05. oktober 2023

Myndarøð: Fólkatingið verður sett

3. oktober varð Fólkatingið sett. Fólkatingið verður altíð sett fyrsta týsdag í oktober. Sí myndirnar her.

Dagurin byrjaði við guðstænastu og farið varð til gongu í kirkju saman við grønlendska fólkatingsliminum, Aaju Chemnitz, frá IA og Zeniu Stampe frá Radikala Vinstra – allar í tjóðbúna úr annaðhvørt Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Eftir guðstænastuna, bar forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fram setanarrøðu. Forsætisráðfrúan vísti í røðu síni á, at ríkisfelagsskapurin skal vera eitt javnstillað samstarv millum trý lond, og at tað er í Tórshavn og Nuuk, at avgerðin, um framtíðina hjá Føroyum og Grønlandi, skal takast.

Hetta er altavgerandi, skulu vit tryggja ein haldføran felagsskap til gagns fyri allar ríkispartar. Anna fer at geva sítt íkast til kjakið í síni røðu hósdagin, tá orðaskifti verður um setanarrøðuna.