Skemt

 

(23. august 2010)

Yvirskrift á portalinum: "Kári P. Højgaard skilir einki".

- Tað var ikki eiti á !


Jenis av Rana á portalinum: "Ístaðin fyri at leggja árar í sjógv og finna nýggjar inntøkur, hava vit ferð eftir ferð sæð, at landsstýrið bara veit um ein veg, tá peningur skal finnast – inn á almanna og heilsuøkið við eykakrøvum."

- Kann ikki onkur fortelja honum, at játtanin til almanna- og heilsumál er hækkað við 300 mió. krónum síðani 2008, tá Miðflokkurin og CHE-samgonan ráddu fyri borgum?


(20. august 2010)

‎"Tað gongur framá við at leingja flogvøllin í Vágum," sigur Rás 2.

- Tað er fyri neyðini, at tað ikki gongur afturá, tí so hevði flogvøllurin blivið styttri.


Høgni Hoydal blívur bara betri og betri. Nú eru tað hinir flokkarnir, sum standa spjaddir í fiskivinnupolitikkinum, meðan Tjóðveldi stendur samlað (um vit bara líka síggja burtur frá Heina O. Heinesen)...


Høgni Hoydal í Degi og Viku tann 13. august: Tjóðveldi hevði onga innanhýsis ósemju um fiskivinnupolitikkin í dag, tí tann ósemjan var fyri tveimum árum síðani...

- Er veruleikin ikki, at Tjóðveldi hevði innanhýsis ósemju bæði nú og fyri tveimum árum síðani?


(16. august 2010)

Landsstýrismonnum manglar ikki pengar, sigur Jenis av Rana, og vísir millum annað á eitt dømi, har tríggjar almennar flogbilettir til USA kostaðu 140.000 krónur ov nógv.

Gott Jenis! - Men hvussu so við hinum 779 milliónunum og 935 túsund krónunum, sum framvegis mangla í?


(6. juli 2010)

Lýsing:

Vit nokta at luttaka í tvørpolitiskum arbeiði

Vegna Sjálvstýrisflokkin

Rúna Sivertsen, fyrrv. tingkvinna fyri Fólkaflokkin
Kári á Rógvi, fyrrv. limur í Sambandsflokkinum
Kári Petersen, fyrrv. valevni fyri Javnaðarflokkin
Heðin D. Poulsen, fyrrv. valevni fyri Fólkaflokkin...


Er Sjálvstýriflokkurin ikki, allur sum hann er, ”tvørpolitiskt samstarv”?


(26. juni 2010)

Seinasta nýggja: Runavíkar Havn hevur fingið nýggjan fúta.


Tobbi gevst í politikki

- ljóðar sum okkurt, ið vit hava hoyrt fyrr.


Um tað gongur sum tað plagar, so fer Tobbi at siga, beint undan komandi løgtingsvali, at "eftir óteljandi áheitanir", hevur hann gjørt av, kortini at stilla upp...


Eftir eina 12-ára miseydnaða roynd at loysa, skal Tobbi nú starvast við at binda (skip).


Tað bleiv ikki nakar "Pastor Jacobsen", - men "Fútin" er nú heldur ikki nakar hvør sum helst.


(25. juni 2010)

Fámjin er best røkta bygd í 2010, stendur í tíndaskrivi – frá Uttanríkisráðnum!!!

- Man Fámjin ikki vera í Føroyum?


(23. juni 2010)

Sjúrður Skaale skrivar, at tað líkist ongum, at politikarar stýra fjølmiðlunum, og John Johannesen (tingbólkaformaður í flokkinum, sum átti Sosialin – sum eigur Rás 2) sleppur í Rás 2 at greiða frá, at hann er samdur við Sjúrði.

- Hvør er tað nú, sum stýrir fjølmiðlunum???


Um tú vilt í fjølmiðlarnar, hóast tú einki hevur uppá hjarta, les so okkurt sum onkur annar hevur skrivað, og ring so til fjølmiðlarnar og sig, at tú ert samdur. - Tað eru, eftir øllum at døma, stórtíðindi ! 


(16. juni 2010) 

Nú eru bara 11 dagar til Høgni Hoydal aftur kann fara at seta fyrispurningar um, hvør skrivaði taluna hjá drotningini.


(25. mai 2010)

Sambært Vágaportalinum hava tjóvar tikið 20 tjógv frá Jørgeni Niclasen, uttanríkisráðharra.

- So har ruku teir seinastu gongulimirnir hjá Fólkaflokkinum.


(17. mai 2010)

Tað seinasta nýggja: Javnaðarflokkurin hevur skift navn. Nú eitur hann bara Javnaðarflokkurin.


 - Minnir um, tá Tjóðveldið broytti navn til Tjóðveldi.


(10. mai 2010) 

Politikkur er løgin:

Tá uppskotið um fíggjarkarmar varð lagt fyri løgtingið, kom andstøðan við uppskoti um misálit á løgmann. Og nú málið kemur úr aftur fíggjarnevndini, tekur ein samd nevnd undir við tí.


Hví stóð Unga Tjóðveldi og rópti H....... F...... F... uttanfyri tinghúsið, tá eitt uppskot varð lagt fram, sum Tjóðveldi tekur undir við?


Hví sigur Høgni Hoydal, at samgongan hevur ongan politikk, tá hann samtíðis tekur undir við politikkinum hjá samgonguni?


(5. mai 2010)

Sjálvstýrisflokkurin hevur kallað Kára á Rógvi til viðtalu, í sambandi við, at hann hevur tikið nøkur løgtingsmál aftur.

- So fáa vit at síggja, um innkallingin eisini verður tikin aftur.


Í øðrum flokkum roynir man at halda innanhýsis ósemjur duldar fyri fjølmiðlunum, men Sjálvstýrisflokkurin gongur aftur her nýggjar leiðir. Tíðindaskriv er sent út, har boðað verður frá, at 50% av tingmanningini verður sett uppá pláss.


"Komið øll og síggi, meðan Kári á Rógvi verður flongdur"!

Sjálvstýrisflokkurin


(28. apríl 2010)

”Á, ikki meira enn 30% til sambandið...”, skrivar Høgni Hoydal í eini yvirskrift, har hann viðger nýggjastu veljarakanningina.

- Hvussu mundi yvirskriftin verið, um tað var Tjóðveldi sum fekk 30,5%?


- Merkiligt sum summi altíð hava ilt við at góðtaka veruleikan.


Í 2006 segði Sjúrður Skaale (samfelagsfrøðingur) við Dimmalætting, at Sambadnsflokkurin hevði framgongd í eini veljarakanning, tí hann hevði teir vakrastu landsstýrismenninar.

- So munnu tey vera nakað vøkur nú.


(1. apríl 2010)

Í dag er júst eitt ár liðið síðani skemtisíðan á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum varð dagførd. Hetta verður hátíðarhildið við mótmælisgongu á vaglinum. 


(25. mars 2010)

Eitt ávíst samanhang er ímillum blokkstuðul og skaðiligan vinnustuðul, sigur Høgni Hoydal, og vísir til eina kanning hjá Norðuratlantsbólkinum - sum fólkatingið hevur fíggjað.


Tað er merkiligt, at tað altíð eru hini, sum fáa ov nógv.


(12. mars 2010)

Aftaná miseydnaða útspælið um fólkakirkjuna, hevur ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum skift navn.

- Nú skal tað eita ó-um-HUXA.


(9. februar 2010)

Zacharias Wang skrivar í bløðunum um fólkaatkvøðuna í 1946:

"Tá vóru tað 50,7%, sum vildu hava fullveldi, meðan bert 49,3% vildu hava heimastýri. Hetta var greið tala."

- Enn einaferð mugu vit ásanna, at tað velst um eygað sum sær...


(15. januar 2010)

- Hví eitur tað Kringvarp Føroya?

- Tí fólk, sum verða uppsøgd, verða varpað út ígjøgnum høvuðsdyrnar, men ganga síðani kring húsið, og koma so inn aftur ígjøgnum bakdyrnar.


(12. januar 2010) 

Tobbi helt jól í Ísrael - og longu eru teir har niðri farnir undir aftur at byggja múrar.


(11. januar 2010)

Høgni Hoydal sigur, at um blokkstuðulin ikki hevði verið minkaður og fastfrystur, so hevði hann verið 1,4 milliardir nú.

1,4 milliardir – tað eru 800 mió. meira, enn blokkstuðulin er.

800 mió. - tað er eisini undirskotið á fíggjarlógini.

- So kanska hevur Høgni Hoydal funnið útav, hví vit hava undirskot???


(15. desember 2009) 

Høgni Hoydal mælir aftur til at “ikki varandi inntøkur” og “eingangsinntøkur” skulu í Búskapargrunn.

- Hevur eingin fortalt honum, at landskassin hevur undirskot?


Nýggjur veitslusangur frá Tjóðveldi í sambandi við uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini:

- Mær dámar Bjørt og brennivín.


(6. november 2009) 

Dagurin í dag eitur Leonhardus. Hann var franskur munkur, sum kundi opna øll lás og leinkjur…

- Ein sovornan skuldu tey havt í Uttanríkisráðnum.


(19. oktober 2009) 

Javnaðarflokkurin sigur, at tað er at gera seg inn á demokratiska rættin hjá borgarunum, um kommunuval verður aftur longu um eitt ár.

- Tað man vera fyrstu ferð í heimssøguni, at ein flokkur hevur kallað tað ódemokratiskt at hava stutt ímillum valini.


Við hasum logikkinum skuldu vit havt val 20. hvørt ár - fyri at tryggja demokratiið.


(23. september 2009)

Fleiri av heimsins leiðarum hava verið í Grønlandi og hugt eftir, hvussu ísurin bránar, men hesir hava samtíðis givið grønlendingum (sum eru troyttir av ísi), eitt sera gott hugskot.

- Nú vilja teir hava eina 14 faldaða CO2 kvotu.


Stolta skútan “Uttanríkisráðið” er endiliga fullmannað, og sunnukvøldið legði hon loksins frá landi. Fyrsta stórpolitiska avrikið var ein almenn fordøming av Mahmoud Ahmadinejad.


Endiliga fingu vit at vita, hvat føroyska Uttanríkisráðið skal brúkast til.


Man Ahmadinejad fara at frætta, at Jørgen Niclasen hevur fordømt hann ?

- og um hann frættir tað, man hann so leggja nakað í tað ?


(4. september 2009) 

”Við Múrin farin konkurs”, skrivar Dimma.

- Er tað nakað at tosað um? - Tað eru 800 ár síðani Múrurin sjálvur fór konkurs.


(2. september 2009)

Høgni Hoydal mótmælir, at flúgvingin millum Føroyar og Danmark verður roknað sum uttanríkisflúgving.

- Vil hann hava, at Føroyar og Danmark framhaldandi skulu vera eitt ríki ?


(17. august 2009)

Juleanne Henningsen er seinasti skansin hjá Høgna Hoydal á fólkatingi.

- Segði nakar ”Juleanne-håb”?


