23. februar 2024

Dronur kunnu brúkast í Norðurhøvum

Peningur er settur av í verjusemjuni á fólkatingi til at keypa dronur, sum kunnu brúkast í Arktis og í Norðurhøvum. Dronururnar skulu brúkast til yvirvøku og eftirlit av sjóumveldinum. Ítøkiligu ætlaninar við dronunum eru ikki greiðar enn, men dronurnar kunnu eisini brúkast til bjarging á sjónum og til eftirlit í samband við dálking.

Tað sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í svari til Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu hjá Sambandsflokkinum, sum vildi vita, hvørjar ætlaninar við dronunum eru.

Anna Falkenberg spurdi eisini um, nær eftirlitsradarin á Sornfelli verður settur upp, og hvør skal umsita radaran.

Troels Lund Poulsen sigur, at tað fer at taka fýra ár, áðrenn radarin stendur uppi, og síðani fer tað at taka eitt ár, áðrenn hann er klárur at taka í nýtslu. Arbeitt verður við at framskunda hetta arbeiðið.

Tað verður danska verjan, sum fer at umsita radaran. Føroyskir myndugleikar ynskja at byggja og reka eftirlitsradaran, og tey ynskini verða tikin við í viðgerðina.

-Eg fegnist um, at dronurnar kunnu brúkast í føroyskum øki. Tað hevur nógv at siga fyri okkara trygd og tilbúgving. Eisini er tað gleðiligt, at roynt verður at skunda undir at fáa eftirlitsradaran kláran, áðrenn tíðarætlanina, sum nú liggur á borðinum, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Sí svarini hjá Troels Lund Poulsen her:

Spurningur nr. 4

Spurningur nr. 5