05. mars 2014

Danska stjórnin bakkar: letur upp fyri barnapengum til føroyingar í Danmark

Nú ásannar danska stjórnin endiliga, at málið um manglandi barnapengar til føroyingar í Danmark skal takast upp og rættast, so sum Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur kravt í longri tíð


- Nú letur til, at skattamálaráðharrin er komin á betri tankar, og tað er gott, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
 
Úttalilsi hansara kemur eftir, at skattamálaráðharrin, Morten Østergaard (R), í dagsins útgávu av avísini MetroXpress ásannar, at stjórnin nú má rætta tann órættin, at føroyingar og grønlendingar í Danmark vóru avskornir frá at fáa barnapengar frá danska statinum í 2012, tá ið hitt sonevnda "upptjeningsprinsippið" var farið at virka.
 
Skattamálaráðharrin letur upp fyri, at føroyingar og grønlendingar í Danmark skulu hava veitingarnar kortini. Við MetroXpress sigur Morten Østergaard, at "det er selvfølgelig noget, jeg vil se på, hvordan vi kan rette op".
 
- Hetta eru nýggir tónar og má merkja, at barnapengar og aðrar veitingar (børne- og ungeydelse og børnetilskud) frá 2012 skulu útgjaldast afturvirkandi, sigur Edmund Joensen.
 
Útmeldingin frá ráðharranum er beinleiðis úrslit av, at Sambandsflokkurin á Christiansborg í longri tíð hevur strongt á stjórnina fyri at fáa hana at ásanna, at føroyingar og grønlendingar sum ríkisborgarar hava krav uppá barnapengar og aðrar tilhoyrandi veitingar frá 2012.
 
- Higartil er stjórnin komin við burturforkláringum. Stjórnin hevur sagt, at av tí, at Føroyar og Grønland ikki eru ES-lond, fevna reglurnar ikki um føroyingar og grønlendingar í Danmark. Tað hevur onki við sakina at gera. Føroyingar skulu ikki í sama pott sum t.d. ES-borgarar úr Rumenia og Póllandi. Talan er um danskar ríkisborgarar, ið gjalda skatt og búgva í Danmark, og tey skulu hava somu rættindi sum aðrir danskir ríkisborgarar, sigur Edmund Joensen.
 
- Nú, tá ið ein nógv lisin avís í Danmark vildi taka málið upp, fekk pípan brádliga annað ljóð. Tað er at fegnast um, sigur Edmund Joensen.
 
Aftur og aftur hevur Sambandsflokkurin lagt trýst á fleiri ráðharrar við § 20-spurningum. Flokkurin fylgir nú málinum upp, og longu í dag verður skattamálaráðharrin skrivliga biðin um at greiða frá, hvussu hann ítøkiliga vil tryggja, at føroyingar og grønlendingar í Danmark, sum vórðu avskornir frá barnapengum í 2012, fáa pengarnar.
 

- Fyri barnafamiljur og støk við børnum er hetta nógvir pengar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum.

 

Les meira:

Forsíða á prentaðu útgávuni av MetroXpress

Grein í prentaðu útgávuni av MetroXpress

Grein hjá MetroXpress á netinum

 

Niðanfyri eru leinkjur til § 20-spurningar frá Edmundi Joensen og tilhoyrandi svar frá skattamálaráðharranum:

Spurningur og svar frá 04.02.2014 

 

Spurningur og svar frá 26.11.2013