(16. august 2009)

Lars Emil Johansen hevur meldað seg nú úr Norðuratlantsbólkinum, tí hann hevur funnið útav, at sjálvstýri skal takast heima í Grønlandi.

- Nær man Tjóðveldi fara at finna útav tí sama?


Norðuratlantsbólkinum hevur nú bara tveir limir eftir

- Hvussu leingi kann mann kalla seg ein bólk?


Tað er sum Poul Dissing syngur: ”Fuglene flyver i flok, når de er mange nok”.


(12. august 2009)

Tjóðveldi hevur aftur fingið nýggjan tingbólkaformann.

- Tey plagdu annars at vera røsk at skifta mentamálaráðharrar.


Tríggir tingbólkaformenn í hesum valskeiðinum.

Nú verður ikki leingi, til Heini aftur verður formaður.


Eingin vil vera formaður – og hann sum vil, sleppur ikki.


(30. juli 2009) 

Nýliga dagførd heimasíða (trýst her) - segði nakar "afturhald"?


Tað vistu vit altíð. - Sjálvironi hevur ongantíð fallið hasum fólkaslagnum lætt.


(28. juli 2009)

Tórshavnar kommuna hevur altíð nógv at hátíðarhalda. Í ár er býráðið 100 ár og longu um 7 ár verður tað 150 ár.


- Ikki undarligt í, at Heðin Mortensen hevur nógvar snórar at klippa.


(25. juli 2009)

Vónandi verður framtíðar andstøðupolitikkurin hjá Høgna Hoydal hvassari enn hasin plenklipparin, sum hann sýndi fram í Degi og Viku í gjárkvøldi.


Lítið bit í Tjóðveldi.


(21. juli 2009)

Høgni Hoydal skrivar um almenna meirnýtslu, at av tí at landsstýrisfólkini í CHE-samgonguni, bara sótu frá februar til september, so kunnu tey ikki hava ábyrgd av, at kassin ikki stemmaði, tá árið var úti.

- Altso: Summi sótu í 8 mánaðir og onnur í 4 mánaðir, - og tað eru bara tey sum sótu í 4 mánaðir, sum hava ábyrgdina av, um kassin stemmaði ella ikki, tá árið var úti?


- Nei vit gera ongar feilir – tað eru bara hini...


- Við hasum logikkinum, áttu øll landsstýri at lagt frá sær um hálvan desember.


(14. juli 2009)

Tórbjørn Jacobsen skrivar í eini blaðgrein, at ávísir landsstýrismenn royna at flyta fokus, fyri at fáa fólk at gloyma tað sum ikki gongur so væl.

- og hetta skrivar Tórbjørn, fyri at fáa fólk at gloyma, at hann skyldar landskassanum einar 40 milliónir krónur...


”Politiska klokkuverkið í Tinganesi er uppsteðgað, og tí er stundin komin til eitt siðaskifti á øllum politiskum mótum, sum ber framskygni og framsókn í sínum skjøldri”, skrivar Tobbi.

- Gott at hann nevnir framskygni og framsókn – tí so vita vit, at hann meinar í hvussu so er ikki við eina nýggja CHE-samgongu.


(7. juli 2009)

Høgni Hoydal skrivar: ”Men hvat gera Hans Pauli og samgonguflokkarnir? Jú, hann og hansara aðalstjóri senda boð um, at...”

- Vit vita, at Høgni er meistari í at manipulera, men at gera aðalstjóran í Heilsumálaráðnum til samgonguflokkarnar, tað er at fara í so langt.


Einki hoyrist um ringt stev í samgonguni

- Man Ingolf S. Olsen hava fingið summarfrí ?


(6. juli 2009)

Í øðrum endanum av glasbygninginum á Argjum situr Hermann Oskarson, búskaparfrøðingur.

Í hinum endanum sita búskaparfrøðingarnir hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni.

Oskarson sigur, at búskaparpolitikkurin í hinum endanum á húsinum er ikki rættur, men landsstýrismaðurin sigur, at tey í Herman'sa enda bara gita.

- Er tað undarligt, at tey sum sita mitt ímillum (inni hjá TAKS), hava samstarvstrupulleikar?


(3. juni 2009)

”Sambandsflokkurin er í fleiri legum”, sigur samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre.

Einaferð segði sami maður, at Kaj Leo Johannesen hevði lítlar møguleika at gerast floksformaður, og eina aðra ferð skuldi hann hava lítlar møguleikar at gerast løgmaður.

- Nú fáa vit at síggja, um útsagnirnar eru líka rættar hesaferð.


Heimsmet í sjálvrósi:

Høgni Hoydal skrivar í blaðgrein um sína egnu røðu á fólkatingi:

”Sjálvur helt eg eina røðu, har eg legði dentin á uttanríkis- og heimspolitikkin. Frá altjóða fíggjar- og orkukreppuni og tørvin á, at heimsins fólkaræði standa saman...  Til tann sosiala ójavnan í heiminum, støðuna í Miðeystri og Asia, og vandan fyri nýggjum blóðugum kríggjum…
 
Politikarar úr flestu flokkum komu aftur í tingsalin at práta og róstu røðuni.”


- Hvussu var tað Churchill segði?

- Var tað okkurt við at sjáldan hava so nógv róst sær sjálvum so nógv fyri so lítið ?


(27. mai 2008)

Javnaðarflokkurin sigur nú, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa eitt kjak um ES

- Vælkomin uppí kórið. – Vit hava bíðað eftir tykkum í 18 ár...


(22. mai 2009)

"Rokningin og upptakið verða øgilig - og komandi ættarlið skulu svíða fyri fáfongdina og sjálvsøknið hjá einstøku flokkunum og politikarunum", skrivar Høgni Hoydal.

- ak ja - tað hava vit longu merkt í ólukkumát.


(11. mai 2009)

Heðin Mortensen skrivar, at hann vil ikki hava nakrar “Robin Hood-loysnir”

- Man hann longa hava gloymt, at hann er blivin javnaðarmaður?


(1. mai 2009) 

Sjónvarpsmaðurin Ingolf S. Olsen er so íðin eftir at finna ósemjur í samgonguni, at fólk eru farin at spyrja, hvat hatta S’ið stendur fyri. – Man hann eita Ingolf Samgonguslit Olsen?


Spurnarkanning á heimasíðuni hjá Norðlýsinum:

Hevur fútin sagt ósatt fyri landsstýriskvinnuni? – Ja  - Nei – Veit ikki

Uha! – Hvørjari landsstýriskvinnu  og  nær...?


26. september skrivaði Árni Dahl:
“Fyri vestan okkum er eitt fyrrverandi danskt hjáland, sum valdi frælsi...” (og so ein long frágreiðing um, hvussu væl tað hevði gingið síðani).

- so fór Ísland av knóranum.

25. apríl skrivar Árni Dahl:
“Í dag fara íslendingar á val. Tað fara teir, tí fólkið stóð saman, fór út á gøturnar við pottum og pannum og glintaði og bardi mafiuna út úr landsins lóggevandi tingi.”

- so har var kanska ikki alt so gott kortini?


(15. apríl 2009)

Í gjár misti SEV 2.000 litrar av olju á sjógv, og í gjárkvøldið høvdu teir fingið 5.000 litrar uppaftur. - So tað loysir seg...


(14. apríl 2009)

Nú Uttanríkisráðið og Samvit hava lagt saman, skal nýggja felagsheitið vera "Uttanríkisvanvid".


(27. mars 2009) 

Sjúrður Skaale við Magna Laksáfoss: "Tað er ikki teg eg tosi við. - Eg tosi við tín innara tjóðveldismann".


(23. mars 2009)

So er tað satðfest, at flokstingið hjá Tjóðveldi (sum skuldi líta frameftir), fyrst og fremst snúði seg um "Lásagøluna".


(20. mars 2009) 

Tjóðveldi hevur floksting, har tey siga seg ætla at “líta frameftir”.

- ja mangt broytist.


Skal so eingin siga nakað um 1946 ?


Man Heini ikki vera við?


(18. mars 2009)

Landsstýrið er fantastiskt. – Fóru at leita eftir fleiri milliónum – og funnu tær í Suðuroy !


 (20. februar 2009)

Útvarpið sigur, at sjálvt likkurnar í Klaksvík sakna Kósavirkið, men sambært álmanakkanum koma fyrstu likkurnar ikki til landið fyrr enn í apríl.


Nú er tað blivið so galið í Kringvarpinum, at sjálvt likkurnar fylgja ikki skránni...


(16. februar 2009)

Høgni Hoydal hevur sera nógv at gera á fólkatingi. Í løtuni sær raðfestingin soleiðis út:

1. Fólkaatkvøða um arvareglurnar til donsku krúnuna 
2. Danskt løntir sýslumenn í Føroyum
3. Politistøðin í Havn
4. Kanning um, hvussu vit ikki kunnu gerast limir í ES


Fyrst noktaði Høgni Hoydal føroyingum á fólkaatkvøðu, og nú er hann í øðini, tí at danska stjórnin skipa fyri fólkaatkvøðu – alt meðan Høgni rópar: “fólkaræði fólkaræði”! 


Tað er so nógv, sum bara riggar á pappírinum...


(10. februar 2009) 

Jóannes Eidesgaard sigur, at skattainntøkurnar í januar í ár vóru hægri enn tær vóru í januar í fjør.
Høgni Hoydal sigur, at hetta er skattapolitikkinum hjá CHE-samgonguni fyri at takka.

- Men áðrenn teir fara at klandrast alt ov nógv um, hvør skal hava æruna, kundi verið hóskandi at mint á, at inntøkurnar í januar eru bara vaksnar úr 104,4 milliónum upp í 105,5 mió. krónur.


Skuldi CHE-samgongan ikki lækka blokkstuðulin við 117 mió. krónum í ár? Tað hevði verið næstan 10 mió. krónur bara í januar.


(4. februar 2009)

Tórbjørn Jacobsen skrivar í lesarabrævi, at um danir eisini fara at hjálpa okkum við útflutningskreditti, so er slagið um Føroyar tapt.

- Nei tað er ikki lætt at vera tjóðveldismaður í hesum døgum...


- sum danir eru illavorðnir. Teir dýkja okkum undir við tilboðum um hjálp.


(28. januar 2009)

Unga Tjóðveldi heitir á fólk um at mótmæla sparingunum á Fróðskaparsetrinum.

- Ja nú høvdu hasar tríggjar milliardirnar komið væl við…


Unga Tjóðveldi við mótmælistiltaki? - So verður torusláttur...


Fyrr var Høgni Hoydal bara skelkaður. Nú er hann eisini happaður.


(27. januar 2009)

Sum tað altíð er synd í mær... (trýst her)


(16. januar 2009)

Bjørt Samuelsen er aftur fornermað, tí hon ikki sleppur at stýra danska statskassanum.

- Kann ikki onkur fortelja henni, at hon er tjóðveldisfólk?


(14. januar 2009)

Jógvan Arge blívur alsamt meira populerur.

