Upprudding krevst í politisku umsitingini og á Landsverk

14. juni 2022



Svarið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, upp á mín skrivliga fyrispurning § 52a, um løgur hjá landinum og prosjektleiðslu, vísir m.a., at tað er stórur tørvur á at rudda upp, hvat viðvíkur tilrættaleggingini av byggiverkætlanum hjá landinum, t.e. mannagongdir, prosjektfíggjarleiðsla og stýring, prosjektleiðsluførleiki og greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti og samskipan millum ymsu málaráðini, stovnar og eindir. Les svar: Svar upp á § 52a fyrispurning um løgur hjá landinum og prosjektleiðsla

 

Ein reyður tráður gjøgnum allar størri byggiverkætlanir er, at tær byrja við einari lágari átuligari upphædd, men sum frálíður koma stórar eykarokningar, tá arbeiðið er byrjað ella er komið langt ávegis og hetta hendir typiskt, har ongin ella lítil faklig meting av verkætlanunum og kostnaði er gjørd, sum tekur støði í veruliga tørvinum og krøvunum.

 

Eitt er kostnaðarmeting at byrja við (politiskt søluarbeiði av prosjektinum), síðan verklagslóg, útbjóðing og liðugtgerð. Hesar fasurnar vísa seg ofta at vera fullkomuliga við síðunar av hvørjari aðrari.

 

Talan er við øðrum orðum um undir-budgettering av byggiverkætlanum frá byrjan av og virkar sum amboð nærmast at trumla verkætlanir í gjøgnum - kosta, hvat tað kosta vil.

 

Henda mannagongd sýnist tíverri at verða brúkt við vilja ella tilvitað, og kann tí fatast sum ein metoda til í heila taki at fáa stórar íløgur í gongd og soleiðis at tað ikki vendist aftur - fáa løgurnar planlagdar fram til fasuna “the point of no return”. Síðan byrjar politiska komedian og runublakaríið, tá tingini fara av sporinum, og flýggjan undan ábyrgd og vaska hendir.

 

Risa frávik í løgukostnaðinum skulu síðan bara avgreiðast av Løgtinginum ella risa eykarokningar kunnu bara avgreiðast seinni.

 

Eftir svarinum at døma eru risa frávik millum uppruna kostnaðarmeting, verklagslóg og endaliga kostnaðin, tá talan er um nøkur av størru tunnilsbyggjarínum - tað eru óivað fleiri onnur dømir um frávik í øðrum byggiverkætlanum, sum Landsverk eisini kundi nevnt í svarinum.

 

Higartil er alt, sum bendir á, at Landsverk virkar sum ein statur í statinum og slær ikki í gjøgnum, hvørki við hartkókaðari planlegging, prosjektorganisatión og leiðslu, samskipan og byggieftirliti.

 

Tit á Landsverk kunnu útbúgva fólk til prosjektleiðslu so galið sum tit vilja, men leiðsla kann ikki lærast - leiðsla snýr seg nevnliga um persónliga styrki og sosialar førleikar, og tað er viðføtt. So finni út av at seta fólk við røttu persónligu og sosialu eginleikunum at planleggja, leiða, stýra og hava eftirlit við tykkara byggiprosjektum sum almennur byggiharri.

 

Tað er spell, nærmast uttan undantak, at byggiprosjektir hjá landinum, sum tørvur annars er á og sum at enda eru væl úr hondum greidd, hvørja ferð skulu sósast til við fíggjarligum trupulleikum og ósemjum av øllum møguligum slag - hetta má nú fáa ein enda.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back