• Løgting
 • Persónligar síður

Persónligar síður
Sambandsflokkurin og vinnulívið Skriva út
týsdagur, 27. november 2007 aftur til yvirlit
Skrivað hevur: Edva Jacobsen
 
Uttan eitt vælvirkandi vinnulív verður tað trupult at fáa samfelagshjólini at mæla.
 

Sambandsflokkurin ynskir at skapa tær bestu fortreytirnar fyri vinnulívinum. Teir bestu karmarnir skulu setast upp, soleiðis at vinnan kann menna seg á allarbesta hátt.


Tá broytingar skulu gerast fyri vinnuna eigur tað ikki at vera handla í óðum verkum, men tað er sera týdningarmikið at vinnan verður tikin við uppá ráð, tí at tey sum dríva vinnulív hava tann fakliga førleikan, og tað kann ofta vera til stóra hjálp fyri allar partar.


Uttan eitt vælvirkandi vinnulív verður tað trupult at fáa samfelagshjólini at mæla. Hetta vil so aftur raka tey bleytu virðini rættuliga meint, tí hesi sosialu virðir fíggja seg ikki sjálvi, men eru nógv ávirkað av hvussu stórar inntøkurnar eru í samfelagnum.
 
Sambandsflokkurin er tryggleikin og borgar fyri framburði og vælferð.


  Áarvegur 2 · FO-110 Tórshavn · Tel 318870 / 312492 · Faks 312496 · sambandsflokkurin@logting.fo
Sniðgivið og forritað hevur KREA.FO