- Fyri 20 árum síðani fóru starvsfelagarnir í Útvarpinum í verkfall, tí tey vildu hava hann frá, og nú eru tey í verkfalli, fyri at mótmæla, at hann er uppsagdur.


(10. januar 2009) 

Ísraelska stjórnin brúkar kríggið í Gaza sum lið í einum valstrýði. Hamas brúkar kríggið, fyri at rættvísgera sín ”eksistens” og Høgni Hoydal brúkar sama kríggið, til at pussa sína gloriu við.


Í januar var ein mótmælisgonga í Havn, sum mótmælti ABC samgonguni. Undir mótmælisgonguni fór toran at ganga, og vit fingu CHE-buldur og brak.

Í dag var aftur ein mótmælisgonga í Havn. Toran fór aftur at ganga, so spennandi verður at vita, hvat hetta endar við.


(6. januar 2009)

Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við Gerhardi Lognberg, sum sigur, at almenn starvsfólk ikki reka sínar skyldur til fulnar. Tað sigur John Johannesen.

Trýst her, fyri at síggja, hvussu nógv summi hava at gera


Tá Kári á Rógvi var skrivari í Grundlógarnevndini, gjørdi hann nógv burturúr rættindunum til at fáa grindapart.

Nú skulu vit helst ikki eta grind, so hví ikki geva øllum føroyingum javnbjóðis rættindi til at fáa partar av gomlu møblunum á løgtingsskrivstovuni?


Hvat við einum turrsaltaðum skrivaraborði...


Er "Fíniflokkur" ikki eisini eitt slag av einum gomlum "møbilstykki"?


(2. januar 2009)

Eidesgaard vil hava ognarskatt, tí landskassanum tørvar pengar á inntøkusíðuni.

- Var tað ikki sami Eidesgaard, sum skuldi hava allan blokkstuðulin burtur innan 2015 ?


- Man eisini hann hava broytt meining...?


(28. november 2008)

Tað var ikki bara í miðøldini, at arbeiðið við Kirkjubømúrinum hevði ilt við at blíva liðugt.

- Aftaná 6 ár, hevur ein "múrnevnd" nú endiliga handað landsstýriskvinnuni í mentamálum eitt álit, sum sigur, at Kirkjubømúrurin eigur at verða varðveittur, sum hann er...


- Tað var gott, at niðurstøðan ikki var, at múrurin skuldi broytast, tí so hevði nevndin ikki verið komin í gongd enn.


Tórbjørn Jacobsen sigur, at gjaldførið hjá føroyskum reiðaríðum er vánaligt.

- Hvussu hevði gjaldførið verið, um fiskidagarnir høvdu verið skerdir við 50%, sum Tórbjørn skeyt upp?


(10. november 2008)

"Kósin skal haldast", sigur Heðin Mortensen á valplakatunum.

- Man hann so ikki ætla at skifta flokk hesaferð ?


(7. november 2008)

Høgni Hoydal hevur spurt á fólkatingi um møguleikan at fáa blokkstuðulin hækkaðan aftur.

- Nú kunnu vit í Sambandsflokkinum skjótt pakka saman...


(3. november 2008)

Tíðindastovurnar vilja vera við, at menn sum Colin Powell og Edward Kennedy, stuðla Barak Obama, meðan John McCain fær stuðul frá Jørgen Niclasen.


(31. oktober 2008)

Tjóðveldisvarpið í Sortudíki virkaði fínt í gjár:

- Ein søga um, at helvtin av valevnunum hjá Miðflokkinum eru kvinnur, førdi sjálvandi til, at Høgni Hoydal slapp at greiða frá, hví tað hesaferð ikki hevur so stóran týdning at javnstøða er á listanum.


- ljóðar ikki sum klokkuklárar mannagongdir...


Fyrst mælti Tjóðveldi til at fíggjareftirlitið skuldi yvirtakast, og nú mælir floksformaðurin til, at vit skulu hava eitt felags norðurlendskt fíggjareftirlit.

- Tað skal bara ikki vera danskt.


Annita á Fríðriksmørk segði um fíggjareftirlitið í Fólkatinginum: “Når vi ikke har det fulde ansvar, kan vi heller ikke forvente, at vi altid får de relevante oplysninger til tiden”.

Høgni Hoydal segði um fíggjareftirlitið í Norðurlandaráðnum: “hvorfor ikke en fælles nordisk valuta eller et fælles nordisk finanstilsyn”.


(24. oktober 2008) 

Sambært fjølmiðlunum eru summi postboð blivin so stressað, at tey “taka arbeiði við til hús”

- so er tað har, øll brøvini enda !


Høgni Hoydal er so vanur at stýra fjølmiðlunum, at nú møtir hann eisini upp á tíðindafundum.

- Man hann umboða útvarpssendingina “Kontrol E”?


“Hvør hevur givið Edmundi Joensen loyvi at spæla hazard við framtíðini hjá føroyska fólkinum”, spyr... – ja trúgv tí ella ei - Høgni Hoydal.


Høgni hevði so ikki kunna funnið uppá at spælt hazard við framtíðini hjá Føroya fólki.


(23. oktober 2008) 

Fyrr hevur útvarpið bara sagt, nær Høgni Hoydal er skelkaður. Nú eru tey eisini farin at siga, nær hann er í øðini.


Dagsins stórtíðindi: Høgni Hoydal er í øðini.


Hví kunnu tey ikki eisini siga, nær Høgni Hoydal hevur gron ?


(20. oktober 2008)

“Tað eru altíð nøkur sum eru ímóti, og sum halda øllum aftur. Men tá so glið er komið á, so eru tey við kortini”, skrivar Annita á Fríðriksmørk.

- Man hon hugsa um sín egna fólkatingssess, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vildi hoyra talan um líka til miðskeiðis í 70-unum?


(14. oktober 2008) 

Kringvarpið biður nú um umbering fyri, at útvarpið sendi skeivan part í røðini “Hitt heilaga evangeliið skrivar".

Veit miðlaleiðarin í Kringvarpinum ikki av, at sendingin eitur “Hetta heilaga evangeliið skrivar”?


(9. oktober 2008)

Tvær av grundsúlunum undir Tjóðveldinum eru horvnar seinastu dagarnar

- kjak.fo er niðurlagt og Ísland er farið á húsagang.


Skjótt broytist:
- Fyrr tosaðu tjóðveldisfólk um "stolta fullveldi Ísland".

- Nú er Høgni Hoydal farin at tosa um "íslendskar spekulantar", sum hava rent seg fastar.


(8. oktober 2008)

Tjóðveldi boðar frá í tíðindaskrivi, at flokkurin nú fer at dagføra “skrøggið” á heimasíðuni javnan.

 - íðan ! – har hevur altíð verið fult av skrøggi – javnan.


Tjóðveldi skrivar í tíðindaskrivinum:
“Men vit kunnu vissa um, at tey, ið standa fyri skotum, hava ikki ampa av tí, men halda, at tað er betur at flenna at sær sjálvum enn at lata fáfongdina ráða í politikki.”

- So vita vit tað. - Í hasum flokkinum eru bara tveir møguleikar í politikki: skemt ella fáfongd.


Mundi lásagølan vera skemt ella var hon fáfongd ?


(2. oktober 2008)

- Hví eitur nýggja sendingin hjá útvarpinum ”kontrol E”?

- Tað man vera fyri at undirstrika, at tað er listi E, sum hevur kontrol á útvarpinum.


(29. september 2008)

Sjúrður Skaale skrivar í blaðgrein, at í føroyskum politikki hevur veljarin onga ávirkan, tí politiskir hundabardagar avgera alt.

- Ak ja – hasar hundabardagarnar hava vit sæð í ólukkumát teir seinastu 7 mánaðirnar.


“Tey fýra álitisfólkini hjá Javnaðarflokkin”, kallast ein yvirskrift á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum

- Skal tað skiljast soleiðis, at hini fimm eru ikki álitisfólk?


 (15. september 2008)

Tað nýggjasta úr Tinganesi (trýst her)


(12. september 2008)

Síðani lásagølan tók seg upp í Tinganesi er tað eingin sum longur ivast í, at Høgni Hoydal er ein “lyklapersónur” í føroyskum politikki.


(11. september 2008) 

"Tað er ein samvitskuspurningur, um ein løgtingsmaður tekur ímóti løn, meðan hann er í farloyvi", sigur Hergeir Nielsen, - sum var skúlastjóri á Leiti í trý ár aftaná at seinasta barnið var farið úr skúlanum...


(4. september 2008)

Dimmalætting skrivar um tveir menn, sum eru ákærdir fyri at hava stolið gamalt jarn sum “lá og fleyt”.

- hvat man tað vera fyri jarn, sum flýtur?


Eitt er at vit hava eitt óarbeiðsført landsstýri, men nú vísir tað seg, at sjálvt tyngdilógin er ikki dagførd.


Nú verður spennandi at vita, um undanførslan aftur hesa ferð verður, at talan er um eina "danska lóg".


(2. september 2008) 

Kári á Rógvi má sigast at vera rætti maðurin at úttala seg um alment oyðsl.

- Í fleiri ár varð hann løntur skrivari og seinni næstformaður í grundlógarnevndini, sum millum annað var á námsferð í USA og Íslandi - men framvegis hevur eingin sæð nakra grundlóg.


Kári á Rógvi hevur eisini verið í New York fyri Norðuratlantsbólkin og heilsað uppá Kofi Anand, men tá var tað danski skattgjaldarin sum fekk rokningina, so tað gjørdi kanska ikki so nógv...???


(1. september 2008) 

Nú undirskotið á grønlendsku fíggjarlógini hevur rundað eina hálva milliard, er fíggjarnevndin hjá løgtinginum farin til Grønlands á vitjan.

- Vit mugu bara vóna, at tey ikki læra ov nógv á ferðini...


(27. august 2008)

Dimmalætting hevur prógvað, at blaðið er frammanfyri sína tíð. Í gjár skrivaði Dimma soleiðis: “Tríggjar 1. viðgerðir vóru á skránni, tá løgtingið kom saman í morgun...”

- Tíverri hevur blaðmaðurin yvirsæð, at fundurin, sum hann vísir til, verður ikki fyrr enn um tvær vikur.


Gott at blaðmaðurin ikki segði nakað um, hvussu fundurin gekk.


- minnir um tiltiknu Vestmannagrindina á sinni.


(26. august 2008)

Nú rakk handan CHEDan hjá løgmanni heldur ikki.


(22. august 2008) 

Zakarias Wang skrivar um brúnna um Streymin: “...høvdu vit í staðin fyri dýpt Streymin, so kundu størri skip siglt ígjøgnum har uttan at hugsa um hvørt mastrarnar bóru við!”

- Man hann halda at vatnskorpan eisini fer niðureftir, um sundið verður dýpt?


Høgni Hoydal var so skelkaður aftaná atkvøðugreiðsluna um fiskidagarnar, at hann gloymdi at siga, at hann var skelkaður.


