Tað er sera umráðandi fyri okkara vælferð í samfelagnum at vit hava eitt vælvirkandi vinnulív, og treytin fyri einum góðum vinnulívi er at karmarnir vera so góðir sum møguligt at virka undir. Tað krevur ein nýggjum vinnustruktur í Føroyum. Her er sera týðningarmikið við góðum samstaravi úteftir. Sambandsflokkurin vil millum annað virka fyri: · Nýggjum avtalum við ES, fyri at fáa fleiri sømdir · Betri marknaðarviðurskiftur fyri okkara vinnulív sum hevur avgerðandi týðning ma. fyri okkara fiskivinnu · Virknari uttanríkispolitiskan leiklut. Saman við Danmark hava vit ein stóran møguleika á tí uttanríkispolittiska økinum. Danmark hevur samband við 180 lond og sendistovur í 70 londum. Vit eiga at nýta kunnleikan og drúgvu royndirnar sum Danmark hevur á økinum til at vinna okkum fyrimunir.
Setið x við lista B, tað borgar fyri góðsku.
Samstarv er vegurin fram
|