05. desember 2019

Kaj Leo Holm Johannesen vil breitt heilsupolitiskt samstarv

Nú landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur sitið í landsstýrissessinum í 3 mánaðir, sigur hann í einari viðmerking, at hansara fremsta politiska mál hetta samgonguskeiðið er at byggja brúgv millum samgongu og andstøðu, tá talan er um heilsumál í Føroyum.

Hann sigur víðari: ”Eg havi bjóðað Trivnaðarnevnd Løgtingsins á fund við meg í næstu viku, soleiðis at eg sleppi at greiða frá, hvussu eg upplivi okkara heilsuverk sum landsstýrismaður á økinum. Harumframt vil eg hoyra sjónarmiðini hjá Trivnaðarnevndini og teimum flokkum, sum ikki hava umboð í Trivnaðarnevndini."

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at um vit megna at samstarva breitt politiskt, so fáa vit eitt tryggari og betri heilsuverk - vit mugu sum politikarar vísa vegin, har gott samskifti og samstarv er fremsta mál.

Eisini heldur hann, at vinnarin av breiðum politiskum samstarvi eru okkara sjúklingar, og øll tey røsku og dugnaligu fólk, sum arbeiða í okkara heilsuverki.

Sambandsflokkurin