29. november 2023

Høpisleysar atfinningar hjá Anniku Olsen um fíggjarlógina

Sum ikki einaferð, er Annika Olsen í reyða feltinum, tá tað viðvíkir føroysku, fólkavaldu umboðunum á Fólkatingi. Tó vil eg hesuferð mæla Anniku Olsen at vanda sær um málið – eg vil undir ongum umstøðum hava sitandi á mær, at eg mótarbeiði Føroyum! Ta ákæruna meti eg ikki vera sømiliga, óansæð, hvussu ósamdar vit eru um ríkisfelagsskapin.

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, gjørdi tað greitt í tíðindunum í dag, at hon ikki hevur sett seg inn í tingini reiðiliga, tá hon viðmerkir úrslitini, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi fekk á donsku fíggjarlógina fyri 2024. Tískil loyvi eg mær at greiða stutt frá:

Tvær av játtanum eru til gransking í ávíkavist havstreymunum kring Føroyar og í uttanríkis-, verju- og trygdarmálum. Játtanirnar koma ikki beinleiðis inn í føroyska búskapin, men eru ein “pulja”, sum umsøkjarar kunnu fáa stuðul úr við tí endamáli at styrkja okkara vitan um havið kring Føroyar, umframt at uppbyggja føroyska vitan um tann nýggja uttanríkispolitiska veruleikan, vit liva í.

Hinar báðar játtanirnar á donsku fíggjarlógini snúgva seg um at uppbyggja vitan um nútímans Føroyar og Grønland í donskum fólkaskúlum og at geva ungum í ríkisfelagsskapinum møguleikan at fáa stuðul, um tey ætla sær í háskúla í Føroyum, Grønlandi ella Danmark. Hetta stimbrar samanhaldið í ríkisfelagsskapinum, umframt at mótarbeiða fordómum.

Eg eri samd við Anniku Olsen í, at fólkatingssessirnir eisini skulu brúkast til frama fyri betri marknaðaratgongd og limaskap í ymsum felagsskapum.

Tó má eg viðurkenna, at eg eri blivin sum ein skøva pláta, tí so at siga tann einasti boðskapurin, ið eg havi borið fram fyri fólkatinginum og forsetisráðfrúuni er, at Føroyar skulu hava betri marknaðaratgongd til ES og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Eg viðmæli Anniku Olsen at fylgja við í orðaskiftinum á fólkatingi, tí so hoyrir hon klárt og týðiliga, at hetta eru fremstu málini hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi!