Jaspur Langgaard fingið svar um prísbroytingar og ferðslu í Eysturoyartunlinum

21. apríl 2022


Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-162/2021 frá Jaspur Langgaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um prísbroytingar og ferðslu í Eysturoyartunlinum


Fyrispurningurin er soljóðandi:

 

1. Hvussu hevur prísbroytingin hjá Eysturoyartunlinum frá 1. januar 2022 ávirkað ferðsluna?

 

2. Nær verður ætlanin um eina fastprísskipan á kr. 1.995 um mánaðin sett í verk?

 

3. Hvussu stór upphædd er latin frá landinum til lánsgjøld hjá Eysturoyartunlinum í 2021 og hvør er meting fyri tørvinum á játtan í 2022?

 

Svar til fyrispurning nr. 1

Tunnilsfelagið upplýsir, at frá viku 2 til viku 15 í 2022 er ferðslan av persónbilum í Eysturoyartunlinum vaksin 16% í miðal hvørja viku, og inntøkurnar frá persónbilum eru vaksnar 6% í miðal hvørja viku. Tá er hædd tikin fyri, at tað var ókeypis at koyra fyrstu vikuna í januar 2021.

 

Til ber ikki at siga, júst hvussu prísbroytingin frá 1. januar 2022 hevur ávirkað ferðsluna í Eysturoyartunlinum. Fleiri orsakir kunnu vera til, at ferðslan er vaksin í ár. Til dømis er hugsandi, at høgu prísirnir á bensini og diesel, sum gera tað dýrari at koyra longru farleiðina gjøgnum Sundalagið, eisini ávirka ferðsluna.

 

Tíverri gekk ferðsluteljarin í Norðskálatunlinum fyri í novembur 2021. Teljarin er farin at rigga aftur í mars mánaða. Sambært tølunum fyri mars mánaða í ár er tað tó nógv sum bendir á, at ferðslan í Norðskálatunlinum er lægri í mun til mars 2021.

 

Svar til fyrispurning nr. 2

Tunnilsfelagið upplýsir, at felagið arbeiðir saman við KT-veitara at menna og seta í verk skipan við fastgjaldi/árshaldi. Talan verður um eina sjálvvirkandi skipan. Tunnilsfelagið ætlar, at skipanin verður tøk áðrenn summarfrítíðina.

 

Svar til fyrispurning nr. 3

Enn er ferðslan í Eysturoyartunlinum minni enn mett í fíggjarætlan felagsins. Ferðsluveðhaldið verður goldið hálvárliga sambært uppgerð frá partafelagnum fyri hálvárið frammanundan. Játtaðar eru 35 mió. kr. í ferðsluveðhaldi á fíggjarlógini fyri 2022.

 

Fíggjarmálaráðið hevur fingið upplýst, at landið skal rinda 27,5 mió. kr. í ferðsluveðhaldi fyri seinna hálvár 2021, sum fer av játtanini fyri 2022. Roknað verður tó við, at ferðslan í Eysturoyartunlinum fer at vaksa, soleiðis at veðhaldið bara verður effektivt í styttri áramál.

 

Tinganes, 20. apríl 2022

 

Uni Rasmussen

landsstýrismaður í fíggjarmálummbandsflokkurin


RN


Back