• Løgting
 • Persónligar síður

Persónligar síður
Øll sama møguleika at útbúgva seg Skriva út
fríggjadagur, 4. februar 2005 aftur til yvirlit
Skrivað hevur: Edva Jacobsen
 
Góðu tit ungu, latið ikki teir stóru útbúgvingarmøguleikar, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, detta niðurfyri.
 

Á útbúgvingarøkinum hava vit eitt sera gott samstarv við Danmark sum ein partur av ríkinum, og okkara ungu hava góðan møguleika at fáa sær eina útbúgving.
Heili 95% av teimum føroyingum, sum hava tikið hægri útbúgving, hava lisið í Danmark.


Ríkisfelagsskapurin gevur lesandi føroyingum øll hesi rættindi:

· Einki gjald fyri útbúgving í Danmark.


· Útbúgvingarstuðul úr Danmark á jøvnum føti við danir.


· Atgongd at søkja stuðul úr øllum granskingarráðum í Danmark.


· Søkja um kamara at búgva í á jøvnum føti við danir.

Góðu tit ungu, latið ikki hesar stóru møguleikar, sum vit í dag taka sum eina sjálvfylgju, detta niðurfyri.
Farið tí á val og seti X við lista B. Tað er einasti flokkur sum 100% gongur inn fyri einum framhaldandi samstarvi við Danmarki.


Samstarv er vegurin fram.


  Áarvegur 2 · FO-110 Tórshavn · Tel 318870 / 312492 · Faks 312496 · sambandsflokkurin@logting.fo
Sniðgivið og forritað hevur KREA.FO