28. august 2023

Kom úr amtstíðini!

Nýfunna tingkvinnan hjá Tjóðveldi vil vera við, at veruleikin er broyttur – tó er tað júst Tjóðveldi, sum livir afturi í amtstíðini.

Veruleikin er ein annar. Vit hava allar fortreytir at gera okkara rødd og ávirkan galdandi, men landsstýrið takkar nei.

Landsstýrismaðurin vil heldur leggja seg afturá og fáa onnur at taka avgerð um, hvat skal henda um okkara leiðir - fyri síðani at brokka seg um, at avgerðir verða tiknar yvir høvdið á okkum.

Alt verður gjørt til ein trupulleika – annaðhvørt verða vit tikin við ov tíðliga, ella ov seint. Tað er helst vert at minna á, at hetta er sami flokkur, sum hartaði tilgongdina í radaramálinum. Kritikkurin tá var, at Føroyar vórðu tiknar ov seint við til samráðingarnar – men nú takka vit nei til at skriva fyrstu kladduna?

Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av at umboða Føroya fólk, og hansara tulking av luttøkuni í samráðingunum, sum verandi tann hjá einum donskum flokki, hevur onki hald í veruleikanum. Tað hevur frá byrjan av verið lagt upp til, at landsstýrið skal samráðast við donsku stjórnina - ikki við Eindarlistan ella Danmarksdemokratarnar.

Eiheldur hava samráðingarnar um verjusemjuna nakað sum helst við at militarisera Føroyar at gera. Hetta er enn ein íspunnin floksideologisk teori. Talan er um at hava betri eftirlit við, hvat hendir á sjónum og í loftrúminum yvir okkum – vit snakka um upphæddir, sum kunnu svara til tveir suðuroyartunlar!

Mín niðurstøða er tann:

  • Antin ynskir landsstýrismaðurin enn eitt radaramál, har hann fær høvi at snakka skøvaðan loysingarretorikk og sleppa undan at ásanna, at veruleikin er ein annar, enn hann var í amtstíðini. Hann vil sleppa undan at ásanna, at Føroyar verða tiknar við – tí hetta passar honum betur reint floksideologiskt.

  • Ella er fílurin í rúminum einfalt tann, at floksideologiin hjá Tjóðveldi ikki fer at loyva donskum íløgum í trygd í Føroyum. Og um hetta veruliga er orsøkin til vantandi áhugan at luttaka í verjusamráðingunum, so skylda Tjóðveldi og samgongan at greiða fólki frá, hvussu hesar íløgur so skulu fíggjast.

Vit kunnu ikki lata floksideologiskt spinn vinna á sunnari fornuft – hetta er rámasti álvari.

Eitt búgvið landsstýri hevði sett seg við samráðingarborðið við einum útspæli um, hvørjar raðfestingar skulu gerast. At rópa “einki um okkum, uttan um okkum” fyri síðan at smekka hurðina aftur til samráðingar – sum eru um júst okkum – er næstan for ironiskt!

Amtstíðin er av – ríkisfelagsskapurin er komin víðari. Nær fylgja Tjóðveldi og Høgni Hoydal við?