28. februar 2024

Broytingaruppskot skal tryggja Føroyum sess í formanssskapinum í Norðurlandaráðnum

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Aaja Chemnitz, fólkatingskvinna fyri IA, fara at koma við einum broytingarsuppskoti, tá danska sendinevndin fer á fund á Christiansborg hósdagin 29. februar. Til umrøðu eru møguleikarnir hjá Føroyum og Grønlandi at fáa fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

-Vit fara at leggja eitt broytingaruppskot fyri nevndina, tí vit halda, at uppruna uppskotið hjá donsku sendinevndini ikki tryggjaði eitt javnt býtið millum floksbólkarnar í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Ætlanin at tryggja Føroyum og Grønlandi ein fastan sess hevur allatíðina verið endamálið, og við smáum broytingum ber til at tryggja eina betri floksumboðan fyri allar floksbólkar, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Í Norðurlandaráðnum eru fimm limir við fullum limaskapi: Danmark, Norra, Ísland, Finnland og Svøríki.

Føroyar, Áland og Grønland hava ikki fullan limaskap, men hava tvey umboð hvør í Norðurlandaráðnum.

Flokkarnir, sum umboða tey átta londini, hava skipað seg í fimm floksbólkar við felags sjónarmiðum. Floksbólkarnar eru: Miðbólkurin (Midtergruppen), Javnaðar bólkurin, Konservativi bólkurin, Vinstragrøni bólkurin og “Nordisk frihed”.

Danska sendinevndin hevði fund á Christiansborg 31. januar. Til umrøðu var eitt uppskot um at broyta viðtøkurnar í Norðurlandaráðnum. Uppskotið var snikkað soleiðis saman, at øll átta londini í Norðurlandaráðnum verða umboðað í formansskapinum, og at tað er forfólkið í sendinevndini úr hvørjum einstakum landi, sum fær fastan sess.

-Avleiðingarnar í hesum uppskotinum høvdu verið, at býtið millum floksbólkarnar i Norðurlandaráðnum verður skeiklað í formannsskapinum, og tað høvdu floksbólkarnir neyvan tikið undir við. Í síðstu atløgu skal formansskapurin í Norðurlandaráðnum endaliga samtykkja eitt møguligt uppskot, sum kemur úr Danmark, sigur Anna Falkenberg.

Fyrimunir við nýggja uppskotinum

Broytingaruppskotið, sum Anna Falkenberg og Aaja Chemnitz fara leggja fram, líkist uppruna uppskotinum, men ein broyting er gjørd. Broytingin er, at umboðini í formansskapinum kunnu vera forfólkið ella næstforfólkið úr hvørjari sendinevnd.

Hóast broytingina, er høvuðsendamálið framvegis at tryggja Føroyum og Grønlandi fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.

Nú er tað upp til floksbólkarnar saman við londunum at avgera, um tað verður forfólkið ella næstforfólkið, sum umboða sendinevndirnar í formansskapinum.

-Við hesi broytingini tryggja vit, at allar sendinevndir fáa fast pláss í formansskapinum, uttan at rætturin at tilnevna verður frátikin floksbólkunum. Eisini verður hædd tikið fyri at forða møguligu skeiklan av floksbýti í formansskapinum. Tað merkir, at broytingaruppskotið leggur upp til meira smidleika, sum tryggjar eitt javnari býtið, sigur Anna Falkenberg.

Anna Falkenberg leggur afturat, at størri sannlíkindi eru fyri, at Norðurlandaráðið fer at góðtaka broytingaruppskotið, tí floksbýtið verður javnari.