(21. august 2008)

Søkkandi samgonguskútan duffar fyribils víðari - samansett av flokkum, sum sambært sær sjálvum ikki eru egnaðir at stýra einum landi.


Sambært heimasíðu løgtingsins hevur forkvinnan fyri tingbólki Tjóðveldis eftirútbúgving sum trætuloysari.

- Tað skuldi verið nokkso viðkomandi.


(16. august 2008)

Nú ljóðar at Tjóðveldi ætlar kortini ikki at slíta samgonguna.

- Eitt er at vanliga fólkið í Føroyum ikki trýr tí, sum Høgni og Tobbi siga. - Men nú trúgva teir heldur ikki sær sjálvum.


(4. juli 2008) 

Ósemjurnar í samgonguni eru nú so stórar, at teir klára ikki ein gongd at semjast um at fara frá.


(3. juli 2008)

Tað er ikki bara telefonin hjá John Johannesen, sum ikki svarar

- Karsten Hansen og Hans Pauli Strøm tosa heldur ikki saman.


(2. juli 2008) 

Hvørja ferð Anders Fogh Rasmussen vitjar Føroyar, má Høgni Hoydal skriva eina heilsíðu-grein í bløðunum, fyri at greiða frá, hvussu tað sum forsætisráðharrin segði, eigur at verða misskilt.


Høgni Hoydal undrast enn einaferð á, at aðrir politikarar sleppa at tosa, uttan at nakar “setur spurnartekin við veruleikan aftanfyri”.

- man hann halda seg sjálvan vera heimsins ærligasta politikara ?


- ella vil hann bara at onnur skulu halda tað ?


(1. juli 2008)

“Samgongan ósamd um skattalætta”, skrivar Sosialurin.

- Hatta eru ikki tíðindi. – Sig heldur frá um tað skuldi hent, at samgongan bleiv samd um okkurt.


(27. juni 2008)

Postverkið hevur gjørt av, at Shell-støðirnar skulu vera framtíðar postavgreiðslur.

- So mugu vit vóna, at prísirnir ikki fylgja oljuprísunum.


32 ár eftir at Postverkið varð yvirtikið (við teirri grundgeving, at føroyingar skuldu hava yvirskotið sjálvir), er man framvegis ikki liðugur at steingja posthús, sum ikki bera seg.


 (25. juni 2008)

Stórtíðindi:

Dimmalætting skrivar, at tíðindaleiðarin í Sjónvarpinum "sigur upp".


(24. juni 2008)

Tórbjørn Jacobsen sigur, at hann fer at fylgja tilmælunum frá serfrøðingunum, tá fiskidagar skulu ásetast fyri næsta ár.

- Tað mátti verið ein løtt uppgáva. Fiskirannsóknarstovan mælir til at skerja toskafiskiskapin 100% og fiskidaganevndin mælir til at skerja 0%.

– So skerjingin verður helst onkustaðni har ímillum. 


Ein einsamallur maður hevur sett egið ríki á stovn vestanfyri Hetland

- Átti Høgni Hoydal ikki at farið á almenna vitjan ?


(18. juni 2008)

Nú siga tey, at Danmark fer at skaffa Grønlandi nakrar kúlubøkur aftur fyri at taka undir við hvalafriðingini í Suðuratlantshavi.

- Tað var á hundanum til – nú hevði Høgni annars akkurát funnið eitt so frálíkt argument fyri ikki at samarbeiða við dønum.


 
Nú burdi Høgni kraft, at Per Stig Møller eisini skaffar føroyingum eina kúlubøku.


Hví ikki stovna eitt “Kúlubøkumálaráð” í Tinganesi ?

- Man kann tað sama vera "kúlubøkumálaráðharri" við ongari kúlubøku, sum at vera uttanríkisráðharri við ongum ríki.


(17. juni 2008) 

Eingin má halda, at landsstýrið ætlar at oyðsla skattgjaldarans pengar, við at keypa ein bygning í New York. – Nei fyrst skulu fólk sendast til New York at kanna “sethúsaprísin” har yviri.


Hví harmast Per Stig Møller, tá ið Edmund Joensen fegnast? spyr Annita á Fríðriksmørk

- Man tað kanska vera tí, at Per Stig Møller hevur alt ov stóra virðing fyri føroyskum loysingarflokkum?


Brot úr grein hjá Høgna Hoydal: ”Har onnur lond semjast og standa saman um nøkur grundleggjandi mál í uttanríkispolitikkinum, verða okkara viðurskifti við umheimin til alment partapolitiskt brigsl.”

- Hvat mundi tað vera fyri ein politiskur óargaungi, sum uppfann hetta slagið av brigslið?


(13. juni 2008) 

Endiliga fekk landsstýrið tikið seg saman fyri at gera eitt veruligt, dygdargott og viðkomandi arbeiði fyri Føroyar.

- Landsstýrið hevur nevniliga – í fullari semju - mótmælt forboðnum at skjóta hval í Suðuratlantshavinum.


- Hetta man vera størsta frambrot í nýggjari politiskari søgu.


- Kom so ikki og pástand, at landsstýrið einki fær av skafti !


- Tað kemur ikki uppá tal at geva vinnuni stuðul, so leingi sum henda samgongan situr, sigur Tórbjørn Jacobsen.

- Man hann longu hava gloymt, at hann sjálvur akkurát hevur fingið 41 mió. krónur í stuðli úr landskassanum ?


(12. juni 2008)

Parkeringspláss fyri politisk mál:


(11. juni 2008)

 - Løgmaður hevur ikki álit á sjúkrahúsleiðsluni, men tað hevur Hans    Pauli Strøm.
 - Løgmaður hevur fult álit á Hans Paula Strøm.
 - Løgtingið hevur ikki álit á sjúkrahúsleiðsluni.
 - Palleba hevur ikki álit á løgmanni.
 - Palleba hevur heldur ikki álit á sjúkrahúsinum.

 - Ein óheft nevnd skal nú skriva eitt álit
 - og síðani sleppur løgmaður kanska at skriva eitt misálit ?


Aftaná at Føroyar hava havt eina sosialistiska samgongu í 4 mánaðir, tosar Starvsmannafelagið longu um verkfall.

- leingi livið tað sosialistiska samhaldsfestið.


Karsten Hansen sigur við Útvarpið (nú avlopið á fíggjarlógini er burtur), at vit kunnu ikki loyva okkum at taka lán, fyri at fíggja lønarhækkingar.

- so burdu vit kanska heldur ikki tikið lán, fyri at lækka blokkstuðulin ?


(3. juni 2008)

Tórbjørn Jacobsen ásannar, at tað er ein trupulleiki, at stjórin á Jarðfeingi hevur fingið starv í einum privatum oljufelag, meðan hann er í farloyvi.

- Er tað so ikki eisini ein trupulleiki, at landsstýrismaðurin í oljumálum eigur partabrøv í sama oljufelag ?


Í farna valskeiði gjørdi táverandi andstøða nógv burturúr, at yvirtøkulógin varð samtykt á miðjari nátt.

- Nú verður sjálvt fíggjarlógin samtykt á miðjari nátt.


 

(28. mai 2008)

Heimasíða Miðfloksins hevur fingið "ilt í trúvirðið":

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Fyri at fáa føroyskan politikk at snúgva seg meira um bleyt virði, valdu veljararnir fleiri kvinnur á ting.

- og síðani hevur føroyskur politikkur bara handlað um tunlar.


(23. mai 2008)

Áðrenn løgtingsvalið segði Høgni Hoydal, at táverandi samgonga koyrdi bara runt í eini rundkoyring og kom ikki víðari.

- í so máta má sigast, at “maður kemur í mans stað" - og kanska gott og væl tað...


(22. mai 2008)

Samgongan hevur funnið fíggingina til Sandoyartunnilin. Tey sum skulu gjalda íløguna eru:

1. Palleba (sum ikki fær endarnar at røkka saman)
2. Skipini (sum ikki hava ráð at sigla)
3. Blokkstuðulin (sum skal burtur)

Restin skal gjaldast við bumgjaldi (nú eingin hevur ráð at koyra bil longur). 


(20. mai 2008)

“Ingeborg Vinther er órímilig”, sigur løgmaður í eini roynd at fáa fakfeløgini at skilja politikkin hjá samgonguni.
 
- Ja nú eru eingir borgarligir flokkar at skylda uppá.


“Sjáldan hevur ein samgonga verið so arbeiðsfør, sum júst CHE-samgongan”, skrivar Bill Justinussen.

- Hvørjum heimi livir hann í ?


Sum dømi um fyrimyndarliga arbeiðsførleikan hjá samgonguni nevnir Bill Justinussen skúladepilin í Marknagili

- Man hann hava gloymt, at tað var við hjálp frá andstøðuni, at skúladepilin varð samtyktur, tí semja var ikki í samgonguni?


(16. mai 2008)

Uttanlandsmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Høgni Hoydal hevur verið á fundi við uttanríkismálaráðharran í Liktenstein, og at hann har legði dent á at viðgera møguligan føroyskan EFTA- limaskap og tann týdning hetta mál hevur fyri Føroyar. 

- Týdning og týdning... – tá Per Stig Møller, fyrst í mars, skipaði fyri fundum í Lichtenstein og Schweiz um sama mál, møtti Høgni ikki upp á fundinum.


(13. mai 2008) 

Stuttligasta undanførsla í nýggjari tíð:

“Samgongan hækkar ikki skattin”, skriva samgonguflokkarnir í felags tíðindaskrivi. Men longri niðri í tíðindaskrivinum skriva teir, at hetta er ein sannleiki sum bara passar, um vit samanbera skattin í 2009 við tað sum undanfarna samgonga ætlaði at gera - men tó ikki gjørdi, í 2008.

So tá Palleba í 2009 fær eina dýrari skattarokning, so skal hann vita, at tað eru ikki tey sum samtyktu skattahækkingina, sum hava skyldina. Nei, tað eru tey sum ætlaðu ikki at lækka rokningina og kortini gjørdu tað, sum hava alla skyldina í, at rokningn hækkar.


- So sløknaði sjónvarpssendarin aftur. Men framvegis ætla samgonguflokkarnir, at tey sum hava hægstu inntøkuna skulu gjalda mest, fyri einki at síggja.


Tað verða bara tey sum arbeiða svart, sum sleppa frá at gjalda fyri at síggja svart.


(9. mai 2008)

Løgmaður gremur seg um í bløðunum, at Javnaðarflokkurin, í útlendingamálinum, fær mótstøðu frá bæði arbeiðarum og arbeiðsgevarum.

- Jú men… er tað ikki tað sum altíð hendir, tá man ríður á tveimum hestum?


Tann 7. juni í fjør skrivaðu vit soleiðis her á skemtisíðuni:

Eina ferð um árið vitjar Elis heima hjá Tobba, har hann biður hann syngja í mikrofonina, og hesin sangurin verður so endursendur 100 ferðir áðrenn næstu heimavitjan.

