Ókeypis sálarfrøðihjálp virkar betur enn ætlað

1. juli 2022



Skipanin, sum eg setti í verk, við ókeypis sálarfrøðihjálp til 15 og 35 ár, er faktisk ein stór sukse. Vit hava hjálpt nógv fleiri fólkum enn mett varð frammanundan.

 

Vit hava havt 4.100 viðtalur, og vit hava hjálpt 500 fólkum higartil - áðrenn skipanin byrjaði, fingu hesi fólk onga hjálp,

 

Sostatt hevur skipan virkað so mikið væl, at eg nú fari at biða Løgtingið um eina eykajáttan, soleiðis at vit í ár kunnu hjálpa enn fleiri fólkum.

 

Hetta er mítt hjartabarn - eisini tí, fyri meg er tað persónligt. Ungdómur, sum stendur mær nær, hevur brúkt hetta tilboð, við góðum úrsliti.

 

Við vón um skjóta og positiva viðgerð og støðutakan í Løgtingum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

landsstýrismaður í heilsumálum


RN


Back