Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga vil varðveita ríkisfelagsskapin við Danmark. Upp undir eitt val látast summir av flokkunum at vera sambandssinnaðir, men tá valið er av, fara teir aftur í loysingarhamin.
Fyri okkum sambandsfólk er felagsskapurin við Danmark meira enn bara krónur og oyru. Londini bæði hava verið í felagsskapi í fleiri hundrað ár, og hetta eru bond, sum ikki kunnu kvettast. Bæði kanningar í Føroyum og Danmark vísa, at fólkini í báðum londum vilja varðveita og styrkja felagsskapin millum londini bæði.
Í tí støðu, sum vit eru í í dag, hava føroyingar danskan ríkisborgaraskap, sum merkir, at vit kunnu virka á jøvnum føti við danskarar í Danmark. Hetta kom sera væl við hjá okkum í kreppuárunum, tá umleið 15 % av okkara landsmonnum leitaðu sær til Danmarkar at fáa arbeiði, tí tað ikki var møguligt at fáa arbeiði í Føroyum.
Vit kunnu fara niður til Danmarkar at fáa okkum eina útbúgving , og í dag fara umleið 90 % av øllum føroyingum, sum fara uttanlands at lesa, til Danmarkar. Lesandi føroyingar í Danmark fáa lestrarstuðul og fáa eisini íbúðarstuðul, sum ger, at leigan verður bíligari. Tær ungu barnafamiljrnar fáa eisini eykastuðul fyri hvørt barnið. Hetta er við til at gera, at tað eisini eru góðir møguleikar hjá einari familju við børnum at fara til Danmarkar í lestrarørindum.
Á sjúkrahúsøkinum hava vit eitt fyrimyndarligt samstarv við Ríkissjúkrahúsið, tá ið sjúka rakar onkran av okkara. Danmark hevur eitt vælútbygt sjúkrahúsverk, sum vit hava stóra gleði av.
Nógvir av okkara yvirmonnum eru á brúnni ella í maskinrúminum á skipunum í tí danska handilsflotanum.
Tað er ógvuliga ilt at meta um, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark í dag, men tað eru nógv túsund. Vit vilja ikki slíta bondini við okkara landsmenn í Danmark.
Onnur viðurskifti knýta okkum at danska samfelagnum. Á mangan hátt hava vit felags søgu og mentan. Navnframir danskarar sum Grundtvig, Brockman, Brorson, Ingeman og Bech hava havt stórt árin á okkara samfelag, sum hevur verið gagnligt fyri Føroyar
Umframt alt hettar eru eisini nøkur felagsmál, millum annað uttanríkismál, verjumál og løgreglumál, bert fyri at nevna nøkur, sum ríkismyndugleikarnir enn umsita fyri okkum, og eru hesi mál væl umsitin. Hesi mál eru ikki knýtt at heildarveitingini sum í dag er umleið 634 milliónir, men verða goldin umframt.
Alt hettar vil Sambandsflokkurin hava eitt gott samstarv um.
Vilt tú varðveita ríkisfelagsskapin, sum er við til at gera, at Føroyar framhaldandi vera eitt gott vælferðarsamfelag fyri øll, har tryggleikin verður settur í hásæti, so er tað bara Sambandsflokkurin, sum kann hjálpa tær við hesum.
Edva Jacobsen |