykt við 3. viðgerð. Løgmaður hevur tá møguleikan at bjóða andstøðuni við og fáa eitt líkinda uppskot samtykt.

Og hvør veit – kanska aðrar semjur eru møguligar, um semja fæst um fiskidagarnar? Semjur um reformarnar, ið okkara samfelag hevur so harðliga brúk fyri.

Eitt er vist: tað uppskotið um fiskidagar, sum samgongan hevur samtykt og meiningin er at samtykkja endaliga týsdagin, bara fastheldur ótolandi og tapandi støðuna fyri alt samfelagið.

“Ongin skipan er betur enn tey fólkini, ið umsita hana, gera hana til”, verður sagt. Soleiðis er eisini við fiskidagaskipanini. Spell er, at so skal vera. Fá høvdu væntað, at politiska dirvið hjá tingfólkum til at broyta og stilla skipanina, skuldi taka lívið av henni.

Ella kanska var tað kortini væntandi.

Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/Edmund.jpg Tíðindiskriv 22. august 2010 Føroyska rossið á tingborð http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2327
Hvør hevur høvuðsábyrgdina av arbeiðinum, sum hevur til endamáls at varðveita tað føroyska rossið, og hvørji ítøkilig tiltøk eru sett í verk, fyri at fremja hetta arbeiðið? Millum annað hetta vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava at vita í einum skrivligum fyrispurningi, sum hann hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni.

Helgi Abrahamsen vísir á, at ST hevur lýst 2010 at vera ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, og at løgtingið samtykti sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi í 1993. Ein málsetningur í sáttmálanum er, at í 2010 skal afturgongdin av lívfrøðiligum margfeldi steðga.

Føroysku neytini doyðu út eftir hálvari øld
Sum dømi um, hvussu skjótt eitt djóraslag kann doyggja út, nevnir Helgi Abrahamsen tey føroysku neytini. ”Tað eru bara hálvthundrað ár síðani, at kúgv stóð í nærum hvørjum kjallara í Føroyum, og longu í dag er slagið burtur,” sigur hann.

Føroyska rossið var nær við at líða somu lagnu. Bert 4 ross vóru eftir, tá fólk av sínum eintingum tóku stig til at bjarga stovninum. Í dag liggur talið um hálvthundrað, men so leingið sum tey ikki eru  um 200 í tali, má stovnurin roknast fyri at vera hóttur.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, um landsins myndugleikar, í árinum, sum ST hevur lýst sum ár fyri lívfrøðiligt margfeldi, framhaldandi vilja dúva uppá áhugan, arbeiðssemið og fíggjarliga innsatsin hjá einstaklingum, ella um ætlanin er at gera eitt átak frá almennari síðu, fyri at varðveita tað føroyska rossið.
http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Clipart/Ross.jpg Tíðindiskriv 20. august 2010 Kanning av politiharðskapi http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&pg=76&id=2326
- Dømi eru um, at tað kann taka langa tíð at kanna skuldsetingar frá borgarum um politiharðskap. Hetta má ikki henda við kanningini av tilburðinum í Klaksvík um vikuskiftið. Sum fólkatingsmaður fari eg at hava eyguni eftir, at skipanin ikki tilskilar sær óneyðuga langa tíð til at kanna málið og koma til eina niðurstøðu.

Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, ið er órógvaður av tí, ið frættist um harðskapstilburðin í Klaksvík í sambandi við handtøku av tveimum ungum monnum.

- Sum samfelag kunnu vit ikki góðtaka, at politiið fer ov harðliga fram móti borgarum landsins, og politiið kann heldur ikki hava álvarsligar skuldsetingar hangandi yvir høvdinum á sær. Tí er tað positivt, at politileiðslan í Føroyum ber skjótt at, og at Ferðaliðið longu nú kemur at kanna málið. Hetta vísir, at skipanin virkar, sum hon skal. Hinvegin fari eg sum fólkatingsmaður at ansa eftir, at hetta mál ikki eins og onnur líknandi mál, gerst kastibløka millum ymsar partar sum t.d. skuldsettar politistar, Ferðaliðið, Statsadvokatin, Politikærunevndina og so frameftir, sigur Edmund Joensen.

- Fokus í hesum máli má vera, at rættartrygdin hjá borgarunum er í lagi. Hinvegin er eisini týðandi, at almenningur ella fjølmiðlar halda seg frá at fella dóm í málinum. Nú skal kanningin gerast, avhoyringar avgreiðast, relevantu myndugleikarnir skulu koma til eina niðurstøðu, og tað má ganga skjótt fyri seg, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Kontaktinfo: Edmund Joensen, fartelefon  +298 220390 - www.edmundjoensen.fo

http://www.samband.fo/sambandfo/imgFullsize.asp?image=upload/myndasavn/Andlitsmyndir/EdmundJoensen1000px (2) (Small).JPG Tíðindiskriv 10. august 2010