19. mai 2021

Ríkisveitingin - tummil upp ella niður

Ríkisveitingin fær umtalu, so av og á, og nú er aftur nakað av orðaskifti um ríkisveitingina.

Meiningarnar eru ymiskar um hesa ríkisveiting, og serliga er tað loysingarvongurin, sum hevur so ilt av ríkisveitingini.

Sambandsflokkurin hevur ikki ilt av ríkisveitingini, nei tvørturímóti.

Samanberingar

Onkuntíð hevur niðrandi verið  sagt, at ríkisveitingin er ein lítil pirra í búskapi okkara, tá hon verður samanborin við bruttotjóðarúrtøkuna. Taka vit tølini fyri 2019, so var ríkisveitingin uml. 642 mió.kr. og bruttotjóðarúrtøkan uml. 21 mia. kr., so hetta árið var ríkisveitingin 3% av bruttotjóðarúrtøkuni.

Hetta lyklatalið gevur ikki eina rættvísa mynd av týdninginum av ríkisveitingini fyri vælferðarsamfelagið Føroyar. Heldur eiga vit at samanbera ríkisveitingina við fíggjarlógina. Taka vit hesi tølini fyri 2019, so var ríkisveitingin uml. 642 mió.kr., og var hon hetta árið heili 11% av inntøkunum hjá landskassanum. Vit hava ikki nýggjari tøl.

Hvat skal koma í staðin?

So eru tað tey, sum siga, at 642 mió. kr. ella 11% av inntøkunum hjá landskassanum bara skjótt kunnu skerjast burtur uttan, at nakað verður gjørt.

Hetta er púra burturvið, og hvat hugsa fólk, sum koma fram á torg við slíkum?

Hví koma tey ikki við einum boði upp á, hvussu føroyska samfelagið kann verða hesar 642 mió. kr. fyri uttan ella, hvat skal koma ístaðin? Spurningar í hesum sambandi kundu hóskandi verið:

- Er ætlanin at hækka skattin? Um ja, hvør skal gjalda meiri skatt og hvussu nógv?

- Er ætlanin at at spara á fíggjarlógini? Um ja, hvat skal sparast og hvussu nógv?

Hesar heilt grundleggjandi spurningar fáa vit einki svar upp á frá teimum, sum ikki vilja vita av ríkisveitingini.

Blása og hava mjøl í munninum

Serliga er tað Tjóveldi, sum hevur ilt av ríkisveitingini. Í vár legði Tjóveldi uppskot fram á ting, sum hevði til endamáls at niðurlaga ríkisveitingina, so hon skuldi verða burtur um 6 ár, men hesum uppskoti var ikki undirtøka fyri - tíbetur.

Tað, sum kanska er meiri áhugavert er, at samstundis, sum Tjóðveldi ynskir at fáa ríkisveitingina har pipari grør, t.v.s. minka inntøku landskassans við 100-tals milliónum kr., so ynskir sami flokkur at økja útreiðslur landskassans heilt munandi. Bara í vár hevur Tjóðveldi lagt fleiri uppskot fram, sum - vóru tey samtykt - høvdu kostað landskassanum væl yvir 100 mió. kr. í øktum rakstri hvørt ár. Hetta eru serliga uppskot um yvirtøkur av málsøkjum.

Hetta hongur als ikki saman. Minkað nógv um inntøkurnar og samstundis hækka útreiðslurnar nógv. Og so er hetta flokkurin, sum harðliga hartar okkum fyri óforsvarligan fíggjar- og búskaparpolitikk.

Skilji tann, ið skilja vil - eg meini tað!

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkurin