24. juni 2020

Sjálvandi ynski eg, at TROM verður tikin upp í Føroyum

Dagur og Vika hevði eitt innslag í gjárkvøldið, sum gav eina mynd av, at landsstýrismaðurin við vinnumálum er ímóti, at filmsrøðin TROM verður tikin upp í Føroyum. Hetta er als ikki í trá við veruleikan, og tí geri eg hesa frágreiðingina um málið.

Fyrstu ferð eg, sum landsstýrismaður, bleiv kunnaður um málið var tann 23. apríl. Tá hevði eg ein netfund við Jan Berg Jørgensen og Jón Hammer, sum greiddu frá um ætlanina. Eg fekk at vita, at um Føroyar rinda 25% av kostnaðinum (til dømis 4 av 16 mió. krónum), so bleiv alt arbeiðið gjørt í Føroyum. Neyðugt var tó ikki at rinda allan stuðulin í einum ári. Ætlanin var at byrja upptøkurnar á vári næsta ár, og ein møguleiki sum varð nevndur var, at landið kundi stuðla við 2 mió. krónum í 2021 og aftur við 2 mió. krónum í 2022.

Eg helt at ætlanin ljóðaði sera spennandi, men eg gjørdi tó vart við, at eg, sum landsstýrismaður, kundi ikki lova nakrar pengar, fyrr enn løgtingið hevði játtað teir. Eg sá so fyri mær, at pengarnir kundu verða játtaðir á fíggjarlógini fyri næsta ár.  

Tann 26. mai fekk eg at vita, at um filmsupptøkurnar skuldu gerast í Føroyum, so máttu allir pengarnir játtast í einum, og tað mátti vera við eykajáttan longu í ár.

Hetta kom illa við, tí tá var freistin farin at biðja um pengar á eykajáttanarlógini, sum løgtingið samtykti í farnu viku. Eg gjørdi tó eina roynd og fór á landsstýrisfund við eini umbøn, men tað gekk ikki.

Dagur og Vika segði ikki sannleikan

Í upptøkunum til innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið greiddi eg frá allari hesari gongdini. Eg segði, at eg sum landsstýrismaður við vinnumálum havi stóran áhuga í at fáa nýggjar vinnur at virka í Føroyum, og at filmsframleiðsla altíð hevur havt mín stóra áhuga. Eg greiddi eisini frá royndini sum eg hevði gjørt at fáa pengar játtaðar á eini eykajáttanarlóg. Í tí sambandinum segði eg, at tað er altíð keðiligt at byrja uppá nakað nýtt við eini eykajáttan - og so var tað at eg segði: tí hvat um onkur annar biðjur um 25 mió. í morgin?

Og júst henda setningin valdi Rólant í Kringvarpinum at brúka, fyri at siga hyggjarunum, at hann nú hevði fingið fatur á einum landsstýrismanni, sum ikki ynskti at stuðla verkætlanini. – Hann sigur nei til at játta 4 mió. krónur, tí hvat nú um onkur annar vil hava 25 mió.?

Setningurin varð tikin úr einum øðrum setningi, fyri at siga nakað, sum ikki var sannheit.

Eitt løgið innslag

Tað sum eg haldi vera heilt løgið við innslagnum í Degi og Viku er, at talan er um eina upptøku, sum varð gjørd longu týsdagin í farnu viku. Men samrøðan bleiv ikki send. Nú aftaná siti eg og ivist í, um tað mundi vera tí, at eg var ov jaligur til TROM? Var ætlanin at lýsa málið sum eina spennandi ætlan, sum landsstýrismaðurin var ímóti, og so oyðilegði eg ætlanina við at siga, at eg eisini helt verkætlanina vera spennandi og verda at stuðla?

Mánadagin ringdi ein annar journalistur úr Kringvarpinum og spurdi, um hon kundi gera eina sjónvarpssamrøðu við meg um filmsætlanina TROM. Eg segði, at eg hevði longu verið til eina upptøku um tað sama, og at tann samrøðan var ikki brúkt. Hon segði, at hon kundi tosa við tann sum gjørdi samrøðuna, men heldur ikki tá varð samrøðan send. 

Í gjár ringdi so tann triði journalisturin. Hann segði, at hann hevði hugt at samrøðuni, og hann vildi hava at vita, um nakað var hent í málinum síðani. Vit tosaðu eisini um, hvørjir møguleikar eru fyri at bjarga ætlanini.

Men tað einasta sum hann brúkti úr samrøðuni var bortið har eg sigi, at eg kann ikki lova pengar, sum løgtingið ikki hevur játtað, og hálva brotið har eg sigi, “...hvat nú um onkur annar kemur og biður um 25 mió...”

Eg havi einki ímóti at journalistar lýsa mál við kritiskum brillum, men tað er ikki í lagi at leggja fólk undir at hava ætlanir, sum journalisturin veit, at tey ikki hava.

Eg eri framvegis áhugaður í at stuðla verkætlanini TROM, og eg vil gera hvat eg kann, fyri at játtanin verður fingin til vega, men eg kann ikki lova pengarnar fyrr enn løgtingið hevur játtað teir.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum