Brævatkvøða til løgtingsvalið 2022, Danmark og útheimurin - vegleiðing

14. november 2022
//

BORGERSERVICE Í DANMARK

- føroyingar staddir í Danmark ella útheiminum

Hetta er regulerað í § 36, stk. 4 og stk. 5 í løgingsvallógini, har skilt verður ímillum, um mann skal velja í hinum partinum av ríkinum (t.e. í Danmark ella Grønlandi og í útheiminum.

Veljarar, sum av ymsum orsøkum eru í Danmark ella Grønlandi hetta til valið, tvs. hava ikki greitt atkvøðu við brævi her heima, áðrenn tey fóru avstað, kunnu venda sær til eina kommunu og har fáa greitt atkvøðuna. Vanliga fer tað fram í borgerservice/fólkayvirlitiunum, men hetta er upplýst á heimasíðuni hjá viðkomandi kommunu. Neyðugt er at hava okkurt samleikaprógv við.

Veljarar, sum staddir eru í útheiminum, kunnu greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum.

SENDISTOVA FØROYA Í KEYPMANNAHAVN

- føroyingar staddir í Keypmannahavn

Veljarar staddir í Keypmannahavn kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn:

- yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K.

Mælt verður til at avgreiða brævatkvøðu í seinasta lagi mánadagin 28. november kl. 15 fyri at tryggja, at brævatkvøðan verður frammi á valstaðnum fyri kl. 10 á valdegnum.

Sjúklingar

Føroyskir sjúklingar, ið eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum fáa møguleika fyri at brævatkvøða á sjúkrahúsinum.

Eru ivamál kunnu fólk ringja til Sendistovu Føroya: Tlf: +45 32833770

LESANDI

Minst til, at ert tú lesandi uttanlands, skalt tú skráseta teg til brævatkvøðu.

Sí kunning her:

https://www.mfs.fo/skrasetingtillogtingsval

 

-----

Sambandsflokkurin ynskir øllum føroyingum eitt gott val!

Onnur tiltøk