12. februar 2024

Varpa ljós á fordómar millum ung úr Føroyum og í Danmark

Hvørjir fordómar eru millum ungar føroyingar og danir, og hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikan. Hetta var millum evnini, tá “Dansk Ungdoms Fællesråd” skipaði fyri einum tiltaki í Føroyahúsinum mikukvøldið 7. februar.

Ungir føroyingar og danir luttóku í kjaki um evni, og Anna Falkenberg hevði eisini eina framløgu, har hon greiddi frá, hvussu hon upplivdi at flyta til Danmarkar, og hvussu hon upplivir munin á dønum og føroyingum.

-Føroyska og danska samfelagið líkjast uppá nógvar mátar, men kortini er stórur munur á dønum og føroyingum. Eg haldi tað vera umráðandi, at tað verður varpað ljós á hvørjar avbjóðingar kunnu stinga seg upp, tá ung flyta til eitt annað land í ríkinum, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Tiltakið varð skipað sum partur av Sjómaq-verkætlanini, ið hevur til endamáls at økja kunnleikan millum ung í Ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin hevur verið við til at útvega 12 milliónir til verkætlanina “Sjómaq” á fíggjarlógini fyri 2023.