Við hetta lag verður Elis heiðurslimur í Tjóðveldisflokkinum (um hann ikki longu er tað)?

- Og hvat hendi í morgun? – Tórbjørn og Jørgen Niclasen sungu í mikrofonina hjá Elis, og Elis var valevni hjá Tjóðveldinum í januar.


John er framvegis arbeiðsleysur...(trýst her)


(7. mai 2008) 

Áðrenn valið lovaði Miðflokkurin at fáa hjarta inn í føroyskan politikk.

Úrslit higartil: skatturin hækkar, men játtanin til t.d. sjúkrahúsini hækkar ikki.


Um hjarta er komið inn í føroyskan politikk, so má "uttanríkismálaráðið" hjá Høgna Hoydal vera hjarta.


(25. apríl 2008) 

Høgni Hoydal skrivar nú, at fíggjarlógin er “upptak eftir ábyrgdarloysi”

- Á stakkalin. Altíð eru teir so óheldigir.


Tað eru fá tjóðveldisfólk sum halda flaggrøður í ár.

- Eru tey farin niður við flagginum ?


(23. apríl 2008)

Nú skulu tey við teimum hægstu inntøkunum gjalda meira í sjónvarpsgajldi, enn tey við teimum lægru inntøkunum. Logikkurin er hesin:

- Tann sum arbeiðir nógv, og tí ikki hevur tíð at hyggja í sjónvarp, skal gjalda nógv í sjónvarpsgjaldi

- Tann sum hyggur nógv í sjónvarp og arbeiðir lítið, skal gjalda lítið í sjónvarpsgjaldi.


Sjúrður Skaale sigur, at hann á fólkatingi stríðist fyri at fáa føroyingar at venda heim aftur,
og í Føroyum roynir landsstýrið at reka fólk av landinum.

- Nú skilji eg, hví tjóðveldismenn siga, at vit eiga einki land…


(22. apríl 2008)

- Bara 53,4 milliónir í avlopi á fíggjarlógaruppskotinum?
- Hvat skuldi Karsten Hansen gjørt uttan hasar 630 milliónirnar úr Danmark ?


Spurningur til Karsten Hansen:
Nær eru 53 mió. krónur blivnar eitt “trýsifrað millióna beløb” ? 


    53,4 milliónir
- 630,0 milliónir
- 576,6 milliónir

- mundi tað vera hatta trýsifraða millióna beløbið, Karsten meinti við ?


Karsten Hansen er farin at kalla blokkstuðulin fyri “Lítlibeiggi”, men skulu vit ganga út frá avlopinum á fíggjarlógini, so skuldi hann heldur verið “Stóribeiggi”.


(15. apríl 2008) 

Sjálvstýrisflokkurin byrjaði valskeiðið so friðarliga við at skipa fyri tvørpolitiskum semjutoymum.

- Nú bjóða teir seg til at “plaffa revolvaramenn niður”.


Portalurin skrivar: "Dagurin eitur Tær ljósu næturnar byrja".

- Man tað vera navnið á degnum, ella er tað ikki bara kunning ?


(14. apríl 2008) 

“Javnaðarflokkurin hevur í nógv ár víst á stóra tørvin á eini útjavningarskipan” sigur flokkurin í tíðindaskrivi.

- merkiligt at eingin skal hava hoyrt tað.


Javnaðarflokkurin fyri útjavningarskipan ?  - So má Heðin Mortensen aftur skifta flokk.


(11. apríl 2008) 

Miðflokkurin skrivar á heimasíðuni um fíggjarlógina: “Karsten hevur áður úttala seg um, at ein fíggjarlóg í hesum tíðum skal geva yvirskot, so væntast kann at hetta verður so.”

- Segði Karsten ikki okkurt um, at fíggjarlógin skuldi hava eitt trý sifrað milliónabeløn í avlopi ?


Dimmalætting sigur, at Hilmar Jan skrivar bæði røður og greinar fyri Heðin Mortensen

- Man tað vera tí at Heðin er við at blíva Føroyar stuttligasti maður ?


Hilmar Jan dugir væl at herma eftir fólki, so tá vit hoyra hann gera útvarpssamrøður við Heðin Mortensen, man tað so vera sami maður sum bæði spyr og svarar?


(8. apríl 2008) 

Útvarpið segði í gjør, at fíggjarlógin fyri 2008 verður væntandi løgd fyri Løgtingið í komandi viku, sum er eina viku seinni enn ætlað.

Fyri eini viku síðani skuldi tað verða í hesi vikuni, sum tá eisini var eina viku seinni enn ætlað, og fyri nøkrum vikum síðani skuldi tað vera áðrenn páskir. 

- Ja landsstýrið hevur sum skilst nógvar ætlanir.


Løgmaður fer nú á eina uttanlandsferð í tveir dagar.

- Man Høgni, "uttanríkisráðharri", hava lovað honum ?


(2. apríl 2008) 

Dimmalætting hevur eina forsíðumynd av, hvussu vatnstøðan hevði verið í Tinganesi og Vágsbotni, um ísurin bráðnaði.

- Man tað vera ein ynskidreymur um at drukna Sosialin ?


(31. mars 2008)

Sambært heimasíðu Tjóðveldis merkti tað roknskapin hjá flokkinum í fjør, at bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið komu “heldur óvæntað í 2007”.

- Var løgtingsvalið ikki í 2008 ?


Hvussu óvæntað kom løgtingsvalið?

– Tað skuldi vera í seinasta lagið 20. januar, men var “longu” 19. januar.


Millum ognirnar, sum Tórbjørn Jacobsen sigur seg eiga, eru “eini hálv hús á Glyvrum”.


(27. mars 2008) 

Løgmaður heitir nú á øll landsstýrisfólkini um at gera sum Tobbi.

- Stakkals landskassi.


Nøkur av “hjartamálum” Tjóðveldisins (sambært heimasíðu floksins):

Hjartamál 3/5

- Gera upp við serskipanir og kreppuloysnir, sum avlaga búskapin og kappingarførið.

(ikki galdandi fyri stuðulslán til Kongshavnar Útgerðarfelag ?)

Hjartamál 3/5

- Allir borgarar skulu hava sama rætt at virka, velja og virðast í samfelagnum

(tó ikki somu treytir til allar landsstýrismenn ?)


Hjartamál 5/5

- Greiðar avleiðingar av skeivari fyrisiting verða tiknar.


Merkiligt at hvørja ferð ein tjóðveldismaður ger okkurt býtt, so verður hann gjørdur til eina fyrimynd, sum onnur skulu laga seg eftir.


(25. mars 2008)

Landsstýrið er komið so í rasshaft av hasum fíggjareftirlitinum, at nú er sjálvt Kjartan Hoydal farin at skriva kronikkir við egnari undirskrift.


Er felagsskapurin Hesaferð (ella Hinaferð) við at koma fyri seg aftur?


(12. mars 2008)

Demagogiska maskinaríðið koyrir sum ongantíð fyrr. Nú sigur Høgni Hoydal, at Edmund Joensen skaðar føroysk áhugamál, tí hann spyr, hví landsstýris ikki ger sítt arbeiði.

- ja sjálvandi eru tað tey sum spyrja, sum eru skaðilig.


Sambært raðfestingini hjá landsstýrinum hevur medisinsøla til Íslands størri týdning enn fiskasøla til EFTA.


Tá man kann vera uttanríkismálaráðharri í Føroyum, so má man eisini kunna vera "medisinmaður" í Íslandi.


(10. mars 2008) 

Tórbjørn Jacobsen segði í eini blaðgrein tann 8. juli 2002, at tað er ringt at liva við einum fiskimálaráðharra, sum hevur ilt við at skyna á mørkunum ímillum eins egna og annara.

- ja vit halda eisini, at sovorðnir fiskimálaráðharrar áttu at verið frákoyrdir beinan vegin.


Høgni Hoydal er farin sína fyrstu uttanlandaferð sum landsstýrismaður í uttanlandsmálum.

- So nú er hann ordiliga blivin "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".


(7. mars 2008)

Sambært sakføraranum hjá Tobba er tað eingin trupulleiki, at landsstýrismaðurin skyldar landskassanum 41 mió. krónur, tí talan er bert um eina “roknskaparliga manøvru”.

- og hasir ætla at yvirtaka fíggjareftirlitið.


Í andstøðu eitur tað “klokkuklárum mannagongdir”
í samgongu: “roknskaparligar manøvrur”


Vit kunnu uttan iva rokna við nógvum “manøvrum”, tá fíggjareftirlitið er komið á føroyskar hendur.



Lýsing:

Skip ynskist til keyps fyri einhvønn prís

Nýtist ikki siglingarloyvi
Skal kunna lasta eitt rentu og avdráttarfrítt lán

Meira fæst at vita frá Fiskimálaráðnum

 


(5. mars 2008) 

...tað sær út sum at onkur byrjar at fanga tað...


Nú Edmund Joensen hevur ávarað ímóti einum føroyskum fíggjareftirliti, ávarar Høgni Hoydal ímóti at “hava áhuga í at velja partapolitisk spæl fram um altjóða umdømi Føroya”.

- byrjar at líkjast demagogiska spælinum frá 1998.


Man Høgni Hoydal halda seg sjálvan vera politiskt óheftan ?


(4. mars 2008)

Í undanfarnu samgongu stríddist Jóannes Eidesgaard fyri at fáa uttanríkispolitisku heimildarlógina samtykta, og nú skal hann, saman við Høgna Hoydal, stríðast fyri at fáa somu lóg avtikna.

- So segði maðurin: “Tað gongur ikki um fliðuna”.


Jørgen Niclasen sigur, at fíggjareftirlitið skal yvirtakast, hóast ein avleiðing verður, at vit fáa verri kreditvirði, tí, sum hann sigur, sterka kreditvirðið førdi til, at vit lántu okkum út á sjógv í 80’unum.

- Um Fólkaflokkurin ynskir, at kreditvirðið skal vera so vánaligt sum til ber, fyri at vit ikki skulu kunna lána pengar, so burdu teir eisini yvirtikið gjaldoyrað - tí so høvdu vit heldur ikki sloppið at brúkt pengar.


(29. februar 2008) 

Rok er í Tjóðveldisflokkinum um, at Kristina Háfoss, landsstýriskona í kirkjumálum, ikki er limur í fólkakirkjuni.

- Vit mugu bara ikki gloyma at Krisitna fekk bara hálvan tíma at umráða seg í, tá hon fór í landsstýrið – so har var eingin tíð til limatekning.


Hoydal, Háfoss og Heidi – tann nýggja trý-óeinigheitin.


Hoydal vísir á, at tað ger einki um Háfoss ikki er limur í fólkakirkjuni, tí hon er heldur ikki knýtt at nakrari aðrari samkomu.

- Meinar hann, at tað skal vera eitt krav, at kirkjumálaráðharrin annaðhvørt skal vera limur í fólkakirkjuni ella vera ateistur ?


(25. februar 2008)

Sjúrður Skaale segði á fólkatingi hósdagin, at danska ríkisveitingin er bara 7 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, og tí er hon óneyðug.

