Ráðstevna: Viðgerðartrygd í Føroyum - tíni rættindi sum sjúklingur

19. mars 2024
mánadagin 22. apríl, kl. 13-16 - Perlan í Tórshavn //

Sambandsflokkurin skipar fyri

Stroyming 🎥 Facebook Sambandsflokkurin

Orðstýrari/ facilitator: Óluva Zachariasen

Kl. 13.00  Vælkomin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Kl. 13.05  Viðgerðartrygd í Føroyum, bíðilistar, læknatrot o.a. - gongdin higartil og framyvir. Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya

Kl. 13.30  Viðgerðartrygd í Danmark - ein faklig og formlig allýsing. Jes Søgaard, Sundhedsøkonom - Professari á COHERE, SDU

Kl. 14.00  Bygnaður og elementir í einari skipan við viðgerðartrygd, umframt krøv. Per Busk Sørensen, fyrrv. sjúkrahússtjóri á Esbjerg og Grindsted Sygehus

Kl. 14.30  Krabbameinsfelagið um viðgerðartrygd. Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum

Kl. 15  Steðgur

Kl. 15.15  Kjakpanel: Hvussu kann viðgerðartrygd setast í verk í Føroyum? Liljan Weihe, Johan Dahl, Per Busk Sørensen, umframt 2 onnur

Kl. 15.50  Samanumtøka

Kl. 16  Liðugt

--------

Endamálið við hesari fakligu ráðstevnuni er at skapa innlit í, hvat viðgerðartrygd meira ítøkiliga fevnir um og inniheldur. Eisini er endamálið, at politiska skipanin í Føroyum kann gera brúk av teimum upplýsingum og vitan, sum verða lagdir fram á ráðstevnuni og seta gongd á at seta eina slíka skipan í verk í Føroyum.

 

 

Onnur tiltøk