Eg skal bert nevna 2 ting sum gera tað sera týdningarmikið hjá okkum í Føroyum at kunna lata hesa hurð upp, og tey eru:
Útbúgvingarmøguleikar í Danmark:
Tað er næstan ikki tað heim í Føroyum sum ikki hevur notið gott av hesum útbúgvingarmøguleika. Umleið 90% av okkara ungdómi tekur útbúgving í Danmark. Vit taka tað bara fyri givið at tey ungu fara niður at lesa, tað verður bara spurt um hvat ein fer at lesa og hvussu nógv ár tað tekur. Vit koma inn á skúlarnar á jøvnum føti við tey sum búgva í Danmark. Hetta er ein møguleiki sum ríkisfelagsskapurin gevur okkum.
Rætt til sjúkraviðgerð í Danmark:
Hvussu nógv hava ikki notið gott av at vit kunnu koma á ríkissjúkrahúsið og fáa tað hjálp sum har er at heinta. Hjálp sum vit í Føroyum ikki hava møguleika at veita sjálvi. Hendan ágóða hava vit, og tað er ein rættur sum vit hava, sum hevur rættuliga nógv at siga fyri øll okkum, sum her búgva.
Við at vera í ríkisfelagsskapinum kunnu vit lata nógvar hurðar upp út í heim.
Farið tí á val og velji Sambandsflokkin.
Edva Jacobsen
|