- Hann gloymdi at siga, at samlaða avlopið á fíggjarlógini er bara 1 % av bruttotjóðarúrtøkuni.


Hvussu hevði fíggjarlógin sæð út, um avlopið minkaði við 7% av BTÚ ?


Var tað ikki okkurt um, at samlaði landsskatturin hjá øllum føroyingum er bara 15 % av bruttotjóðarúrtøkuni ?

- Har kundi verið spennandi at strikað nøkur "óneyðug prosent".


(21. februar 2008)

Áðrenn fólkatingsvalið lovaði Tjóðveldi, at teirra fólkatingsumboð fór ikki blanda seg uppí danskan innanríkispolitikk.

- Sjúrður Skaale hevur hildið sína fyrstu talu í fólkatinginum, og hon livdi fult upp til lyftið – hon handlaði nevniliga bara um Danska Fólkaflokkin og Grønland...


(18. februar 2008) 

Fíggjarlógin skal hava í minsta lagi eina trýsiffraða milliónaupphædd í avlopi, sigur Karsten Hansen

- So verður einki fullveldi.


(15. februar 2008) 

Sjálvandi mælir Høgni Hoydal frá, at føroyingar taka fyrilit við donsku grundlógini.

- Eitt av endamálinum við grundlógini er jú at verja okkum ímóti politikarum sum Høgna Hoydal.


Edmund Joensen er tungan á vágskálini hjá donsku stjórnini. Um tað ikki er nóg mikið, kunnu teir altíð senda boð eftir grønlendsku Juleanne Henningsen.

- Segði nakar “Juleanne-håb”?


Nú hevur Útvarpið mist møguleikan at gera sínar dagligu samrøður við Bjarna Djurholm – so tað er gott at tey hava fingið Tobba.


Løgmansskrivstovan boðar frá, at Løgmaður skal hava evnisdag fyri landsstýrisfólkunum mánadagin (bara 12 dagar eftir at hann var og hugdi eftir bátum í Skálavík).

- Ja tað er hært at vera løgmaður


Nú Høgni Hoydal er blivin landsstýrismaður, kundi hann kanska tikið kanningina uppaftur av, hvør skrivaði røðuna hjá drotningini í Norðurlandahúsinum?


(14. februar 2008) 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eru vorðin samd um formanssessin í fíggjarnevndini

- ella eru tey bara blivin samd um, hvussu tey skulu vera ósamd ?


Kenna vit Høgna Hoydal og hansara demagogisku útleggingar rætt, so fer hatta skjótt at eita “skipað ósemja”.


(12. februar 2008)

Nú Sjúrður Skaale fer á fólkating, umhugsa grønlendsku fólkatingslimirnar at ríma haðani.


Toll- og Skattstova Føroya broytir navn til Taks (onkur sær kanska fyri sær eitt tanks).


(7. februar 2008)

Nú løgmaður ikki longur sleppur at umsita uttanríkismál og eisini hevur mist onnur málsøki, er hann mestsum blivin arbeiðsleysur. Í gjár var hann í Skálavík og hugdi eftir brotnum bátum, og einastu troystarorðini hann hevði heimild at bera fólkinum á staðnum var, at tey ikki skuldu rokna við nakrari hjálp frá landsstýrinum.


Í dag hevur løgmaður verið í Útvarpinum og fortalt, hvat hann sá í Skálavík í gjár.


Í morgin fer løgmaður kanska í bløðini at fortelja hvat hann segði í Útvarpinum í dag ????


"Tá tú ert í samgongu mást tú onkuntíð atkvøða ímóti tíni egnu sanføring, sigur John Johannesen við Útvarpið.

- Spell at hann ikki eisini visti tað í farna valskeiði?


 (5. februar 2008)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

Yvirskriftir í Útvarpinum í morgun:

1: Áhugin at gerast stjóri í Kringvarpi Føroya er stórur

2: Sjónvarpið sendir ikki í løtuni


(4. februar 2008)

- Miðflokkurin er aftur í landsstýrinum
- Karsten Hansen er aftur landsstýrismaður
- Tillukku Sjúrður Skaale


Skjótt broytist í politikki:
Á tingfundinum leygardagin var val av løgtingsformanni á skránni. Tvey valevni vóru at velja ímillum – ein sum atkvøddi fyri broytingini í 266b og ein sum atkvøddi ímóti broytingini í 266b. Allir tinglimirnir hjá Miðflokkur atkvøddu fyri honum sum tók undir við broytingini í 266b...


(31. januar 2008)

Løgmaður sigur, at flokkarnir í samgongusamráðingunum hava fingið “Bill-bugt” við teimum etisku málunum.

- Man tað hava nakað við Bill Justinussen at gera ?


(30. januar 2008)

Løgmaður hevur lovað Gerhardi Lognberg, at Skálafjarðartunnilin skal fíggja Sandoyartunnilin.

- Men so kunnu teir ikki byrja at borða Sandoyartunnilin fyrr enn Skálafjarðartunnilin er liðugur – ella ???


Hvussu nógv man Skálafjarðartunnilin fara at kasta av sær meðan hann er í gerð ?


(28. januar 2008)

Hví vil Tobbi hava eina CHE-samgongu ?

- Tí hon minnir um CHE Guevara


Hvørja samgongu man Poul Michelsen ynskja sær?


Eftir at hava selt køli- og frystivørur í nógv ár, vil Poul Michelsen nú eisini hava blokkstuðulin niðurkøldan.


(23. januar 2008)

Boðað er frá mótmælisgongu, har mótmælt verður, at ABC-samgongan heldur fram.

- Tey burdu kanska heldur farið út seinasta leygardag og mótmælt, at fólkið fór á val ???


Áðrenn valið søgdu tey: "Tjóðveldi merkir fólkaræði"
og nú mótmæla tey, at valdi meirilutin finnur saman.


Um Tjóðveldi merkir fólkaræði, og tey mótmælir fólkaræðinum, - burdi tey so ikki eisini mótmælt Tjóðveldinum ?


(17. januar 2008)

Løgmaður í Visjón 2015:
- Málið má vera, at Føroyar yvirtaka og umsita øll mál og málsøki landsins í 2015.

Løgmaður í brævi til Føroya fólk í dag:
- Vil man ríkisfelagsskapinum til lívs, so er bara at kasta hann út til eina fólkaatkvøðu í 2012.

- Vil tað siga, at løgmaður ávarar ímóti at spyrja føroyingar í 2012, um tað sum hann sjálvur ynskir skal vera veruleiki í 2015 ????


(15. januar 2008)

Valskrá Javnaðarfloksins (trýst her)


(11. januar 2008)

Tingmenn fáa láturkrampa á tingsins Røðarapalli:

- Hergeir Nielsen fløkist í orðunum...

- og Anita á Fríðriksmørk fær láturkrampa


(10. januar 2008) 

Onkuntíð kemur tað fyri at tingmenn fáa láturkrampa meðan teir standa á tingsins røðarapalli. (trýst her). (1½ minuttur gongur, áðrenn tað gongur galið)


(8. januar 2008)

Hóast Høgni Hoydal reypar um, at Tjóðveldi skal hava "ein greiðan politikk", so máttu fleiri valevni hjá flokkinum á almennan sjónvarpsfund leygarkvøldið, fyri at spyrja Høgna, hvat stóð í teirra egnu valskrá.


(4. januar 2008) 

Á nýggju heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum greiðir Jóannes Eidesgaard frá, hvat Javnaðarflokkurin bjóðar seg til at gera "til fólkatingsvalið týsdagin".

- Ja nú má vend koma í !!!


Tjóðveldi sigur seg hava funnið eitt fullfíggjað uppskot um, hvussu Føroyar loysa frá Danmark.

- Segði Tjóðveldi ikki í 2005, at um yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska heimildarlógin blivu samtyktar, so blivu føroyingar limaðir inn í danska ríkið fyri allar tíðir ?

- og lógirnar bilvu samtyktar...


(3. januar 2008) 

Skotið verður nú upp, at komandi bý- og bygdaráðsval verður hildið eftir ársskiftið. – Hetta fyri at Heðin Mortensen skal fáa høvi at ynskja øllum gleðilig jól og gott nýggjár áðrenn valið.


Sjónarmiðini hjá Javnaðarflokkinum treingja nú so nógv til at verða reinsað, at sjálvt valplakatin hjá løgmanni mátti heingjast á "Sápuhúsið".


(20. desember 2007) 

Formaðurin í Norðoya Fólkafloksfelag skrivar í Norðlýsinum, at í kommununi sum hann býr í, fara 72% av inntøkuni 2008 til rakstur og 157% til íløgur.

- Tað var ikki eiti á.


(19. desember 2007)

Tórbjørn Jacobsen um almenna málpolitikkin:

" í politiskum høpi liggur móðurmálið í eini sferu væl oman fyri...”

- Hvat man málnevndin siga um orðið “sferu”?


(18. desember 2007) 

So var aftur rok í Tjóð - eldinum.


- Fyribils er tað bara formaðurin, sum hevur fingið blátt eyga.


(13. desember 2007)

Í gjár var ein søguligur dagur.

- Tvey verkføll lýst – og avlýst.


(12. desember 2007)

 

 

 

 

Samsvarar ikki rættiliga...

 

 

 

 

 

 

 

  

 


(11. desember 2007) 

Høgni Hoydal skrivar:

"Ein tann fremsta forðingin fyri skilagóðum orðaskifti og avgerðum í Føroyum, eru tær støðugu skeivu upplýsingarnar og tey skeivu uppáhaldini, sum verða endurtikin upp í saman – so fólk at enda kunnu trúgva teimum."

- Ja her man Høgni vera á heimavølli.


(10. desember 2007) 

- Fyrr sungu vit: "Hei hei Nicolaj"

- Nú syngja vit: "Bay bay Kitty May"  


(5. desember 2007)

John Johannesen hevur lagt uppskot fyri tingið um at byggja eina appilsinfabrikk í Hoydølum.


Tjóðveldi hevur ilt av, at samgongan er í ferð við at samtykkja uppskot, sum fara at kosta í komandi valskeiðum.

- Hvør var tað forrestin, sum samtykti inntøkulækkingina hjá landskassanum, sum hevur kostað 1,5 milliardir kr. í hesum valskeiðinum?


Høgni Hoydal, sum gramdi seg um, at tingið hevði ov stutta tíð til at avgreiða eina rúgvu av málum, er heldur ikki á tingfundi í dag. 


(4. desember 2007)

Føroyar munnu vera einasta land í heiminum, har andstøðan einki annað hevur at finnast at, uttan tað, at samgongan framvegis er til arbeiðis.


- Við hetta lag noyðist samgongan at fara uttanlands at leita eftir eini andstøðu.


(3. desember 2007) 

Vandin við at ganga á barr (Óli Breckmann hugleiðir um roykiforboð). Trýst her


(28. november 2007) 

Róaldur Jákupsson, valevni hjá Tjóðveldi skrivar:

“Um vit koma til maktina í januar, so skulu tit síggja ein skúla og mentunarpolitikk, sum vil nakað!!!”

