10. november 2020

Leingi er tað, ið væl skal vera

Magnus Rasmussen hevði tríggjar ymiskar spurningar við til spurnartíma við forsætisráðharran í dag, tá hann á fyrsta sinni royndi seg í Fólkatingssalinum.

 

Spurnartímin við forsætisráðharra Mette Frederiksen, sum í fyrstu atløgu bleiv útsettur, varð hildin týsdagin 10. november 2020. Magnus Rasmussen slapp tískil at royna seg í salinum á Fólkatingi fyri fyrstu ferð.

Magnus spurdi forsætisráðharran um donsk CPR-nummur til føroyingar, um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, og um hvør, ið skal samráðast við ES um nýggja handilsavtalu, tá vit koma til tað. Tað er gleðiligt, at forsætisráðharrin er so jalig.

Hoyrið spurningarnar – og svar frá forsætisráðharranum – í upptøkuni omanfyri.