Tá ið talan er um fráleikan millum bygdir og býir, serstakliga millum Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar, nú samgongan hevur lagt uppskotið um Skálafjarðartunnilin niðan í Tingið, so kann ikki sigast annað enn, at landkort okkara fer at verða broytt. Skálafjarðartunnilin er eitt projekt, sum umframt at vera størsta verkætlanin í Føroyum nakrantíð uppá 900 mió. kr., eisini er ein slóðbrótandi undirsjóvartunnil við trimum koyribreytum og rundkoyring, sum við eini grein vestureftir og eini eystureftir bindur eystara og vestara arm á Skálafjørðinum saman og fær eina nýggja farleið til Suðurstreymoyar. Frá Suðurstreymoy og til rundkoyringina er tunnilin 7,1 km. til longdar, meðan strekkini frá rundkoyringini eru ávíkavist 2,1 km. til Strendur og 1,8 km. móti Runavíkini.
Stytti fráleikin. Taka vit nøkur vegastrekkir í dag og samanbera tey við støðuna, tá ið tunnilin er gjørdur, so síggja vit, at vegastrekkini aftur og fram broytast uml. soleiðis: Tórshavn – Selatræð. úr 154 km niður í 49 km. Tórshavn – Strendur. úr 128 km niður í 29 km. Tórshavn – Runavík. úr 130 km niður í 30 km. Tórshavn –Toftir. úr 136 km niður í 35 km. Tórshavn –Klaksvík. úr 148 km niður í 80 km. Strendur – Toftir úr 58 km niður í 11 km.
Aðrir fyrimunir við tunlinum eru t.d. sparing av tíð, sparing av olju, minni slit av vegum og bilum, minni útlát av co2 , arbeiðsskapandi o.s.fr. o.s.fr., so tað er ongantíð ov skjótt, at uppskotið verður samtykt og arbeiðið kann byrja.
Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
|