24. mai 2012

VIDEOKLIPP: "Forsørgertillæg" frá SU til støk lesandi við børnum skal tryggjast

Sambandsflokkurin á Christiansborg streingir á sosialdemokratisku donsku stjórnina fyri at tryggja støkum føroyingum við børnum, sum fara til Danmarkar at lesa, sonevnda "forsørgertillæg til enlige forsørgere" frá Statens Uddannelsesstøtte (SU), ið er í vanda

Stakir føroyingar við børnum, sum fara til Danmarkar í útbúgvingarørindum - tvs. stakir føroyskir uppihaldarar - eru í vanda fyri at missa sonevnda "forsørgertillæg til enlige forsørgere" frá Statens Uddannelsesstøtte (SU).

 

Orsøkin er eitt nýtt upptjeningsprinsipp í mun til barnapengar.

 

Problemið er, at um man ikki hevur rætt til barnapengar, hevur man heldur ikki rætt til "forsørgertillæg" frá SU.

 

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, arbeiðir við at tryggja hetta ískoytið.

 

Her er eitt videoinnslag á 3 min. 28. sek. um evnið:

 

Tryggja SU-veiting til støk lesandi í DK