Søgan


Hóast Løgtingið hevur røtur meira enn 1000 ár aftur í tíðina, so hava eingir politiskir flokkar verið í Føroyum fyrr enn hesa seinastu øldina.

Í 1906 varð Sambandsflokkurin, sum tann fyrsti politiski flokkurin her á landi, stovnaður. Umleið eitt ár seinni, varð Sjálvstýrisflokkurin formliga stovnaður.
 

Ikki ber til við vissu at dagfesta, nær flokkarnir vórðu stovnaðir, tí sum flokkar skipaðu teir seg so við og við. Tó verður vanliga sagt, at Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin báðir vórðu stovnaðir í 1906.
 
Tann 18. august 1906 boða 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir hava skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevnir seg ”sambandsmenn”.
 

Sambandsflokkurin varð stovnaður við tí høvuðsmáli at virka fyri eini frílyntari menning av Føroya fólki, og flokkurin vildi varðveita ríkisrættarligu bondini við Danmark.
 

Stevnuskrá
Fríðrikur Petersen varð valdur til formann í tí nýstovnaða flokkinum, og tað var eisini hann, sum orðaði uppskotið til stevnuskrá.

 
Mangt er broytt í stevnuskránni síðani 1906, samsvarandi tíð og umstøðum, men greinin um ríkisrættarligu støðu Føroya er at kalla tann sama.
 
Í stevnuskránni í 1906 stóð, at Sambandsflokkurin virkaði fyri ”Bevarelsen af Færøernes nuværende statsretlige Forbindelse men Danmark.” Í dag stendur: "Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri hollari og frílyntari menning av Føroya fólki…"
 

Vinstra og høgra
Áðrenn tingmenn høvdu skipað seg í politiskar flokkar, ráddu somu politisku reglur í Føroyum, sum aðrastaðir í Norðurlondum – eitt nú hetta, at fólkið skipaði seg í tvinnar hugsjónarligar bólkar, Vinstra og Høgra.
 

Tá so fyrstu føroysku flokkarnir vórðu stovnaðir, við uppbýtinum samband og sjálvstýri, so er lætt at skilja, at tingmenn innanfyri hesar flokkar ikki vóru so samdir um vinstra – høgra spurningin.
 
Millum fyrstu tingmenn Sambandsfloksins vóru nakrir høgramenn (konservativir), meðan aðrir vóru vinstramenn (liberalir). Við tíðini fann flokkurin tó eitt felags stavnhald viðvíkjandi hesum spurninginum. Í stevnuskránni stendur nú: "Sambandsflokkurin er ein liberalur, demokratiskur og sosialt innstillaður flokkur."
 
Krígsárini
Undir 2. heimsbardaga, vórðu Føroyar hersettar av bretum, ímeðan Danmark varð hersett av týskarum. Harvið var alt samband ímillum londini kvett.
 
Løgtingið varð tí noytt til at gera eina fyribils stýrisskipan fyri Føroyar, og var henda stýrisskipan samtykt  tann 7. mai 1940. Sambart henni skuldu millum annað allar lógir fyri Føroyar, samtykkjast av løgtinginum og staðfestast og kunngerast av amtmanninum.
 
Tá kríggið var av, kundi ein hildið, at stýrislagið aftur fór at vera, sum tað hevði verið, áðrenn kríggið byrjaði. Men so var ikki. 12. mai 1945 boðaði amtmaðurin frá, at ríkisstýrið góðkendi, at amtmaðurin og løgtingið undir krígnum høvdu fyrisitið Føroyar og at fyrisitingin helt fram á sama hátt.
 
Orsøkin til hesa serstøðu var ivaleyst tann, at tað ikki bert í Føroyum, men eisini í Danmark var vanlig hugsan millum politikarar, at ikki bar til at venda aftur til tað gamla stýrislagið. Ríkisstýrið bjóðaði tí eisini løgtinginum til samráðingar um Føroya framtíðar skipan.
 

Fólkaatkvøðan
Í eykatingsetu í november mánaði varð samtykt at velja eina 7-manna samráðingarnevnd, at samráðast við ríkisstýrið. Samráðingarnar vóru bæði langar og tungar – kanska serliga tí, at føroyska samráðingarnevndin stóð so spjødd.
 

