17. oktober 2023

Føroyar eiga at fáa nýggja Heimastýrislóg

Skal ríkisfelagsskapinum vera lív lagað, er neyðugt við broytingum í skipanini millum Føroyar og Danmark. Føroyar mugu hava størri sjálvræði, tá talan er um uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

Lat ongan iva vera um, at eg vil, at vit framvegis skulu vera í einum felagsskapi saman við Danmark. Men tíðirnar broytast, og vit skulu tora at gera broytingar, tá tað er neyðugt. Tá eg hyggi at viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar í dag, so haldi eg, at tíðin er komin at endurskoða Heimastýrislógina.

Tá Fólkatingið bleiv sett í ár, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, í setanarrøðuni, at tíðin er farin frá, at tað eru Danmark og so tvey onnur lond í ríkisfelagsskapinum. Harumframt legði hon dent á, at avgerðina, um framtíðina í Føroyum og Grønlandi, eiga tey bæði londini sjálv.

Tað er gleðiligt at hoyra eina forsætisráðfrúu, sum fyriheldur seg til, at rembingar eru í ríkisfelagsskapinum.

Heimastýrislógin hevur virkað seinastu 75 árini, og við semjusøkjandi politikki hevur lógin eisini tænt sínum endamáli. Saman við Yvirtøkulógini hava Føroyar flutt seg framá leið, og vit hava eitt vælferðasamfelag á hædd við onnur Norðurlond.

Fá málsøkir eru eftir at yvirtaka, og Føroyar hava ræðið á nærum øllum økjum. Men ávísir trupulleikar eru, tá tað ræður um at taka egnar avgerðir og hava egna umboðan í altjóða samfelagnum og í verjumálum.

Núverandi skipan er ein forðing í uttanríkismálum, tí Grønland, Føroyar og Danmark ikki altíð eru samd um somu kós. Í praksis, taka Føroyar nú avgerðir í verjupolitiskum málum, sum viðvíkja Føroyum, men spurningurin er, um hesi viðurskiftir ikki áttu at verið formelt skipað í eini nýggjari Heimastýrislóg.

Samstarv hevur slóðað fyri stabiliteti seinastu 75 árini, og við einum endurnýggjaðum samstarvi fæst trygd fyri stabiliteti næstu mongu árini.