Tak nú í egnan barm Eyðgunn Samuelsen

22. apríl 2022



Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, ger í blaðgrein í dag nógv burturúr, at samgongan ikki tók undir við hennara uppskoti um rættin at arbeiða fulla tíð.

 

Tað tykist sum, at hendan samgongan bara vil hava føgur orð og frágreiðingar,” skrivar hon millum annað.

 

Eyðgunn loysti ikki málið

Eg haldi, at Eyðgunn Samuelsen skal ikki gloyma, at hon, sum landsstýriskvinna, í februar 2018, legði eina frágreiðing fyri løgtingið um javnstøðu. Álitið kallaðist “Javnstøðupolitikkur - tí tað loysir seg”.

 

Í álitinum stóð millum annað: “Helvtin av kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum arbeiðir niðursetta tíð. Og fimta hvør kvinna, sum arbeiðir niðursetta tíð, ynskir at fara upp í tíð, men skipanin loyvir tí ikki. Hetta mugu vit gera okkurt við.”

 

Landsstýriskvinnan segði, at eitt arbeiði skuldi gerast, sum lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum skuldi hava ábyrgdina av. Heilsuverkið, Kommunufelagið og fakfeløg skuldu eisini luttaka í arbeiðinum. Tíðarætlanin fyri arbeiðið fevndi um árini 2018-2020.

 

Men har hendi einki, og fýra ár seinni leggur Eyðgunn Samuelsen, sum andstøðupolitikari, eitt uppskot fram um, at Løgtingið nú skal heita á landsstýrið um at gera júst tað sama, sum hennara egna landsstýri skuldi gera fyri fýra árum síðani. Og tá ið uppskotið ikki fær undirtøku, so er niðurstøðan, at hendan samgongan bara vil hava føgur orð og frágreiðingar.

 

Málið er ikki einfalt at loysa

Jú víst er tað ein trupulleiki, at fólk ikki sleppa at arbeiða fulla tíð, men loysnin er ikki einføld, og tað er orsøkin til, at hvørki núverandi landsstýri ella tað undanfarna hevur fingið loyst hesa avbjóðingina.

 

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back