Úrslitið av hesum samráðingum varð, at samráðingarnevndin fekk eitt sokallað ”tilboð” heim við sær úr Danmark, sum varð lagt fyri tingið á eykatingsetu í apríl-mai 1946, men tað varð ikki samtykt.
 

Fólkaflokkurin setti tí fram uppskot um, at tilboðið varð latið til fólkaatkvøðu soleiðis, at veljararnir kundu svara, um teir góðtóku stjórnartilboðið, um stjórnartilboðið gekk ov langt, um tað gekk ov stutt ella um teir vildu hava loysing.
 
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin góðtóku fólkaatkvøðu, men spurningarnir til veljararnar skuldu bert vera tveir: um veljarin ynskti stjórnartilboðið ella um hann ynskti loysing. Hetta varð samtykt við 12 – 0 atkvøðum.
 

Fólkaatkvøðan var 14. september. Fólkaflokkurin mælti veljarunum til at skriva ”nei” á atkvøðuseðilin, um teir ynsktu eina loysn, sum lá ímillum stjórnartilboðið og loysing.
 

Bert 66,4% av veljarunum vóru á vali. 161 fleiri atkvøður vóru fyri loysing, enn fyri stjórnartilboðnum, men so vóru eisini 481 ”nei-atkvøður”.
 
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hildu, at nei-atkvøðurnar gjørdu valið ógreitt, av tí at Fólkaflokkurin alment hevði mælt veljarunum til at atkvøða ”nei”, um teir ynsktu eina millumloysn.
 

Meirilutin í løgtinginum (Fólkaflokkurin og ein javnaðarmaður) tulkaðu valúrslitið soleiðis, at meiriluti var í fólkinum fyri loysing, og at løgtingið tí átti at fremja hetta í verki. Men tá boðaði Ríkisstýrið frá, at allar samtyktir og tiltøk um loysing vóru ímóti § 18 í grundlógini, har tað bert er kongur við samtykt ríkisdagsins, sum kann lata frá sær part av ríkinum.  Ríkisstýrið skar ígjøgnum og upploysti løgtingið og álegði amtmanninum at útskriva nýval og læt samstundis vita, at ríkisstýrið kundi strekkja seg nakað afturat.
 
Løgtingið varð upployst, og val varð útskrivað. Samtíðis varð bjóðað til nýggjar samráðingar.
 

Heimastýrislógin
Aftaná løgtingsvalið, var meiriluti ikki longur í tinginum fyri loysing. Ein samráðingarnevnd varð vald, at samráðast við ríkisstýrið um framtíðar skipan Føroya.
 
Hesa ferð hevði samráðingarnevndin, sum útgangsstøði eitt uppskot, ið var samtykt av løgtinginum. Úrslitið av hesum samráðingunum varð Heimastýrislógin.
 
Heimastýrislógin varð endaliga samtykt í Løgtinginum tann 5. desember 1947. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin atkvøddu fyri, ímeðan Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti.

 
Tíðin undir Heimastýrisskipanini
Tað var undir Heimastýrisskipanini, at rættilig ferð kom á menningina av føroyska samfelagnum. Føroyar gjørdust eitt nútímans vælferðarsamfelag, sum fylgdi menningini í okkara grannalondum.
 
Men føroysku loysingarflokkarnir vildu alla tíðina hava hesa skipan burtur – uttan at hava nakað betri at seta í staðin. Sambandsflokkurin hevur tó frá fyrsta degi vart hesa skipan. Hon hevur givið víðastu karmar hjá føroyska samfelagnum at fáa lut í samfelagsmenningini, og hon hevur tryggjað Føroya fólki bestu kor.
 
Frá tí at fyrsta landsstýrið varð stovnað í 1948 og til dagin í dag, hevur Sambandsflokkurin verið í samgongu í umleið 35 ár – harav hevur flokkurin átt løgmann í umleið 20 ár.
 

Framtíðin
Tíðin stendur ikki í stað, og hóast vit, undir heimastýrislógini, hava havt eina framburðstíð í Føroyum sum ongantíð áður, so noyðast vit kortini at gera broytingar, fyri at fylgja tíðini.
 
Sambandsflokkurin er ikki ímóti broytingum í ríkisfelagsskapinum, men krevur, at allar broytingar, ið verða gjørdar, skulu tæna Føroya fólki.
 
Um hetta stendur í stevnuskrá Sambandsfloksins, at flokkurin er til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best.