Ásannað verður, at familjan er ein av grundstuðlunum undir einum vælvirkandi samfelag. Tí eiga allar umstøður, sum eru við til at skapa fyritreytir fyri einum vælvirkandi familjulívi, at gerast so góðar sum til ber.
Sambandsflokkurin fer støðugt at arbeiða fyri:
Teimum sjúku, veiku og gomlu
Barnafamiljunum
Fyri Sambandsflokkin er vælferðarsamfelagið og tað persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikið enn nationalistiskar hugsjónir, og flokkurin fer tí ongantíð at seta vælferðina upp á spæl fyri at gera Føroyar meira sjálvbjargnar. Einki skal gerast í óðum verkum, men flokkurin hevur tað mál, at vit í Føroyum skulu hava sama livistøði sum tey hava í hinum norðurlondunum.
Dygdin í einum vælferðarsamfelag verður í stóran mun mett eftir, hvussu samfelagið fer um teir veiku samfelagsbólkarnar.
Okkara hjartamál er at varðveita Føroyar sum eitt vælferðarsamfelag har tryggleikin og framburður verða sett í hásæti.
|