- Minnir um, tá Annlis Bjarkhamar í 2002 segði at føroyski fólkaskúlin skuldi vera besti skúli um okkara leiðir í 2007.


(27. november 2007) 

- Í gjár grenjaði Høgni Hoydal um, at løgtingið hevði bara 10 arbeiðsdagar eftir til at avgreiða 100 mál, men í dag er Høgni ikki møttur á tingfundi, tí hann situr á Fólkatingi.

- Tað nyttar lítið at fáa fleiri arbeiðsdagar, um arbeiðararnir ikki møta á arbeiðsplássinum.


Hví letur Høgni ikki varamannin fáa løgtingslønina, meðan hann er á Fólkatingi ?


- “Ivist í, um fólk yvirhøvur eru greið um, hvat gongur fyri seg í løtuni í føroyskum politikki”, skrivar Høgni Hoydal.

- Tað eru eisini mong sum ivast í, um Høgni veit tað.


(23. november 2007) 

Jóannes Eidesgaard má ansa serliga væl eftir, tá hann koyrir bil í Suðuroy

- tað sigst at tey aftur hava fingið ein nýggjan politist á Øgrum...


(16. november 2007)

- Hví er Høgni Hoydal ímóti at hækka avgjaldið á søtum vørðum?

- Tí hann vil fáa tær norðuratlantisku val-karamellurnar inn í landið fyri ein bíligan penga 


(12. november 2007)

Gongur tað sum tað plagar, so eru bara nakrir tímar eftir, til Høgni Hoydal fer at finna olju.


Løgmaður skrivar:

- Vilt tú onga broyting, so vel bara Sambandið.

- Vilt tú loysing, so vel bara Tjóðveldið.

- Vilt tú hava ein liviligan og rúmligan ríkisfelagsskap, sum alla tíðina mennir seg og skapar møguleikar, so velur tú sjálvandi Javnaðarflokkin.

- Hví kann hann heldur ikki hesa ferð siga okkum um liviligi og rúmligi ríkisfelagsskapurin er tann, sum John hevur uppskriftina uppá, ella tann hjá Kristian, ella tann hjá Helenu, ella tann hjá... ???


(10. november 2007) 

“Vit skulu aftur til sjálvstýristilgongina, sum landsfundur Javnaðarfloksins longu í 1997 samtykti at ganga,” skrivar John Johannesen.

- Er tað sama sjálvstýristilgongdin, sum landsfundurin í 1999 samtykti IKKI at ganga ?


(8. november 2007) 

Av heimasíðuni hjá Jákupi Petersen:

Skal hetta fyristilla ein tjóðveldislækan, sum pettar ein sambandsmann sundur, meðan sterio-anleggið sendir krimi-tónleik ? (trýst her)


(7. november 2007)

John Johannesen skrivar á síni heimasíðu: "John Johannessen vant burtur úr Óla Breckamann í hólmgonguni í útvarpinum týskvøldið."

- Man tað vera sama sendingin, sum vit onnur hoyrdu ?


- Hetta minnir um pressutalsmannin hjá Sadam Hussein, sum helt tíðindafundir um framtøkini hjá Irakiska herðinum, meðan veruleikin alla tíðina gekk tann øvugta vegin.


(6. november 2007)

Fólkaflokkurin er farin at kalla seg sjálvan A-lið, tí hann hevur listabókstavin A

- Skal Tjóðveldi so eita Eli ?


Tann stuttligi flokkurin kundi so itið "látur-lig" 


(5. november 2007)

Um vit skulu trúgva Dimmalætting, so fer einki at eita G!-festivalurin longur.

- Nú skal tað eita MVG!-festivalurin


Sjálvstýrisflokkurin sigur, at tey sum skulu umboða flokkin á fólkatingi, skulu ikki eisini sita á løgtingi.

- Tað er sjálvandi lætt at siga, tá eingin av teimum sum stillar upp til fólkatingsvalið, situr í løgtinginum.


Andrias Petersen segði í kjaksending í Útvarpinum í gjár, at Jóannes Eidesgaard hevði fingið tilboð um at gerast partur av Norðuratlnatsbólkinum, tá hann sat á fólkatingi, men at hann takkaði nei.

- Hvussu hongur tað saman ? Jóannes sat á Fólkatingi frá 1998 til 2001, og Norðuratlantsbólkurin varð stovnaður í november 2001.


 (3. november 2007)

Av heimasíðuni hjá Heðini Mortensen:

Evni: Løgtingsgreinar l 29-04-2003
Vanvirðing fyri Løgtinginum
Umboð Sambandsfloksins og Javnaðarfloksins í mentanarnevndini ( Heðin Mortensen, Andreas Petersen og Katrin Dahl Jakobsen) átala harðliga...

- Orsaka, - men hvør av teimum umboðar Sambandsflokkin ?


(1. november 2007) 

“Hálvur føroyingur í Smiðjuni”, skrivar Portalurin í gjár.

- Hvar man hin helvtin vera ?


(31. oktober 2007) 

Kristian Magnussen sigur nei til føroyska grundlóg, og John Johannesen vil av við donsku grundlógina.

- Skulu vit so onga grundlóg hava?


(30. oktober 2007) 

Enn sæst eingin "nýggj byrjan" (trýst her)


Til fólkatingsvalið í 2001 lovaðu valevni Tjóðveldisfloksins, at tey skuldu lata helvtina av fólkatingslønini til politiska upplýsing.

Helvtin av 40.000 = 20.000 um mánaðin
                  20.000 x 12 mánaðir = 240.000 um árið
                240.000 x 6 ár = 1.440.000

- Merkiligt at einki sæst aftur av hasum pengunum.


(29. oktober 2007) 

Fólkatingsvalið var ikki meira enn útskrivað, so var Javnaðarflokkurin aftur sambandsflokkur.


Telegramm:

Til Javnaðarflokkin

Hjartaliga væl heimafturkomin.

Sambandsflokkurin


Fólkatingsval er útskriva.

- Nú verður spennandi at vita, um Høgni Hoydal aftur hesaferð finnur olju.


(25. oktober 2007)

Anfinn Kallsbeg sigur við Portalin, at hann stillar ikki upp til fólkatingsvalið, tí fólkatingsarbeiðið hevur ikki so stóran týdning, tí har koma bara eini trý uppskot um árið, sum hava nakað við Føroyar at gera.

- Hví stillar Fólkaflokkurin so upp til fólkatingsvalið?


Høgni Hoydal sigur, at hann vónar at komandi fólkatingsval verður tað seinasta, har føroyingar kunnu velja.

- Hvørjum ætlar hann so liva av, tá valskeiðið er liðugt ?


Sjúrður Skaale segði á flokstingi hjá Tjóðveldisflokkinum fyri nøkrum árum síðani, at Tjóðveldisfólk eru klókari enn onnur, og duga tí at lesa heilar bøkur, meðan sambandsfólk bara duga at lesa lættisoppalesna.

- Hví skrivar Sjúrður so lesarabrøv, sum bara eru 5 reglur til longdar?


(23. oktober 2007) 

Heimasíðan hjá Tjóðveldi skal nú eisini hava ein skemtiteig. Skemtiteigurin hjá teimum skal eita "Skrøgg".

- Vit vóru ein túr inni á heimasíðuni og leitaðu - og har funnu vit bara skrøgg.


Hví kallar Tjóðveldi ikki alla heimasíðuna fyri Skrøgg ?

- So kundi Høgni Hoydal fortalt, at skrøgg (stavað við ongum Ð) stendur fyri frælsi.


(12. oktober 2007)

Eftir fólkatingsvalið boðaði Sjúrður Skaale frá, at hann ætlaði at gevast í politikki (hóast hann ongantíð var valdur), og longu nú roynir hann at gera come back.

Hetta man vera fyrstu ferð í søguni, at ein politikari roynir at gera come back, áðrenn hann nakrantíð er valdur.


Atkøvðuseðil at nýta á fólkaatkvøðu í Nólsoy:

Ynskja tygum:
                         Floggvøll_____

                         Svimjihyl_____


(10. oktober 2007) 

Tórbjørn Jacobsen skrivar á heimasíðu Tjóðveldisfloksins, at Kaj Leo Johannesen hevur lyndið til at fløkja seg upp í menn sum bakka.

- Kanska skuldi skiparin og bilførarin Tórbjørn Jacobsen roynt at gjørt tað sama ?


Høgni Hoydal greiðir á heimasíðu Tjóðveldisins frá, hví Tjóðveldi stavast við ongum ð. Hann sigur, at tað er tí at manglandi ð’ið stendur fyri:

  • einum samfelag bygt á óskert fólkaræði og virði
  • óbundnari hugsjón
  • fólkaræði, egna ávirkan og ábyrgd fyri samfelagnum
  • eini livandi rørslu
  • opin fylking
  • ikki ein afturlatin politiskur flokkur, har tú verður sett/ur í bás og noyðist at verja gomul og stirvin sjónarmið
  • ávirkan og ábyrgd
  • gevur møguleikan at skilmeta og finnast at politikkinum
  • uppgerð við teir stirvnu politisku flokkarnar, sum sita og halda fast við gamlar telvingar og læsa samfelagið fast
  • rættartrygd, møguleikar og frælsi til øll
  • hugsjónirnar og virðini
  • ikki reka okkum inn í básar, har ofta ikki sæst út um fjóshurðina
  • fjølbroyttar møguleikar og samansetingar
  • vísir til hugsjónina og tann opna politiska felagsskap

- Eg sigi bara: Koyr hatta ð’ið burtur úr føroyska málinum, um tað ger so nógvar ónáðir.


Høgni sigur eisini um manglandi ð’ið: “Valdu vit bundna formin í sjálvum navninum, so høvdu vit verið bundin av altíð at nýta navnið bundið. Nú hava vit frælsi at velja.”

- Hatta man vera nýggj føroysk mállæra.


(9. oktober 2007)

Eyðgunn Samuelsen skrivar um flogvøllin:

“Annars lendi sjálvur Clinton, fyrrverandi forseti í USA á flogvøllinum í vikuni, so støðan við einum flogvølli er ikki verri enn so”.

- Hvat man fáa hana at halda, at Clinton hevur tørv á longri flogbreyt enn onnur ?


- Tørvurin á eini longri flogbreyt er fyrst og fremst ein spurningur um støddina á flogfarinum, og ikki ein spurningur um, hvør situr í flogfarinum.


(5. oktober 2007) 

Anfinn Kallsberg í tinginum 4. oktober:

- Eg finni meg ikki í at fáa politisk boð ígjøgnum fjølmiðlarnar, sum ikki eru viðgjørd í samgonguni.

Hetta  segði hann dagin eftir at hansara egni landsstýrismaður í vinnumálum á tíðindafundi hevði greitt frá eini flogvallaætlan fyri 1,8 milliard, - sum ikki var viðgjørt í samgonguni.


