Edva JacobsenNavn: Edva Jacbosen Bústaður: Stovugerði, 530 Fuglafjørður Foreldur: Kathrina og Jacob Petur Jacobsen Norður í Gerði 48 530 Fuglafjørður Telefon: 44 43 14 Fartelefon: 28 27 22 Teldupost: edva-fug@post.olivant.fo Aldur: 43 ár, fødd 31/8-1964 Hjúnaðarstøða: Gift við Elibert Jacobsen, eiga ein son sum eitur Vincent Sison. Starv: Bankakvinna, arbeiði í Føroya Banka í Fuglafirði sum kundaráðgevi. Arbeitt í bankanum síðan 1984 Útbúgvingar: Byrjaði at læra í Føroya Banka 1/11-1984. Havi tikið finans diplom. Havi síðani tikið linjuna fíggjarstýring í merkonom, bleiv liðug á sumri 2002. Slagorð: JA til samband – Nei til loysing Varveita vælferðarsamfelagið Vælvirkandi vinnulív fyri øll. Byggja á eitt kristi menturnar grundarlag. Heiðirligheit og reiðiligheit skal valda í okkara samfelag. Støðugt arbeiða fyri teim sjúku, veiku, gomlu og barnafamiljunum. Ymiskt annað um meg sjálva: Brúki nógva frítíð uppá ÍF fótbólt, eri sera áhuga í fótbólti og eri í fótbóltsnevndini. Sunnudagar dámar mær væl at koma til kirkju og/ella møti. Eisini at vera saman við familjuni, fyrst og fremst manni og soni. Hava ein útróðrarbát sum eitur Royndin Fríða sum maður mín rør út við, mær dámar væl at hjálpa til við tí uttan fyri mína arbeiðstíð í bankanum. Eitt nú knúsa goggu og ymiskt annað umborð. Hetta er gott fyri sál og likam aftan á ein dag við inniarbeiði. Vinnulív hevur altíð havt mín stóra áhuga, serliga fiskivinnan. | |  |