Umboðan á tingi

Sambandsflokkurin hevur síðani 1906 havt 88 tingmenn, ið er nógv tað mesta, nakar føroyskur flokkur hevur havt.

Í Norðoyggjum hevur Sambandsflokkurin havt 6 tingmenn, í Eysturoy 20, Norðstreymoy 11, Vágum 9, Suðurstreymoy 20, Suðuroy 17 og 1 próst. Ein tingmaður, Andrass Samuelsen, var valdur í tveimum valdømum, fyrst í Norðstreymoy, síðan í Eysturoy. Í Sandoy hevur flokkurin ongan tingmann havt.

Í 2007 varð skipanin við valdømum avtikin. Tí umboða tey sum eru vald eftir nýggju skipanini, alt landið.

Við at klikkja á valdømini vinstrumegin, ber til at síggja myndir av øllum tingmonnunum, og at fáa upplýsingar um, nær teir hava sitið á tingi.