(3. oktober 2007)

Valstíðið hjá Fólkaflokkinum er byrjað:

- Øll skjóta upp at byggja hvør sín flogvøll.


Lægri skatt og ongan blokk, meðan vit byggja einar tríggjar flogvallir. Tað sigur Fólkaflokkurin, sum annars fílist á, at avlopið á fíggjarlógini er ov lítið. 


(2. oktober 2007)

Høgni Hoydal sigur í blaðgrein í dag, at “Tað ber til hjá politikarum at siga hvat sum helst í fjølmiðlum, uttan at tað verður eftirkannað ella hildið upp móti veruleikanum.”

- Ja hann tosar av royndum.


- Høgni Hoydal í samrøðu við Útvarp Føroya tann 22. september: “Útreiðslurnar á fíggjarlógini næsta ár hækka við 255 milliónum krónum.”

- Høgni Hoydal í blaðgrein í dag: “Havi eg roknað rætt, so vaksa útreiðslurnar við 295 mió. krónum”.

- So nú vita vit hvør tað er, sum sigur hvat sum helst í fjølmiðlum, uttan at tað verður eftirkannað ella hildið upp móti veruleikanum.


(26. september 2007)

Høgni Hoydal sigur í blaðgrein at tað pínir hann, at tjóðveldisfólk oftast verða sett í bás sum okkurt, ið bara er í andsøgn til Danmark og alt, ið danskt er.

- Jú men... - eru tey ikki tað?


Gerhard Lognberg skrivar um fjølmiðlarnar: "Sjálvur meti eg, at tann, sum fær tað triðju statsmaktina ímóti sær, hann er illa staddur..."

- Man hann ikki meina fjóru statsmaktina?


- Ikki tí. - Triðja statsmaktin (dómsvaldið) er sjálvandi eisini ein ringur fíggindi.


(25. september 2007)

Høgni Hoydal í samrøðu við Dimmalætting seinasta fríggjadag:

"Eg tori at leggja høvdið á blokkin..."

- Hvønn blokk ?


(21. september 2007) 

Vit vilja taka “fulla ábyrgd” av okkara gerðum, sigur Tjóðveldi, nú Tobbi um stutta tíð fær koyrikortið aftur.


"Føroyar skulu gerast eitt samfelag, har ábyrgd og avleiðingar ganga hond í hond", stendur í lýsing frá Tjóðveldinum.

- Vil tað siga, at Tjóðveldi veit ikki av, at vit longu hava eitt samfelag, har okkara gerðir eiga at fáa avleiðingar?


- Fulla ábyrgd? - Skal Høgni Hoydal so gjalda landskassanum 2.104,5 mió. krónur fyri sínar gerðir?


(20. september 2007)

Í gjár skrivaði portalurin frá “vælvitandi keldum”, at samgongan møguliga slitnaði í gjár, og at val fór at verða útskrivað.

Í farna mánað skrivaði portalurin frá “vælvitandi keldum”, at fólkatingsval fór at verða útskrivað sama dag.

So kanska skuldi portalurin heldur fingið sær nakrar “illavitandi keldur” – Kanska tær vita betur?


(17. september 2007)

Íslendingar yvirtaka bara meira og meira í Føroyum.

- Nú verða vit eisini stýrd av einum íslendskum stórryddara.


Jú sjálvandi - ein ryddari, sum er omanfyri 190 cm langur, - hann má (so ella so) vera stórryddari.


Úr valskrá Fólkafloksins til komandi løgtingsval:

 Leiguinntøkur skulu vera skattafríar
 Einlig foreldur skulu stuðlast fíggjarliga
 Tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar
 Milliardaíløgur skulu ikki útsetast, men gerast her og nú
 Skatturin skal lækka
 Blokkstuðulin skal burtur innan 2015
 Verandi flogvøllur skal útbyggjast umframt at ein nýggjur flogvøllur skal gerast

- Tað er sum tað stendur í sanginum: “Hvem skal nú betale” ?


(14. september 2007)

Tjóðveldisflokkurin skiftir navn

- Hví ikki kalla hann: “Norðuratlantsbólkurin for så vidt angår Færøerne”?


Tjóðveldisflokkurin skiftir eisini búmerki

- Tjøldrini eru flogin – so nú er bara ravnurin eftir.


Sambært álmanakkanum rímur tjaldrið ikki fyrr enn sunnudagin.


Tjóðveldisflokkurin skal hava nøkur nýggj hjartamál

- ja tað er uppá tíðina !


Tað nyttar ikki at skifta navn, um politiska innihaldið framvegis er tað sama.


Tú kanst altíð skifta profil, - men fortíðin fer ongan veg.


(13. september 2007)

“Tvey mála tap” skrivar Portalurin um ein fótbóltsdyst.

“Hvat mála hini”? spyr onkur.


365 mió. krónur eru nógvir pengar, sigur Bjarni Djurholm í sambandi við flogvallamálið.

- so munnu 366 mió. (blokkniðurskurðurin) eisini vera nógvir pengar...


Spell at Bjarni og tey ikki bíðaðu í eitt ár við at skerja blokkstuðulin, tí so høvdu tey átt fyri flogvallaútbyggingina.


(7. september 2007)

Eftir at loysingarsinnaði punk/rokk-bólkurin "200" hevur mist sínar fjepparar í Føroyum, er hann farin til “kongens København” at gera eina seinastu roynd at vinna uppaftur á tindarnar.

- Leingi livi ríkisfelagsskapurin.
 

Hvør veir - kanska finst onkur danskur fullveldismaður?


Næsta fløgan hjá 200 verður møguliga á donskum?


Tórbjørn Jacobsen hevur serligan áhuga fyri málsøkinum "trygd á sjónum" - og hevði hann ikki verið systkinabarn við Magna Arge, so hevði hann uttan iva eisini havt áhuga fyri "trygd í luftini". 


(6. september 2007)

John Johannesen fýlist á, at eingin fundur hevur verið millum samgonguflokkarnar um komandi fíggjarlógaruppskot.

- Kann tað ikki gera tað sama? John atkvøður ikki fyri uppskotinum álíkavæl.


(3. september 2007)

Bjarni Djurholm mælir í Degi og Viku til, at landsstýrismenn ikki skulu vera ov grammir at fara út í fjølmiðlarnar, og John Johannesen mælir til loyalitet ímóti samgonguni.

- ja mangt broytist...


(31. august 2007)

Annita á Fríðriksmørk sigur við Dimmalætting, at um landsstýrismálanevndin kann finna fram til lógarbrot í sambandi við Olshanu-málið, “so heita vit á landsstýrismannin um at taka málið uppaftur”.

- Altso – skal hann taka skipið uppaftur ?


Eftir at hava vrakað ein skikkaðan umsøkjara, og tvær ferðir hava logið um umsókn hennara í fjølmiðlunum, hevur Heðin Mortensen nú bjóða umsøkjaranum til ein hugnaligan kaffimunn á býráðsskrivstovuni.

Genialt ! - Hvør man vera spinndoktari ?


Man tað vera kaffimunnur við tolki ella uttan tolk (nú ivi er um, hvørt umsøkjarin skilir føroyskt ella ikki) ?


(30. august 2007)

Nýggj avdúking í Kringvarpi Føroya: "Edmund Joensen kann ikki leggja uppskot fyri tingið, tí tað kunnu bara løgtingsmenn og landsstýrismenn gera.

- Hevur eingin fortalt teimum, at løgtingsformaðurin er tingmaður ?


Høgni Hoydal (einasti politikari, sum sleppur í fjølmiðlarnar at boða frá, nær hann er skelkaður, og nær hann ikki er tað) átalar, at landsstýrismenn hava mestsum fría atgongd til útvarpsmikrofonirnar.

- man hann vera skelkaður av, at fjølmiðlarnir ikki hava varnast, at hann aftur er blivin skelkaður ?


(29. august 2007)

Enn einaferð hevur Jógvan við Keldu klárað at endurgivið frá einum fundi, sum hann ikki var við á.


Man Bill Justinussen vilja krógva, at hann er Føroya stuttligasti politikari ?


Er ferian ikki liðug enn ? (trýst her)


(27. august 2007)

Ættarliðsskiftið í Fólkaflokkinum sær út til at ganga øvugtan veg.

- Nú ert tað fyrst og fremst Jógvan Sundsstein ið úttalar seg vegna flokkin.


(16. august 2007)

Tá Postverkið kravdi, at øll skuldu hava postkassa, skeyt Høgni Hoydal upp, at farast skuldi undir føroyska postkassaframleiðslu.

- So hvør veit – nú tað ikki verður loyvt at fiska innanfyri ein fjórðing úr landi, fer hann kanska at skjóta upp, at framleiðsla verður sett í verk av bambustráðum, sum eru 1.852 metrar langar.


Agurkutíðirnar gera aftur um seg:

- Hvat hevði Dagur og Vika handlað um í summar, um eingin vatnflóð hevði verið nakrastaðni?


Dagur og Vika skal hava ein fastan tátt sum eitur “Dagsins vatnflóð”.


(6. juli 2007)

Olja er funnin tætt við føroyska markið, vita fjølmiðlarnir at siga.

- Tað er einki at tosa um. - Tað eru næstan 6 ár síðani Høgni Hoydal hevði funnið olju innanfyri føroyska markið. 


(5. juli 2007)

Aftaná alt rokið hjá Tjóðveldisflokkinum um flaggið á Rhodos, eru fólk farin at spyrja, um Danmark er ein oygg, sum luttekur á oyggjaleikunum.


Næsti fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi, verður um tað er eftir boðum frá danska uttanríkismálaráðnum, at svimjihylurin á Rhodos er 17 cm. ov langur.


(3. juli 2007)

Stórtíðindi í Degi og Viku í gjárkvøldið: “Høgni Hoydal er skelkaður”.

(tað er sum um at vit hava hoyrt hasa søguna fyrr).


Høgni hevur eina lætta uppgávu í politikki. Hann skal bara senda eitt tíðindaskriv út triðju hvørja viku, har hann boðar frá at hann enn einaferð er blivin skelkaður av einum ella øðrum, sum einki hevur uppá seg, og so er vegurin í fjølmiðlarnar opin.


Tjóðveldisflokkurin fær minni og minni uppá seg:

- Fyrst vendi flokkurin kanónunum ímóti sambandsfólki, síðani ímóti dønum, og nú vendir einasta kanónin sum eftir er í flokkinum, ímóti einum hotelstjóra á Rhodos.


Sum tað er keðiligt fyri Tjóðveldisflokkin, at flaggstríðið er liðugt.


Ríkisfelagsskapurin er framvegis ein trupulleiki, sigur Høgni Hoydal.

– Fekk Høgni ikki løn í seks ár, fyri at fáa ríkisfelagsskapin burtur?


Gamalt skemt


  Áarvegur 2 · FO-110 Tórshavn · Tel 318870 / 312492 · Faks 312496 · sambandsflokkurin@logting.fo
Sniðgivið og forritað hevur KREA.FO