23. mai 2012

Edmund J. reisir mál á Fólkatingi: SU-veiting til stakar lesandi føroyingar skal tryggjast

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Danski útbúgvingarráðharrin, Christine Antorini, skal nú svara Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, uppá, hvat hon vil gera við, at stakir lesandi føroyskir uppihaldarar í Danmark frameftir fáa trupult við at fáa rætt til uppihaldara-veiting frá Statens Uddannelsesstøtte

- Skipanirnar í Ríkisfelagsskapinum skulu virka væl fyri allar føroyingar - ikki minst tey, sum velja at fara til Danmarkar í útbúgvingarørindum.

 
Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum nú reisir eitt týðandi mál á Christiansborg. Málið verður reist yvir fyri sosialdemokratiska undirvísingarráðharranum, Christine Antorini.
 
Tað snýr seg um at tryggja, at stakir lesandi føroyskir uppihaldarar, ið frameftir flyta til Danmarkar, skulu hava rætt til sonevnda uppihaldara-ískoyti frá Statens Uddannelsesstøtte (SU).
 
Tíverri er ein trupulleiki íkomin í mun til hetta SU-ískoytið, sum hevur stóran týdning fyri hundraðtals støk lesandi úr Føroyum. Trupulleikin er íkomin orsakað av nýggju upptjenings meginregluni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Meginreglan kann bera í sær, at føroyingar frá 1. januar og frameftir ikki hava rætt til barnakekkin. Og hevur man ikki rætt til barnakekk, so hevur man heldur ikki rætt til SU-ískoytið.
 
- Hetta snýr seg um eina stóra upphædd fyri tey støku lesandi. Heilt upp í 5.662 kr. um mánaðin. Eisini av hesi orsøk mugu viðurskiftini koma í rættlag sum skjótast, sigur Edmund Joensen.
 
Hann spyr nú í einum §20-spurningi Christine Antorini, undirvísingarráðharra, hvat hon ætlar gera til tess at tryggja føroyingum og grønlendingum rættin til SU-ískoytið.
 
- Eg havi spurt meg fyri og fingið at vita, at tað er eitt mistak, at føroyingar og grønlendingar verða raktir av upptjenings meginregluni. Hetta má rættast í besta forstáilsi við undirvísingarráðharran og skattamálaráðharran, sigur Edmund Joensen.
 
Eins og Edmund Joensen nú reisir spurningurin um SU-ískoytið, hevur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, reist málið um barnakekkin yvir fyri skattamálaráðharranum.
 
- Tað er náttúrligt og gott, at vit báðir fólkatingsmenn samstarva á henda hátt, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum.
 
Christine Antorini skal svara spurninginum um SU-ískoytið innan seks gerandisdagar.