29. januar 2024

Rættarnevndin á væleydnaðum túri í Føroyum

Rættarnevndin í danska fólkatinginum hevur í hesum døgum verið á vitjan í Føroyum fyri at fáa kunning um viðurskiftini á rættarøkinum.

Nevndin hevur vitjað Advokatfelagið, Rættarhjálpina, Kriminalforsorgina, løgreglustøðirnar í Havn og í Klaksvík, Talgildu Føroyar, løgtingið og havt fund við føroysku rættarnevndina. 

Harumframt hevur danska rættarnevndin verið á fundi við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í løgmálum.

Rættarøkið er eitt sera týdningarmikið, og tí er umráðandi at politikarar hava gott innlit í skipanina, og at limirnir í nevndini kunnu fáa íblástur til komandi langtíðarsemjur um rættarskipanina.

Í november mánaða í fjør blivu 8,7 mió. kr. settar av til rættarskipanina í Føroyum í árinum 2024 – 2027.

Millum annað skulu pengar brúkast til at kanna, hvussu KT – skipanin í Føroya Rætti skal lyftast upp á sama stig sum KT – skipanin, ið verður brúkt í Danmark. Eitt mál, sum eg havi arbeitt fyri, og sum ikki er á mál enn.

Tí var tað gott, at Rættarnevndin fekk eina fatan av, hvussu støðan er í Føroyum í dag, og kennir tørvin á, hví viðurskiftini skulu broytast.